Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-10-31, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 31. oktober 2006síða 32

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

32 Nr. 210 - 31. oktober 2006 vinnusíðurnar Nú er ætlanin at seta ferð á eina miðvísa ætlan, sum skal menna vinnulívið í Suðuroy. Talan er um eina ætlan, sum er mett at kosta 50 milliónir krónur, men treytin er, at landið setir einar 40 milliónir av til ætlanina Vinnumenning Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Nú er sannleikans tími farin at nærkast fyri Suðuroy. Tí nú er dagurin farin at nærkast, á ið vit endaliga fáa at vita um nakað spyrst burturúr ætlanini at gera eina menningarætlan fyri Suðuroy. Men tað skal rættiliga fitt av pengum á borðið, og tað liggur í kortunum, at tað er neyðugt frammundan at fáa eina avtalu í lag, har teir ymsu partarnir binda seg til at fremja tað í verki, sum menningarætlaninin kemur til. Tað hevur verið nevnt, at tað fer at kosta einar 50 milliónir krónur at menna eina vinnuliga ætlan fyri Suðuroy. Fyri stuttum var fundur um borð á Smyrli, har kommunurnar í Suðuroy, landsstýrismaðurin í inn­ lendismálum, Jacob Vester­ gaard umboð fyri Gransk­ ingar­depilin fyri økis­menn­ ing og serfrøðingar hittust at tosa um ætlanina. Har varð uppleggið, at landið og kommunurnar skuldu skuldu býta tær 50 milliónirnar ímillum sín, so at landið betalti umleið helvtina og kommunurnar í Suðuroy umleið helvtina. Eftir upplegginum skal peningurin rindast yvir eitt fýra ára tíðarskeið. Landið betala bróðurpartin Men á fundinum umborð á Smyrli fyri stuttum gjørdi kommunurnar greitt, at eitt slíkt býti letur seg ikki gera, tí summar kommunur eru so illa fyri, at tað hava tær ikki ráð til, upplýsti Kristin Michelsen, borgarstjóri á Tvøroyri, fyri býráðnum á seinasta fundi. - Boðini, sum Jacob Vester­gaard fekk við sær norður aftur til landsstýrið, var, at kommunurnar í Suður­oy kunnu í mesta lagi klára at leggja 10 milliónir Tað eru Magni Laksá­foss, búskapar­ frøðingur og Jógv­ an Mørkøre, sam­ felagsfrøðingur, sum hava gjørt uppleggið til vakstraravtaluna fyri Suðuroy. Tað er eisini ætlanin, at teir skulu arbeiða víðari við ætlanini Vakstraravtala Áki Bertholdsen aki@sosialurin Vakstraravtalan, sum nú er í umbúna at gera fyri Suðuroy, verður gjørd við fyrimynd í Eyafjarðaravtaluni, sum fevnir um ein part av Norð­ urlandinum í Íslandi. Har eru Vinnumálaráðið, Akureyrar Komm­una, Eya­fjarða Ídnaðar­menn­ ingarfelag, Bygdastofnun, Hægri háskúlin í Akur­ eyri, Ídnaðar­menningar­ stovn­urin, Eyafjarðar Sam­ starvsfelag, Norðurlands Búskaparvirksemisstovan, fakfeløg í økinum og Út­flutningsráð Íslands, gingin saman um avtalu fyri fýra ár um at menna økið. Menna seg í fýra tyssum Í Eyafjarðarætlanini er avrátt, at savna orkuna um at menna seg í fýra tyssum: Útbúgving og gransking, heilsuarbeiði, ferðavinnu og matframleiðslu. – Endamálið við eini slíkari ætlan er, at hetta økið í Íslandi skal aftur gerast eitt áhugavert búset­ ingaralternativ til høvuðs­ staðarøkið og fólkatalið skal fáast at vaksa aftur. Samstundis skal kapp­ ingarførið betrast, so vøkstur aftur fæst í búskapin, arbeiðsmegin skal mennast og økjast skal um virki og størv í kappingargreinum, dentur skal leggjast á al­tjóða verkætlanir og at fáa útlendskar íløgur og vitan til økið Og ætlanin er at miðja beinleiðis fram ímóti at gera eina líknandi avtalu fyri Suðuroy. Uppgávan verður, saman við pørtunum í ætlaðu av­taluni, at finna fram til tey tyssi, ið skulu verða hornasteinar undir framtíðar menning í Suðuroy. Teir siga, at tað fer at krevja eitt kanningararbeiði, ið fevnir um møguleikar, royndir aðrastaðni, rákið í altjóða vinnuni og út­búgv­ ingartørv, og tað verður eisini neyðugt at fáa altjóða og heimliga serfrøði uppí hetta arbeiði. Niðanfyri eru dømi um vinnugreinar, ella tyssi, sum Magni Lakáfoss og Jógvan Mørkøre hava nevnt sum ein møguleika fyri framtíðar vinnur, sum kunnu verða við til at menna Suðuroynna. Teir hava eisini nevnt nakrir trupulleikar, sum gera um seg í Suðuroy. Møgulig tyssi Fiskivinnu Alivinnu Sjóvinnutænastur Ferðavinnu KT-vinnu - sum partur av øðrum vinnum Møgulig almenn størv Ellisheim Eftirskúli Gastronomiskt institut Fongsul ? Útbúgving og gransking Heilsuarbeiði Ferðavinna Matframleiðsla Ferðavinnan - lýsingaherferð Lýsingaherferð vend ímóti føroyingum ”Upplivi Suðuroy” Fáa ”norðoyingar” at senda fólk suður Ferðavinnan - menning Gastronomiskt institut Fleiri tilboð Hestaríðing Rógva við árabáti, kano ella kajak GPS-renningar Gistingarmøguleikar Tjald, Ból og Biti, tjalding, hús Nakrir trupulleikar Ov fáar og lítlar avleiddar vinnur Handilsvinna Bilaverkstøð Elektrikkarar Timburmenn Málarar Orsøkin til trupulleikarnar Ov stór sveiggj eru í inntøkunum í Suðuroy Ringt at fáa støðugar inntøkur Møguligar loysnir Fjølbroytt vinnulív Fleiri tyssi Fleiri almenn størv 50 milliónir kró skulu lyfta Suð Dømi um vinnulig tyssi til Suðuroy Upplivingarbúskapur í Norðurlandahúsinum Hósdagin, 9. november 2006, verður áhugaverd ráðstevna í Norðurlandahúsinum við fyrilestrum frá kendum nøvnum, undirhaldi, filmi og pallborðsfundi. Ráðstevnan vendir sær til øll – bæði fólk innan vinnulív, handilslív, politiskt lív og mentanarlív, sum vilja vita meira um, hvussu vit í Føroyum kunnu gera okkum galdandi í alheimshøpi – bæði vinnuliga og mentanarliga. Millum fyrilestrarhaldararnar verða fleiri folk við altjóða royndum. Mark Lorenzen, Erik Peitersen, Kirsten Stendevad, Kathrine Heiberg og Lasse Brodén, eru øll folk, sum hava drúgvar praktiskar og ástøðiligar royndir á altjóða pallinum. Eisini hevur ráðstevnan fleiri áhugaverdar framførslur á skránni. eitt nú spælir Déjà vu, eins og Jákup Veyhe sýnir fram bestu filmirnar, sum eru framleiddir á filmsverkstaðnum, Klippfisk. Tað er Elin Heinesen, blaðstjóri á danska KIWI-magazine, sum er fyriskipari av ráðstevnuni. Elin er í løtuni í farloyvi frá blaðstjórastarvinum.