týsdagur 31. oktober 2006síða 34
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
34
Nr. 210 - 31. oktober 2006
vinnusíðurnar
Fyri Tórshavnar
kommunu hevði hetta
merkt, at hon kundi
ogna sær ríkiliga
jørð til byggilendi í
nógv ár, umframt at
jørð var til stovnar
hjá landinum;
eisini friðingar av
serligum økjum og
skógplanting kundi
farið fram í somu
viðferð, sigur Kári
á Rógvi millum
annað í kronikki um
Stórutjørn
Kronikkur
- Kári á Rógvi, formaður
í Føroya Óðalsfelag
Í mong ár hevur landið
framt eina sníkjandi privati
sering. Uttan mun til
høgra- ella vinstrasinni í
landsstýri, hevur landið latið
burtur av skattgjaldarans
fæi. Jarðarráðið, nú bún
aðarstovan, hevur selt jørð
ódýrt. Hetta hevur havt
við sær fleiri avleiðingar.
Bæði útjavning frá bygd
til bý, havnarborgarar hava
fingið ódýra jørð á tann
hátt sum ætlanin nú er við
Stjórutjørn. Men eisini
við skipan um festikonti,
hevur landið latið teimum
bóndum, ið vóru so hepnir,
at útstykking, vegur ella
grótbrot kom at liggja í
teirra haga, lagaliga fígging,
meðan hinir, ikki minst teir
á útoyggj, ikki hava fingið
somu kor. Avleiðingin er,
at bæði mesta útbygging
og vinnuligur landbúnaður
savnast í miðøkinum, og
eginogn landsins minkar.
Hóast mótstøðu ímóti
einskiljing og naggatódn
í allari sølutilgongd av
almennum ognum, so selur
landið við sama lag burturav
landsjørðini; tey hepnu fáa
bíliga jørð, tey aftastu í
raðnum kunnu ilskast ella
bíða eftir tørni.
Tann eyðsýnda loysnin,
ikki minst nú alt skal flytast
kommununum, ið nærri eru
borgaranum, mátti verið
at ovasta politiska leiðsla
landsins valdi at seta prís
á og seldi teimum ymsu
kommununum ta jørðina,
sum ætlast má at fara til
útstykkingar
og
aðra
útbyggingar. Eisini ber til at
lata almennum stovnum og
ymsum almentgagnligum
endmálum jørð ódýra, um
landið við brúka jørð til
umfordeilingar. Í øllum
førum eiga somu treytir at
galda fyri alla kommunala
víðarisølu.
Lov om salg af
AAlekær
Men, sí, onki er nýtt undir
sólini. Longu í 1931, var
býurin Tórshavn somikið
vaksin, at politisk støða
varð tikin til, hvat gerast
skuldi. Tá varð lóg samtykt
á ríkisdegi Danmarkar.
(Sí www.logir.fo, brúka
einføldu leitingina, skriva
“Aalekær”). Henda lóg ásetir
stutt og greitt, at “Thorshavn
Kommune” slapp at keypa
Álakerisfestið – uttangarðs
Flatnahaga, tann størra
hagan í marktalsbygdini
Tórshavn. Hetta er tí í dag
einasti ognarhagi í Suður
streymi. Garðurin var áður
embætisgarður hjá amt
manninum.
Nakrar treytir vórðu
kortini settar við søluni:
uppisitarin skuldi hava
endurgjald;
jørðin, ið hospitalið
brúkti, varð undantikin;
verandi traðarmenn
skuldu kunna keypa
traðirnar, tá ¼ var veltur;
serligar reglur vóru um
avloysing av vetarbiti;
landið skuldi hava rætt at
keypa Debessartrøð;
kommunan skuldi gjalda
statinum kr. 55.000
umframt rentur yvir langt
áramál;
tá kommunan sjálv seldi
traðir og byggilendi,
skuldi helvtin av
prísinum gjaldast sum
serligur avdráttur uppá
skuldina til statin;
...og servituttur skuldi
tinglesast um forboð
móti “Trankogerier,
Fisketørrepladse eller
anden for Hospitalet
skadelig Virksomhed.”
Lógin er í 6 paragraffum og
fyllir knappa A4-síðu.
Seljið kommuni
hagarnar kring
Havnina
Við hesi stuttu lóg hava vit
góða fyrimynd og hóskiligt
fordømi, tá ræður um, hvat
vit skulu gera við jørðina
kring Tórshavn og onnur
stórpláss:
kommunan kann keypa
í stórum – heil festi og
hagar;
festarar fáa ríkiligt
endurgjald;
jørð verður løgd av til
landsstovnar og serlig
endamál;
traðir verða lagdar inn;
vetrarbit verðu avloyst;
treytir og skyldur verða
ásettar kommununi fyri
víðarisølu;
aðrar treytir verða
álagdar.
Hvussu so við tí vinnuliga
jarðarbrúkinum? Jú, fyrst
er greitt, at tað eru mest
bøurin og fjósini, ið geva
pengar av sær. Teir ídnu
mjólkarbøndurnir
hava
flestir longu seyðamenn
og fjallmen, sum í roynd
og veru reka seyðabrúkini.
Siga vit, at ein miðal
bóndin vinnur 30-50.000
kr. uppá seyðin, ja so er
roknistykkið einfalt; bónd
in fær hesa upphædd í ár
ligum endurgjaldi, til hann
hevði farið frá fyri aldur
– ella eina størri upphædd
í hondina alt fyri eitt.
Kommunan skal ikki selja
nógv grundstykki fyri kunna
rinda hesa upphædd, og
bóndin kann framhaldandi
reka fjósið við neytum (sum
teir kunnu keypa lagaliga
frá landinum). Í summum
førum er býurin komin so
nær fjósinum, at tað heldur
ikki ber til, men so verður
endurgjaldið somikið størri.
Sethúsini skuldu teir fingið
bíliga, stóra trøð og allar
góðar sømdir, so teir fóru
væl.
Fyri Tórshavnar komm
unu hevði hetta merkt, at
hon kundi ogna sær ríkiliga
jørð til byggilendi í nógv
ár, umframt at jørð var til
stovnar hjá landinum; eisini
friðingar av serligum økjum
og skógplanting kundi farið
fram í somu viðferð. Aðrar
vaksandi kommunur kundu
fingið somu sømdir.
Nú spyr onkur, hvat skal
vera av brøttum, óhøgligum
lendi ella økjum, har vegur
ikki er. Fleiri møguleikar
eru. Nógv høvdu ikki
takkað nei til eina bratta
trøð, tí fyri mong okkara
er tað at ganga burtur úr
bygdum øki at hyggja til
seyðin týðandi partur av
stuttleikanum. Men til ber
eisini at lata fólk fáa frælsi í
høgunum ella at onkur hagi
kundi heldur verið seldur
aftur sum ognarhagi, so
havnarmenn loksins høvdu
møguleikan at keypa jørð
nærhendis hjá sær sjálvum.
Hvat víðvíkur framhald
andi ódýri sølu ella gávu,
so er hugvekjandi, at mong
fróðskaparsetur í USA eru
stovnaði við landsjørð,
ókeypis grundstykki áttu
eisini at fingið roknistykkið
at gingið upp viðvíkjandi
bygging av eldraíbúðum,
granskingardeplum
og
dagstovnum, eins og á sinni
varð gjørt við “Hospitalet.”
Raðfesting
Í øllum førum ræður um
at raðfesta. Gera tey fólka
valdu onki, fellur avgerðin
á embætisfólk og okkum,
sum sita í nevndum. Kjakið
um stórutjørn eigur at fáa
fólk at rakna við. Landið
eigur fyri milliardir í jørð,
sum spakuliga verður gjar
að út. Ríkiligt er til av
lendi til útbyggingar og
grundstykkja, men hvør
skal fáa hvat, og hvat skal
latast afturfyri? Fyri 75
árum síðani tók landsins
stýri í øllum førum støðu.
Faxið fer í søguna
Talgildingin hevur við sær, at gamla faxið nú tykist vera
á veg út úr skrivstovuumhvørvinum. Alnet, teldupostur
og printarar við hópatals funkum hava trýst gomlu faxini
alt longur úr úr umhvørvinum, og hetta sæst eisini aftur í
sølutølunum. Ein greinina, sum IDC hevur gjørt av danska
marknaðinum, sýnir, at sølan av fax-maskinum er at kalla
horvin, og um fá ár verður hon heilt burtur, er metingin.
Heimsins dýrasta
sjónvarp
Á leið 750.000 krónur kostar Yalos Diamond, sum
er nýggja sjónvarpið hjá italska Neapolitan. Talan er
um eitt 40 tumma sjónvarp, sum hevur best møguligu
myndagóðskuna, og so kostar útsjóndin eisini eitt
sindur. Sjónvarpið er nevnliga klætt í hvítagulli, og er
hartil prýtt við 160 gimsteinum.
Selja Stórutjørn