týsdagur 31. oktober 2006síða 35
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 210 - 31. oktober 2006
35
vinnusíðurnar
Kjalnesbúðin snarar lykilin um
Kjalnesbúðin í Kollafirði verður ikki leingi opin aftrat, kanska bara hesa vikuna. Gitta Hansen, sum hevur rikið handilin seinastu
árini, sigur, at nú verður vøran, sum eftir er, seld út – og alla hesa vikuna fyri minus 30%, og síðan verður handilin stongdur.
- Vit hava avgjørt at gevast at handla, og vit hava eisini avgjørt at selja húsini, sum mamma mín, Jofrida Madsen, eigur.
Gitta hevur fingið arbeiði sum bussførari á leiðini millum Kaldbak og Havnina.
- Hetta verða langir dagar við fríløtum ímillum, so eg dugi ikki at siga, hvussu hetta fer at rigga. Men eg fari at royna, sigur hon.
Kjalnesbúðin hevur sín uppruna afturi í fimtiárunum.
- Tað var mammubeiggi mín, Jens Joensen, sum byrjaði Kjalnesbúðina norðuri á Gørðum, tey rópa.
Gitta sigur, at pápi hennara, Niels Madsen, yvirtók handilin eftir Jens og flutti hann seinni í egnan kjallara.
- Tá ið pápi mín doyði í 1988, tók eg yvir og havi soleiðis rikið Kjalnesbúðina í kjallaranum hjá mammu míni. Nú lata vit so handilin
aftur og fara at selja húsini, sigur Gitta Hansen.
-vilmund.
Alitoskur hevur
hvassar tenn, og
hann vil fegin ganga
egnar leiðir. Tí
brýtur hann út 10
ferðir so oftani sum
laksur í norskum
alibrúkum. Hetta er
ein avbjóðing fyri
toskaalarar.
aling
Hilmar Simonsen
hilmars@setur.fo
Toskur leitar út heldur
enn at leita saman. Øvut
er við laksi, sum hevur
lyndi til at leita saman
heldur enn út. Tað hava
norskir alarar noyðst at
sanna, har lutfalsliga 10
ferðir so nógvir toskar sum
laksar rýma úr alinótum.
Toskurin slítur og gnag
ar hol á nótina og sleppur
sær út, um nótin er gjørd
burtur úr sama tilfari sum
laksanótirnar stendur mill
um annað at lesa á
www.nvd.fo
Norski
granskingar
stovnurin Sintef hevur
samanfatað
royndirnar
hjá 18 toskaalarum í
Noregi. Hesir stóðu fyri
89 av umleið 200 toska
aliloyvum, sum vóru í
rakstri í 2004. Teir vísa
serliga á trupulleikan,
at toskur gnagar nótina,
serliga har, sum nótin er
seymað, bøtt ella leysir
endar stinga fram. Dømi
eru um, at har bert ein
meski er farin, hevur tosk
urin víðkað um holið.
Alitoskur
hvassar tenn
Tað tykist sum, at tað ser
liga er tann minni fisk
urin, sum ger seg inn á
nótina. Hetta kann vera
tí, at teir ikki standa seg
í kappingini við størru
felagarnar um fóðrið, og tí
mælir Sintef alarum til at
støddarskilja javnan. Gróð
ur á nótini tykist eisini at
draga toskin til sín.
Í mun til laks, sum van
liga tekur fóður úr sjónum,
so er atferðin hjá toski at
leita eftur mati niðri við
botnin. Út frá hesum ber
til at skilja, hví toskur í
størri mun amast upp í
nótina.
Tenninar hjá toski eru
bendar afturá fyri at halda
veiðuni,
meðan
hann
svølgir. Tá ið hann kemur
at einum neti, koma tenn
irnar ímillum trevjurnar í
netabandinum, og skrykkir
hann
seg
tá
leysan.
Soleiðis kann ein endi
trevsast upp. Haraftrat
kemur, at tenninar hjá
alitoski eru hvassari enn
hjá villum fiski. Í náttúr
uni er føðin partvíst skelja
djór, umframt at toskurin
ofta fær sand og smágrót
í kjaftin, tá hann grópar
niðri á botninum. Hetta
slítur tennirnar.
Soleiðis sum aliringar
eru í dag og við vanligum
alifóðri er eingin slík
’tannrøkt’ hjá toski skrivar
www.nvd.fo
Røddir eru frammi
um, at jørð verður
seld ov ódýr í Havn
og Stóratjørn verður
nevnd. Jákup á Dul
Jacobsen heldur
t.d. vera av stórum
týdningi at nevna,
at talan er um jørð,
ið ikki er gjørd
byggibúgvin
Jørð og
Stóratjørn
Dagfinn Olsen
dagfinn@sosialurin.fo
Kári á Rógvi, løgfrøðing
ur og formaður í Óðals
felagnum, nevnir í grein,
at jørð í Havn og í mið
staðarøkinum verður seld
ódýr, og hann nevnir í hes
um sambandi ætlanina við
Stórutjørn.
Vit hava biðið Jákup á
Dul Jacobsen, stigtakara til
Stórutjøn verkætlanina, um
eina viðmerking.
Jákup á Dul Jacobsen
metir, at nakrar síður av
hesi søk so avgjørt eiga at
havast í huga.
- Fyri tað fyrsta fara
eini tveyhundaðtúsund fer
metrar burturav til golfvøll.
Og til eina høll til ítrótt fara
fleiri túsnund fermetrar
burturav, sigur Jákup á
Dul, sum tó eisini hevur
annað, ið hann fegin vil
undirstrika.
Rátt
- Vit keypa jørðina ráa. Tað
er rá jørð, ið verður seld
okkum, har tað annars er
vanilgt, at talan er um jørð,
ið er gjørd byggibúgvin,
men her er ongin kloakk og
ongir vegir. Slíkt kostar at
gera, men vit keypa jørð,
ið ikki er byggibúgvin, og
tað er eisni vert at hava í
huga, sigur Jákup á Dul
Jacobsen.
Hann nevnir eisni til sam
metingar, at nakað tað sama
er gjørt í Reykjavík.
- Vit høvdu eina hugmynd
og fóru til myndugleikarnar
í Reykjavík. Her var talan
um eina hugmynd, ið vit
høvdu goldið einar 10 milli
ónir fyri at menna, vísur
hann á.
Hví ikki útjaðarin?
Men í hesum kjakinum ber
eisini til at spyrja Jákup
á Dul Jacobsen, hví hann
ikki ístaðin er við til at
menna útjaðaran, har hann
óivað eisini hevði fingið
góðar sømdir, og harafurat
eisini stuðlaði orðaða útjað
arapolitikkinum?
- Tað er tað við slíkum
ætlanum, sum Stórutjørn,
at hetta má hanga saman
fíggjarliga. Til dømis eitt
vatnland. Har má ein hava
allar Føroyar við, annars
ber tað seg ikki. Við góða
sambandinum í Føroyum í
dag, so hava 90% av før
oyingum ein hálvan tíma
til Havnar. Tað er líka Suð
uroyggin og onkur afturat,
ið ikki fæst við, sigur Jákup
á Dul.
- Fólk koma, har fólk
eru, og har menning er.
Neyðugt er eisni at hava ein
miðdepil, ein kjarna, og um
Havnin blómar, so blóma
bygdirnar eisini. Í Hvussu
er tær, ið eru á leiðini við
Havnina, vísur hann á.
Gera klárt til
Stórutjørn
Um sjálva ætlanina Stóra
tjørn sigur Jákup á Dul
Jacobsen, at nú er komið
so mikið langt, at klárt er
at tekna.
- Jú, vit gera okkum
klár at fara í gongd, sigur
Jákup.
Hann sigur, at nógvir fyri
spurningar hava verið og tá
hann verður spurdur, um
hvør tað er, ið spyr seg fyri,
so sigur hann, at tað er mest
fólk, ið vilja gera okkurt
á økinum, hava virksemi
ella hava eina hugmynd um
okkurt, ið vantar á økinum.
Men hvussu viðvíkjandi
íbúgvum?
- Ja, har eru tað kanska
fleiri
eldri
fólk,
enn
eg havði væntað. Men í
Íslandi er eisini vanligt,
at tey eldru selja húsini
og havan rundanum, og
nýta peningin øðrvísi, t.d.
ferðast tey meira. Men eg
hugsi mær, at talan verður
um eitt bland av eldri fólki
og barnafamiljum, og tí
er eisini umráðandi við til
boðunum, so sum høll til
ymisk ítróttartilboð, sigur
Jákup á Dul Jacobsen.
Jákup á Dul Jacobsen:
Vit keypa jørðina ráa
Toskur er ein
útbrótari
Hóast atfinningar, so heldur Jákup á Dul framvegis, at talan er um skilagott hugskot, sum spakuliga er í ferð við at gerast veruleiki