týsdagur 31. oktober 2006síða 33
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 210 - 31. oktober 2006
33
vinnusíðurnar
Ein nýggj menning
arætlan fyri Suður
oynna, skal gerast
sum ein vakstrar
avtala, har allir partar
frammanundan
binda seg til at fremja
avtaluna í verki. Og
arbeiðið hesa næstu
tíðina skal vísa, um
tað ber til at finna
eina slíka semju
Vakstraravtala
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin
Skal ein menningarætlan
gerast fyri Suðuroynna,
slepst ikki uttanum at tosa
um pengar og at finna
semju um fíggingina longu
frá byrjan.
Tað hava teir báðir,
Jógvan
Mørkøre,
sam
felagsfrøðingur og Magni
Laksáfoss, búskaparfrøð
ingur gjørt greitt alla tíðina,
síðani teir vórðu bidnir at
leggja arbeiðið til rættis at
gera eina menningarætlan.
Tað er nú hálvtannað ár
síðani at teir báðir vórðu
bidnir at gera eitt upplegg
til eina menningarætlan
fyri Suðuroynna.
Tá høvdu teir eisini gjørt
sær nakrar fyribils tankar
um, á hvørjum økjum, tað
bar til at menna vinnulívið
í Suðuroy.
Men tað fór at kosta
eina hálva millión at seta
arbeiðið ígongd og ætlanin
var, at Landsstýrið og
kommunurnar skuldu rinda
hvør sína helvt.
Kommunurnar í Suðuroy
tóku skjótt undir við ætl
anini, men tað gekk meiri
striltið at fáa landsstýrið at
játta sín part.
Men nú er tann spurning
urin avgreiddur og sostatt
er skjøtil settur á arbeiðið at
halda fram við ætlanini.
Sum tað sæst aðrastaðni
í blaðnum, hevur fundur
verið umborð á Smyrli
ímillum partarnar.
Tað hevur eisini ligið í
kortunum, at skulu nøkur
verulig vinnulig átøk í
Suðuroy fremjast í verki,
fer tað at kosta nakað av
peningi.
Tí er ætlanin, at menn
ingarætlanin skal skipast
sum ein vakstraravtala, har
allir partar frammaundan
binda seg til at seta ætlanina
í verk og at fíggja sín part.
Hetta er eitt modell, sum
er sett upp við fyrimynd
í Eyðarfjarðarætlanini í
Íslandi.
Neyðugt at útvega
50 milliónir
Eitt tal upp á 50 milliónir
er nevnt sum ein upphædd
ið skal til, fyri at fremja
eina menningarætlan fyri
Suðuroy.
Og Magni Laksáfoss og
Jógvan Mørkøre hava gjørt
greitt, at tað tískil eisini er
neyðugt at finna avtalu um
hendan partin av fíggingini
eisini.
Tað er ein spurningur,
sum nú er til viðgerðar í
Landsstýrinum.
Men kommunalar keldur
í Suðuroy eru bjartskygdar,
tí tað hevur alla tíðina verið
greitt, at ætlanin fór at kosta
kanska 50 milliónir í einum
fýra ára tíðarskeiði og at
avtala mátti finnast um tað
frammanundan.
Tí meta tær, at tá ið
landsstýrið hevur játtað tær
fyrstu 250.000 krónurnar
til at seta ætlanina ígongd,
er tað tí, at tað eisini er
sinnað at finna útvegir fyri
at fíggja ætlanina.
Tá ið Løgtingið samtykti
at játta 250.000 krónur
at gera tað fyrireikandi
arbeiðið, varð dentur lagdur
á, at játtanin var liður í
at fremja tankarnar, sum
landsstýrið hevur lagt í
Suðuroyarætlanina.
Eftir teirri nýggju tíðar
ætlanini, sum er løgd, skal
leggast til brots beint eftir
ársskiftið. Tá skulu vinnur
og arbeiðsmegi í Suðuroy
kortleggjast við atliti at rák
inum her heima og altjóða.
Hetta er ein kortlegging,
sum skal geva størri innlit
í, hvørjir møguleikar eru í
Suðuroy og hvussu rákið
er í líknandi økjum úti í
heimi.
Samstundis skulu so ger
ast uppskot um vinnulig
tyssi í Suðuroy og tá skal
eisini ráðstevna haldast um
ætlanina, har greitt verður
frá støðuni.
Arbeitt verður so víðari
og ætlanin er, at tað skal
vera klárt at taka støðu til
eina vakstraravtalu á vári
í 2008.
í eina slíka ætlan, segði
hann.
Skal
nakað
spyrjast
burtur úr ætlanini, má lands
stýrið sjálvt fíggja hinar 40
milliónirnar.
Jacob Vestergaard, lands
stýrismaður, sigur, at hann
ikki umrøtt málið í sam
gonguni.
Men í Innlendismálaráð
num eru tey nú í ferð við at
skriva eitt upprit um málið
at leggja fyri landsstýrið til
viðgerðar og støðutakan.
Sjálvur metir landsstýris
maðurin, at kommunurnar í
Suðuroy kunnu ikki megna
tað stóra, tí tær eru so illa
fyri.
Hinvegin heldur hann, at
tað hevur ómetaliga stór
an týdning, at ein menn
ingarætlan fyri Suðuroy
er kjølfest í Suðuroynni
sjálvari og at kreftir í
Suðuroy eisini binda til at
vera ein part av ætlanini og
eru við.
Sjálvur heldur hann, at
tað er áhugavert at gera
okkurt slag av grunni til
vinnumenning til Suðuroy,
so er hetta ein møguligur
leistur.
– Eg haldi avgjørt at hetta
er vert eina roynd og tí fari
eg at royna at fáa undirtøku
fyri at fremja ætlanina,
sigur Jacob Vestergaard.
Tað, sum ætlanin er
við hesum, er at biðja
búskaparfrøðingin Magna
Laksáfoss og samfelags
frøðingin, Jógvan Mørkøre
um at standa fyri arbeið
num at gera eina slíka menn
ingarætlan fyri Suðuroy.
Men
at
kalla
hetta
eina menningarætlan, er
kanska ikki heilt rætt, tí
tað, sum ætlanin er at gera,
er ein vakstraravtala fyri
Suðuroynna, har allir partar
gera eina bindandi avtalu
um, hvussu oyggin skal
mennast.
Neyðugt at finna semju
um fíggingina beinanveg
Fiskivinna verður kanska ein
hornasteinur í vinnulívinum í
Suðuroy framyvir og tað hevur
verið nevnt, at Suðuroy skal gerast
til ein feskfiskadepil. Hendan
myndin er av flakavirkinum í
Hvalba. Men nú er ætlanin at
finna fleiri vinnuøki, sum kunnu
mennast í Suðuroy og sum kunnu
lyfta oynna framá
ónur
uroy
Nýggjur Explorari
Microsoft hevur nú sent eina nýggja útgávu av Internet
Explorer á marknaðin. Í stóran mun hevur hendan fingið
íblástur frá Mozilla Firefox, sum seinnu árini hevur togað
stóran part av marknaðinum til sín. Eru brúkarar í dag,
sum ynskja at ogna sær uppgdraderaðu útgávuna av
Explorer, ber til at heinta hesa á slóðini, ieaddons.com.
Nakrar av uppgraderingunum eru ókeypis, meðan hinar
kosta upp í $ 400.
Litblindur telduskíggi
Eizo, hevur sum fyrsti framleiðarin av teldus
kíggjum gjørt ein skíggja, sum ger hyggjaran
»litblindan«. Hetta verður gjørt, so forritarar av
telduskipanum, heimasíðum v.m. hava møguleika
at síggja, hvussu litblind upplivan skíggjamyndina.
Mett verður, at á leið 200 mió fólk eru litblind, og
tí er umráðandi, at eisini hesi hava fulla nyttu
av teimum møguleikum, sum kunningartøknin
gevur.
Jacob Vestergaard, landsstýrismaður
Jógvan Mørkøre, samfelagsfrøðingur og
Magni Laksáfoss, búskaparfrøðingur