Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-10-31, síða 39
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 31. oktober 2006síða 39

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 210 - 31. oktober 2006 39 lýsingar Byrja at arbeiða aftur hósdagin 2. okt. Salong Sonja Tvøroyri Tlf. 266998 ella 372345 Pedagogiskur ráðgevi/samskipari til Barnaverndartænastuna í Suðuroy at seta skjótast gjørligt Kundi tú hugsað tær at virka og arbeitt fyri, at børn og ung í Suðuroy fáa tryggleika, umsorgan og ein tryggan uppvøkstur? So átti tú tá at umhugsa at søkt arbeiði á Barnaverndartænastuni í Suðuroy. Á barnaverndartænastuni í Suðuroy hava vit brúk fyri einum fólki í hálvtíðarstarvi (20-25 t/v), sum skal hjálpa okkum at bøta um umstøður og kor hjá teimum, sum ikki hava nóg mennandi og tryggan barn- og ungdóm. Barnaverndartænastan sum bjóðar tænastu til borgarar í øllum kommunum í Suðuroy, húsast í løtuni í býráðshúsinum á Tvøroyri har 2 fólk arbeiða. Arbeiði, sum er ógvuliga fjølbroytt umfatar m.a. heimavitjanir, at ráðgeva børnum og/ella familjum teirra, at samstarva við og ráðgeva stuðlar, sum skulu hjálpa og menna barnið í og uttanfyri heimið. Í arbeiðinum fert tú eisini at samstarva við nógvar fakbólkar m.a. innan námsfrøði, sálarfrøði og innan undirvísingarøki. Tú kemur at taka tær av nógvum ymiskum barnaverndarmálum – gomlum sum nýggjum - og virkisøkið okkara verður innan karmarnar av barnaverndarlógini. Vit vænta av tær: • at tú hevur hóskandi útbúgving (t.d. pedagog, sosialpedagog, lærari, serlærari) • at tú ert fleksibul og hevur góð samstarvsevni • at tú ert ábyrgdarfull/ur, miðvís/ur og sjálvstøðug/ur í arbeiði tínum • at tú hevur gott innlit og evnar at síggja álvaran í teimum málum tú arbeiðir við • at tú ert nærverandi og hevur umsorgan fyri barnsins tørvi Innlit í og royndir frá barnaverndararbeiði/arbeiði við børn og/ella familjuráðgeving kann vera ein fyrimunur, men er ikki eitt krav. Tann sum verður settur, fær møguleika at fáa ta útbúgving/eftirútbúgving íð skal til. Hetta kann viðføra at tú m.a. skalt til Danmarkar nakar ferðir. Vit kunnu bjóða tær: • eitt spennandi og fjølbroytt arbeiði • møguleika fyri sjálvstøðugari støðutakan innanfyri avtalaðar karmar • møguleika fyri flekstíð og fyri sjálvtøðugari at tilrættisleggja tínar arbeiðstíðir Setanarviðurskifti eftir sáttmála við avvarandi fakfelag. Meira fæst at vita frá Susanne Madsen á tlf: 371085 ella teldupost: susanne@ tvoroyri.fo Umsókn við relevantum prógvum kunnu sendast til Tvøroyrar kommuna Postboks 80 FO 800 Tvøroyri Mrk.: starv barnaverndarumsitingin. Freistin at søkja er: mánadagin t. 20/11-06. Suðuroyar Barnaverndartænasta www.tvoroyri • susanne@tvoroyri.fo • tlf. 371085 • fax 371814 • postboks 80 • FO 800 Tvøroyri Tvingsilssøla Fríggjadagin tann 17. november 2006, kl. 13.00verður á Dómara­ skrivstovuni, Rættarsali III, C. Pløyensgøta 1, 100 Tórshavn, hildin tvingsilssøla yvir matr. nr. 25 e, Tvøroyri. Ognin er eitt grundøki til støddar 395 m2 við ástandandi sethúsum, sum eru umleið 110 ára gomul. Húsini eru umleið 48 m2 við kjallara, miðhædd og lofti. Kjallarin er óinnrættaður. Í mið­ hæddini er stova, køkur, baðiverilsi og gangur. Á loftinum er eitt rúm úti á lofti og 2 kømur. Húsini eru í ringum standi og krevja nógvar ábøtur. Fríða Patursson, adv., Fr. Petersensgøta 9, 100 Tórshavn, tlf. 311145, frp@jura.fo (j. nr. 20060841), hevur biðið um tvingsilssøl­ una, og kann geva nærri upplýsingar um ognina. Søluuppgerð kann umbiðjast hjá nevnda advokati ella hyggjast ígjøgnum á Dómara­ skrivstovuni. Føroya Fútarættur tann 27. oktober 2006 Internet Sosialur www.sosialurin.fo in Internet www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo