týsdagur 31. oktober 2006síða 38
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
38
Nr. 210 - 31. oktober 2006
vinnusíðurnar
4.000 sambadansarar
skulu marknaðarføra
norskan klippfisk
í Rio de Janeiro í
februar.
Marknaðarføring
Árni Joensen
arni@sosialurin.fo
Í februar verður aftur karne
val í Rio, men hesaferð
verður dansiveitslan eitt
sindur øðrvísi, tí norðmenn
hava sett sær fyri at brúka
tiltakið gera at gera eitt átak
fyri norskum klippfiski.
Nevndin,
sum
stendur
fyri átakinum, hevur havt
samband við tveir samba
skúlunum í Rio de Janeiro,
og teir hava játtað at lata
millum 4.000 og 5.000
dansarar
marknaðarføra
norskan klippfisk.
Knut Haagensen, sum
er formaður í fyrireiking
arnevndini, sigur við Nord
lys, at átakið hevur eitt
marknaðarvirði upp á fleiri
hundrað milliónir krónur.
Tað fer kortini ikki bara at
ganga klippfiskinum, men
eisini norsku ferðavinnuni
og norskum handils- og
vinnulívi sum heild, sigur
hann.
Higartil hava fyrireik
ararnir savnað góðar fýra
milliónir krónur til átakið í
Brasil, men enn resta einar
fimm milliónir krónur í,
áðrenn alt er fíggjað.
Í fiskimálaráðnum í Oslo
taka tey undir við átakinum
í Rio. Har verður sagt, at
tað er sera umráðandi fyri
Noreg at varðveita tann
brasilska marknaðin og at
menna hann. Tey halda tað
eisini vera sera áhugavert
at brúka dansiveitsluna í
Rio sum høvi til at markn
aðarføra klippfiskin.
Basil er næststørsti klipp
fiskamarknaðurin hjá norð
monnum, og árliga keypa
brasilar norskan fisk fyri
hálva aðru milliard krónur.
– Men tað eru ikki bara
fólk í Brasil, sum fylgja
við tí, sum hendir í Rio
í februar. Fólk um allan
heim og serliga í teimum
katólsku londunum síggja
sjónvarpssendingar
frá
dansiveitsluni, so tey eru
mong, sum verða kunnað
um klippfiskin úr Noregi,
sigur Knut Haagensen.
Hetta er helst eisini sein
asta høvi at brúka dansi
genturnar í Rio til at markn
aðarføra norskan fisk. Frá
2008 skulu øll dansiliðini
dansa fyri tí sama, og tá
verður prísurin væntandi
so høgur, at norski fiska
ídnaðurin verður ikki førur
fyri at rinda kostnaðin.
Dansa samba fyri norskum fiski
Tað er ikki nóg mikið, at
fiskurin smakkar væl og sær
væl út. Nú vilja normenn
eisini nýta stóra karnivalið í
Rio til marknaðarføring av
klippfiski
Marknaðarrák
Í farnu viku nevndu vit, at útlit vóru
fyri, at partabrøv fóru at lækka eitt
sindur innan alt ov leingi. Tað tykist
nú sum ein minni lækking byrjaði í
farnu viku. Hetta var galdandi á flest
øllum marknaðum, bæði í USA,
Evropa og Fjareystri. Kunngjørt
var, at amerikanski búskapurin fyri
3. ársfjórðing var hækkaður 2,9% í
mun til fyri ári síðani. Hetta var væl
minni enn væntað, og var við til at
fáa partabrøv at lækka. Eisini hevur
tað týdning, at partabrøv eru hækkað
10%-15% upp á 4 mánaðir, og at
íleggjarar nú taka nakað av hesum
vinningi heim við at selja partabrøv.
Roknskaparkunngerðirnar eru fram
vegis góðar, og virkini halda á at
vinna meir enn íleggjarar væntaðu.
Langtíðarútlitini eru tí framvegis
góð.
Lánsbrævarentur lækkaðar
BTÚ-tølini úr USA fingu láns
brævarenturnar at lækka í farnu
viku. 10-ára rentan er í løtuni
3,87%, hetta er 0,12% lægri enn
1-árs rentan. Hetta bendir á, at láns
brævaíleggjarar ikki vænta nakran
prísvøkstur.
Danske Bank kunnger
roknskap
Danske Bank kunnger roknskap
beint eftir evstamark ídag. Útlit
eru fyri, at roknskapurin verður
uppmettur so samlaða úrslitið kann
gerast eins gott og 2005. Væntaða
framgongdin skyldast m.a. eini
væntaðari hækking í nettointøkunum
uppá 10% í mun til 3. ársfj. 2005.
Mest sannlíkt verður sølan av RD
høvuðssætinum og afturføringar
frá áðurframdum niðurskrivingum
bókaðar hendan ársfjórðingin. Hóast
ein góður roknskapur er væntaður av
marknaðinum, meta vit at kursurin á
partabrævinum kann fara at hækka
meira enn marknaðurin annars.
Hesa vikuna
Hendan vikan verður hendingarík
á marknaðunum. Eftir laka ameri
kanska búskaparvøksturin í farnu
viku, verða eyguni havd við ameri
kanska arbeiðsmarknaðinum. Og
hesa vikuna kemur m.a. arbeiðs
marknaðarfrágreiðingin fyri oktob
ur. Harumframt hevur ECB rentu
fund, og har verður sitið undir
hvørjum orði.
Partabrøv lækkaðu
SEK
Broytingar eru útroknaðar í mun til fyri viku síðan. Myndirnar vísa gongdina seinastu 3 mánaðirnar.
Vika 44