týsdagur 31. oktober 2006síða 36
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
36
Nr. 210 - 31. oktober 2006
vinnusíðurnar
Bose er ein av
heimsins størstu
fyritøkum innan
ljóðtøkni. Páll Olsen
starvast í deildini
í Danmark. Hann
hevur búð leingi í
Danmark og hevur
ikki ætlanir um at
flyta heimaftur, tí at
starvið er sera gott.
- Tó er møguleikin
altíð opin, sigur hann
VINNULÍV
Heini S. Kristiansen
heinik@sosialurin.fo
Páll Olsen av Tvøroyri er
ein av leiðarunum í service
support hjá stóra hátalara-
framleiðarinum Bose.
Páll og konan hava búð í
Danmark í 19 ár. Tey møtt
ust niðri, tá ið hann las
til elektro-teknikara, og tey
vóru verandi í Danmark.
Páll er ættaður av Tvøroyri.
Nú er hann í góðum starvi
hjá stóru fyritøkuni Bose,
sum framleiðir hátalarar og
annað innan ljóðtøkni.
Leiðandi innan
ljóðtøkni
Bose er ein stór altjóða
fyritøka, sum varð stovnað
í USA. Teir hava eina deild
í Danmark, sum umboðar
norðanlond. Páll Olsen
starvast í hesi deildini.
- Bose er heimsins størsti
hátalaraframleiðari.
Eg
starvist í service support
deildini. Mítt økið fevnir
um Danmark, Føroyar og
Grønland, sigur Páll.
Nýggi handilin í SMS
Expert selur Bose hátalarar.
Páll hevur júst verið í Før
oyum og lagt teimum lag á,
nú handilin skuldi opnast.
- Eg hjálpti til við upp
setingini
av
vørunum.
Bose er eitt stórt eksklusivt
merki, og vit seta krøv til
handlarnar. Vit vilja fegin, at
vøran verður sýnd væl fram
í handlinum. Eg undirvísti
eisini
starvsfólkunum,
soleiðis at tey hava eina
vitan um vøruna hjá Bose,
sigur hann.
Páll letur væl at nýggja
Expert handlinum og starvs
fólkunum.
- Expert handilin í SMS
lúkur krøvini, sum vit
seta. Teir hava alla vøruna
frammi í handlinum, og
sølufólkini kenna til vøruna.
Eitt av starvsfólkunum
kennir vøruna úr Danmark,
har hann hevur starvast hjá
einum handli, sum selur
Bose, sigur Páll.
180 handlar í Evropa
Bose fer framvegis at fylgja
upp uppá Expert í Føroyum.
Teir síggja ein marknað í
Føroyum, hóast tað búgva
fá fólk á oyggjunum.
- Vit fara helst at koma
1-2 ferðir upp at leggja
teimum lag á. Vit síggja
møguleikar í Føroyum. Tað
er ein marknaður allastaðni,
so tað er heilt vist ein
góður møguleiki Føroyum,
hóast fólkatalið er lítið.
Fólk keypa merkivøru, so
tí vænta vit eisini, at tey
fara at keypa okkara vøru.
Bose selur í 180 handlum
í Evropa. Harav eru nógvir
Expert. Tá ið so teir sýndu
áhuga fyri at hava okkara
vøru í handlinum, vóru
Ferðakostnaðurin
forðar fyri
útflutninginum
Við verandi prísi á ferðaseðlum mugu
tónleikarar flyta av landinum skulu teir
liva av tónleiki, og hetta kostar føroyska
landskassanum skattapening.
Funky Faroe Islands
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Prísurin á ferðaseðlum er størsta forðingin fyri menn
ingini av føroyskum tónleika útflutningi. Tá flogfeløgini
koma umborð kemur útflutningurin, hetta vóru greiðu
boðini frá pallborðsluttakarunum á Funky Faroe Islands.
Christian Ulf Hansen umboðsmaður hjá Teiti, vísti á, at
t.d. fyri Teit, var eyka kostnaðurin av ferðaseðlum til
Føroyar ein so stór útreiðsla , at tað var neyðugt, at
Teitur búði uttanlands. Hetta merkir samstundis, at
Føroyar missur allar skattainntøkurnar.
Christian gleddist um, at Faroe Jet var komið á
marknaðin, tí hetta hevur fingið prísin eitt vet niður.
Anna Hildur Hildibrandsson og John Best, sum í nógv
ár hava fingist við íslendskan tónleik, vístu á, at í
Íslandi hevði ferðaseðlaprísurin verið sera høgur, og
tónleikarar, ið ferðaðust út at umboða Ísland, fingu fyrr
eingi serlig tilboð. Men hetta var nú broytt, tí íslendsku
flogfeløgini høvdu sæð, hvussu tónleikurin setti Ísland
á heimskortið, og hvussu hetta vaks um áhugan hjá
ferðafólki at koma til Íslands. Christian Ulf Hansen
skeyt upp, at føroyski tónleikaídnaðurin tosaði við
Faroe Jet um at fáa eina skipan í lag, har tónleikarar
sluppu at flúgva bíligari, tí hetta hevði verið skilagott
fyri báðar partar.
Páll Olsen situr saman við Gissi
Patursson, sum eigur nýggja Expert
handilin. Páll situr høgrumegin
Mynd: Jens Kr. Vang
Tvøra
maður
í høgum
starvi
hjá Bose
Við pallborið sótu f.v. Anna Hildur Hildibrandsdóttir
umboðskona fyri Iceland Airwaves, John Best umboðsmaður
hjá Sigur Rós, Nick Robins frá plátufelagnum BMI, Richard
Laws tónleikasakførari við Statham Gill Davies, Christian
Ulf Hansen umboðsmaður hjá Teiti og Sam Winwood
varðaforseti fyri altjóða A&R hjá Kobalt Music Publishing
mynd: nud
Methøgir fiskaprísir
Mánadagin í síðstu viku landaði Landingarmiðstøð Føroya í Klaksvík seks skip.
Partrolararnir, Navarin og Borgarin, sum eru fyrrverandi Polarhav og Stjørnan, høvdu sløk 200.000 pund tilsamans. Síðan høvdu
línuskipini Klakkur, Núpur og Jákup B eini 60.000-70.000 pund hvør og Fiskimúli, sum eisini roynir við línu, hevði 31.000 pund.
Landingarformaðurin, Pól Fuglø, sigur, at meginparturin av veiðini hjá Navaranum og Borgaranum var upsi, meðan línuskipini
høvdu tosk, h‡su, brosmu og longu – alt eftir, hvar tey høvdu roynt.
Klakkur, sum hevði roynt suður av Føroyabanka, Íslandsrygginum og eisini norðanfyri, seldi fyri umleið 17-18 krónur í miðal fyri
kg. Núpur, sum royndi á Føroyabanka, seldi fyri góðar 20 krónur og Jákup B, sum bæði hevði verið á Íslandsrygginum og inni á
landgrunninum, seldi eisini fyri góðar 20 krónur í miðal fyri kg.
Fiskimúli, sum er ein minni línubátur í mun til hinar tríggjar og hevði smærri fisk, seldi í miðal fyri góðar 15,50 krónur fyri kg.
Pól Fuglø sigur, at fiskaprísirnir á marknaðinum sum heild hava verið rættiliga góðir í seinastuni.
-vilmund.