Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-11-01, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 1. november 2006síða 2

‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 211 - 1. november 2006 tíðindi - Sum tigandi vitni standa minnisvarðar og kirkjugarðar í bygd og bý - á nesi og á tanga. Vit høgga nøvnini á okkara kæru í minnisvarðan og gravsteinin. Tað, sum longu er høgt í minnið okkara, avmyndast í grótinum. Tað stendur eftir tann farna, og tað fer at standa eftir okkum við, segði løgmaður á minningarhaldinum á Hotel Tórshavn í morgun MINNINGARDAGUR Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Í morgun var minningarhald yvir tey sjólátnu á Hotel Tórshavn í Havn, sum siður hevur verið í mong ár. Nógv fólk var saman­ komið til løtuna, bæði um­boð fyri stovnar við atliti til sjóvinnu, umboð fyri feløg og nógv avvarðandi at fólki, sum farin eru á sjónum – bæði í farna ári og undanfarin ár. Sangir vórðu sungnir, og løgmaður og dómpróstur søgdu nøkur orð við høvið. Eftir løtuna á Hotel Tórs­ havn varð í góðveðrinum í morgun farið niðan í Viðar­ lundina, har løgmað­ur legði krans við minnisvarðan, og próstur bað eina bøn. Ein skipaherur Løgmaður, sum er Bjørn Kalsø, nú Jóann­es Ejde­ sgaard er burtur­staddur, byrjaði røðu sína við at endurgeva úr rám­andi yrkingini hjá mæta skald­ inum, Christiani Matras, ið hann nevnir ”Viðoy”. Í yrkingini lýsir skaldið oynna sum eitt skip: ”Sigl, oyggj, fram úr mjørka, nú ert tú eitt skip og tindarnir siglutrø, tú stevnir í veldiga heimin út við høgum og fjallarøð Nú brýtur frá stevni við Enniberg, og við Nánestanga er hvítt. Enn liggur tú fremst í skipaheri, har streymurin rennur strítt”. - Hendan oyggin liggur fremst í skipaheri; og skipa­ herurin er land okkara. Hetta landið við stórum og smáum skipum, hvørt við sína lið, stevnir út í tann veldiga heim, út úr mjørkanum, út úr nærleikanum og út á tað veldiga havið. Løgmaður helt, at væl eru orðini hjá skaldinum vald – og myndin rámandi. - Landið er í sínum grund­ vølli ein skipaherur – ja, ein herur og ikki ein skipafloti, tí júst ein herur verjir fólk sítt, verjir hin dýra farmin umborð, sum yrkjarin tekur til í sínum síðsta ørindi: ”Og fuglaringar um stavn og bógv teir lívga upp urð og skor. Og fólk og fæ og spógvamál er hin dýri farmur um borð”. Løgmaður legði dent á, at víst er farmurin umborð dýrur. - Fólk okkara er eitt harð­ balið fólk, sum útvegaði sær eitt harðvunnið fæ. Hesin skipaherur við dýrum farmi umborð bygdi land í øldir, og enn í dag byggja vit land við sama góða fólki og sama dýra fæi, tí hjá fiskiveiðisamfelagnum er hjallurin á sjónum. Hann vísti á, at hóast sjóferðslan innanoyggja minkar, nú bátar verða avloystir av vegum, tunlum og undirsjóvartunlum, so verða okkara fiskiskip og sjóferðslan til útheimin tó verandi. - Tí, Føroyar eru og verða verandi ein skipaherur, har streymurin rennur strítt. Stóra virðing - Sjómaðurin, sum umboð fyri Føroya fólk, hevur stóra virðing millum manna. Hann hevur eina ser­liga støðu í fólki okkara, tí eingin annar bólkur í samfelagnum hevur í øldir vunnið landinum slíkt fæ og lagt so nógv fyri sum sjómaðurin. Løgmaður segði, at viður­ kenning fólksins vísir seg í øllum løgum samfelagsins, sum hann tók til. - Bæði í lívi og deyða, í dag á allahalgannadegi og gjøgnum alt árið, legði hann aftrat. Hann vísti á, at í lívi vísir viðurkenningin seg víða hvar – og á ymiskan hátt. - Sjómanskirkjan, sum virkar um allan heim, hev­ur í morg ár verið okk­ ara forlongdi armur, ið røkkur hagar, vit sjálvi ikki røkka. Sjómansheimi, bæði heima og úti, hava tikið væl ímóti mongum sjómanni – og til stóru høgtíð okkara, jólini, senda sjómanskvinnuringarnir um landið trúliga jólapakkar til sjómenninar. Bjørn Kalsø vísti á, at við tøknini hava miðlar latið upp fyri nýggjum møgu­ leikum at røkka sjómannin. - Í útvarpinum hevur sjómaðurin havt sína serligu sending, ”Kvøðuljómar til sjófólkið”, sum í mong ár hevur borið sjómansins heilsu – og eitt tað nýggjasta í telduøldini er sjópostur, sum er ein telduposttænasta til sjófólk. Tvey almenn støð - Jú, víða røkka armar út í heim, og fjálgar eru tær hendur, ið tøtast til jóla – alt fyri at veita sjómanninum í longsli sínum eina heilsan heiman. Allar hesar hend­ ur, ið standa aftanfyri sjó­mannin, eru tann dýri farmurin umborð, ið ikki kann virðismetast nóg høgt. Løgmaður legði aftrat: - Í deyða minnast vit sjó­ mannin á hesum almenna degi – allahalgannadegi – við flagginum á hálvari stong og minningarrøðum kring landið við kranslegging, eins og kirkjur hava minn­ ingargudstænastu í kvøld. Heyst og vetrarmótasýningin 2006 Vælumtókta heystmótasýningin hjá miðbýnum verðu í ár á nýumvælda Hotel Tórshavn. Hetta er samstundis vælkomið høvi at síggja nýggju matstovuna og at vísa, hvussu hon riggar til eitt størri tiltak. Á fjølbroyttu sýningini verður tað nýggjasta innan móta sýnt fram til børn, ung og vaksin. Mótasýningin verður hóskvøldið 2. november kl. 19, og atgongumerkini fáast til keyps á Kunningarstovuni. Øll eru hjartaliga vælkomin. SøluRásin á Skála Fýra ítróttarfeløg á vestara armi á Skálafjørðinum, St.ÍF, Strálan, Skála Ítróttarfelag og Skála Róðrarfelag, skipa fyri árligu sølustevnuni SøluRásin í ítróttarhøllini á Skála 4. og 5. november. Umframt sýningar av øllum slagi verður sangur og tónleikur á skránni við nøvnum sum Lív Hansen, Jens Marna Hansen, Magna Christiansen, Lisu Frederiksberg og LM Band. Atgongumerkini eru lutaseðil, har til bera at vinna 10.000 krónur. Løgmaður á allahalgannadegi: Sjómaðurin hevur eina serliga støðu - Landið er í sínum grundvølli ein skipaherur – ja, ein herur og ikki ein skipafloti, tí júst ein herur verjir fólk sítt, verjir hin dýra farmin umborð, sum mæti yrkjarin, Christian Matras, tekur til í síni yrking Mynd: Vilmund Jacobsen