Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-10-31, síða 37
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 31. oktober 2006síða 37

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 210 - 31. oktober 2006 37 vinnusíðurnar Tveir serfrøðingar frá LOEWE. vóru í Føroyum í síðstu viku og undirvístu starvsfólkunum í Expert. Teir lata væl at umstøðunum í Føroyum VINNULÍV Elin Maria Olsen, praktikantur & Heini S. Kristiansen heinik@sosialurin.fo Tá ið SMS opnaði í síðstu viku, vóru tveir danskarar, sum gingu runt í handlinum Expert. Teir umboðað merk­ ið ”LOEWE.”, sum ikki hevur verið selt í Føroyum fyrr. Gissur Patursson, sum eigur nýggja Expert handilin, hevur fingið merkið til nýggja handilin, og teir báðir eru komnir upp at leggja starvsfólkunum lag á. Talan er um Michael Brandi og Per Jensen. Micha­ el hevur í 18 ár starvast við innan sjónvarpstøkni, og 7 tey seinastu árini hevur hann arbeitt fyri merkið LOEWE.. Nú er hann framleiðslustjóri fyri søluna av vørum í Norðurlondum. Per Jensen hevur starvast við sjónvørpum í 12 ár. Fýra tey seinastu hevur hann arbeitt fyri LOEWE.. Hann er framleiðslustjóri fyri sølu av merkinum í Danmark. Eksklusivt merki Teir baðir síggja ein góðan marknað í Føroyum. LOEWE. er eitt dýrt merki, men tað er sera frammalaga innan ljóð og mynd. Eitt sjónvarp, sum sølumenninir vístu teimum útsendu frá Sosialinum, hevur egnan harðdisk. Sostatt kann sjón­varpið taka upp uttan upptøkutól. Eisini ber til at steðga, hóast tú hyggur at beinleiðis sending. Tú kanst eisini spola aftur upp til ein hálvan tíma, hóast tú hevur tikið uppá. – Okkara vøra er dýr, men hon er eisini heilt serlig. Talan er um merki­ vøru, sum er sera eksklusiv. Tí seta vit eisini krøv til handlarnar, sum selja vørur­ nar. Vit vilja, at sølufólkini skulu hava holla vitan um vøruna, soleiðis at hann kann vegleiða kundanum rætt, sigur Per. – Expert í SMS stendur als ikki aftanfyri hinar handl­arnar í Danmark. Teir duga væl at sýna vøruna fram, og starvsfólkini er vinarlig og dugnalig, sigur Michael. Teir halda eisini, at SMS er akkurát tað rætta staðið at hava handil. – SMS er eitt spennandi innkeypssentur, og har er hugnaligt umhvørvi. Fólk arbeiddu eisini so hart fyri at fáa alt liðugt til SMS skuldi lata upp aftur, og tað vísti okkum, at har var vilji til at gera tingini ordiligt, sigur Michael. Teir hava nøkur ávís krøv til vørurnar teir selja. Tað skal ikki vera soleiðis at fólk eru ónøgd við tað, tey keypa. Tí royna teir at vegleiða fólk so væl sum gjørligt, og útbúgva fólk, ið skulu arbeiða fyri teir, til tað sama. vit skjótir at taka av, sigur Páll. Bose framleiðir ikki ein­ ans hátalarar til heima­brúk. Vit hava eisini eina deild, sum selur til fyritøkur og feløg. Vit vóna eisini, at hetta gerst ein møguleiki í Føroyum. Her kann verða talan um ljóðannlegg til hallir, kirkjur, stadion og aðrar uttandurahátalarar. Sum er hevur hølin og fót­ bóltsvøllurin í Klaksvík annlegg frá Bose. Øgilig menning Páll fegnast um, at hann fekk møguleikan at koma til Føroyar í arbeiðsørindum. - Tað var rættiliga upp­ lagt, at eg kom her upp, tí at eg eri herfrá. Eg havi vitja familju í Suðuroy og Klaksvík. Annars eru vit í hvussu so er eina ferð um árið og ferðast í Føroyum, sigur Páll. Tey hava ikki nakrar ætl­ anir um at flyta heim. - Nú hava vit búð í Dan­ mark í 19 ár, og vit hava ikki ætlanir um at flyta heim enn. Tað er tó ein møguleiki, sum altíð er opin, men sum er hava vit ikki ætlanir um tað. Eg havi starvast í 13 ár hjá Bose, og tað hendir okkurt nýtt alla tíðina á hesum økinum. Alt gerst meira bygt á teldu­tøkni, og tað er ein øgilig menning. Starvið er spennandi og avbjóðandi, sigur Páll. Serfrøðingar innan sjónvørp í Føroyum Gissur Patursson saman við Michael Brandi og Per Jensen frá LOEWE.. Teir sýna fram sera framkomna flatskerm-sjónvarpið frá LOEWE. Mynd: Jens Kr. Vang Haruhagi fyri 106.200 kr. Dimmalætting skrivaðu í gjár, at samlaða virðið á haruhagunum við Vestmanna gjørdist 106.200 kr., tá uppboðssøla varð hildin sunnudagin. Hetta er nakað minni enn í fjør, tá samlaða virðið kom upp á 145.600 kr. Haruhagarnir í Vestmanna eru Fjallið, Brekkurnar, Norðurnesið, Dalarnar heimaru, Dalarnar eystanfyri, Heimihagin norðari, Heimihagin heimari og kongshagin Líðin. LMF landaði Skálaberg Landingarmiðstøð Føroya í Klaksvík landar ikki bara ísfiskaskip. Tað kemur meira enn so fyri, at teir eisini landa tey stóru skipini, tá ið tey koma aftur av túri. - Vit landaðu soleiðis Skálaberg um miðjan oktober. Teir høvdu 900 tons av skráskornum kongafiski, sum teir høvdu fingið vestanfyri. Tað tók einar tríggjar dagar at fáa allan fiskin upp úr lastini á Skálabergi og inn í bingjurnar, sum fiskurin fer av landinum í. Pól Fuglø, landingarformaður, sigur, at LMF, sum tekur sær av landing av bátum og skipum, eisini gevur tilboð upp á tílíka landing sum hesa hjá Skálabergi. -vilmund.