mikudagur 1. november 2006síða 3
‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 211 - 1. november 2006
3
tíðindi
Frímerkir og
Trøllapætur
í Miðlahúsinum
Hósdagin 2. november skipar Pf. Postverk
Føroya fyri einum áhugaverdum tiltaki
í Miðlahúsinum í Vágsbotni í sambandi
við útgávur av árbók, ársmappu og
jólamerkjum. M.a. koma Trøllapætur og
omman á vitjan
Útgávudagur
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Mikudagin 1. november er útgávudagur hjá Frímerkja
deildini hjá Pf. Postverki Føroya, tá árbókin, ársmappan
og jólamerkini verða givin út og eru til keyps á
posthúsunum kring landið
Í sambandi við almenna útgávudagin fyri jólamerkini
verður opið hús fyri almenninginum í Miðlahúsinum í
Vágsbotni hósdagin 2. november frá kl. 15-18 har Pf.
Postverk Føroya bjóðar kaffi og køkur og formaðurin í
Jólamerkjagrunninum greiðir frá. Frá kl. 16 eiga børnini
tiltakið, tá Trøllapætur og omman koma á vitjan.
Frá Postverkinum verður sagt, at øll eru hjartaliga
vælkomin.
í okkara fólki
Minningarhald
Í morgin skipar Klaksvíkar kommuna fyri minningarhald
teirra sjólátnu við minnisvarðan. Steinbjørn O. Jacobsen,
borgarstjóri, bjóðar vælkomin, Niels Pauli Danielsen,
sóknarprestur, talar, og Betesda-kórið fer at syngja.
Felagssangur verður eisini. Umboð fyri Klaksvíkar
býráð, landsstýrið, Klaksvíkar Útróðrarfelag, Klaksvíkar
Arbeiðsmannafelag og Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag
leggja krans við minnisvarðan.
Heystmóti í Havn
Tann árliga heystmótasýningin hjá miðbýnum í Havn
verður hóskvøldið 2. november klokkan19 í nýumvælda
Hotel Tórshavn. Har fara handlarnir Niels Arge, Bamsan
og Total, Diva, Fljóðið, Fótbúni, Gloss, Kallkyn, Kissa,
Listir, Mótaskálin, Skálabúðin, Touché, Vogue og Wrangler
Shop at sýna tey nýggjastu heystklæðini, og Salong Tóta
fer at vísa hármóta. Atgongumerkini til mótasýningina eru
at fáa í Kunningarstovuni.
Bjørn Kalsø vísti á, at
tað eru tvey almenn støð,
hagar vit kunnu leita at
minnast tey farnu og vísa
teimum heiðum. Hetta er
við minnisvarðar og kirkju
garðar.
- Sum tigandi vitni
standa minnisvarðar og
kirkjugarðar í bygd og bý
- á nesi og á tanga. Vit
høgga nøvnini á okkara
kæru í minnisvarðan og
gravsteinin. Tað, sum longu
er høgt í minnið okkara,
avmyndast í grótinum. Tað
stendur eftir tann farna,
og tað fer at standa eftir
okkum við, segði hann.
Hann vísti eisini á, at
tilfar landsins í botn og
grund er tann óvikandi
kletturin.
- Drangurin og kletturin
eru tað grótið, ið stendur
eftir, tá ið alt annað rapar.
Tað er tá, at dygdin vísir
seg. Gravsteinurin á landi og
drangurin í sjónum standa
sum minnisvarðar um dýran
farm í skipahersins landi.
Løgmaður segði eisini, at
júst hesa mynd nýtir próst
Dahl í týðing síni, ”Klettur
klovin fyri mær, lat meg fáa
lívd hjá tær... ”
- Gudstrúgvin í fólki okk
ara er dýrur farmur at hava
umborð. Hon er tann ævigi
kletturin, har sjómaðurin
fekk lívd, sjómanskonan
vón og næstringar ugga.
Tað er á hesa klettagrund,
vit byggja land.
Tríggir farnir
- Tað tykist vera so, segði
løgmaður, at nærum á
hvørjum ári fer burtur av
okkara dýra farmi. Í farna
ári eru tríggir landsmenn
farnir á sjónum. Vit hava
samkenslu við tykkum,
sum stóðu teimum næst og
kenna sviðan meinast.
At enda í røðu síni heitti
Bjørn Kalsø á øll, sum sam
ankomin vóru, um at reisast
og í tøgn veita teimum, sum
farnir eru, tann seinasta
heiðurin.
Síðan las hann upp nøvn
ini á teimum, sum deyðir
eru á sjónum seinasta ári.
Teir eru:
Bjørn Kalsø, sum er løgmaður, nú Jóannes
Ejdesgaard er burturstaddur, legði kransin við
minninvarðan í Viðarlundini í góðveðrinum í
morgun
Mynd: Jens Kr. Vang
Bjarni Bæk, dómpróstur, segði á Hotel Tórshavn í morgun, at
trúgvin á Guð á einum degi sum hesum hjálpir okkum at síggja
tann broytta veruleikan í eyguni
Mynd: Vilmund Jacobsen
Hans David Petersen, Viðareiði, 23 ár.
Druknaði 12. november 2005 við Norðborg í Klaksvík.
Kartin Reynheim, Tórshavn, 56 ár. Druknaði 13.
september 2006 við bryggjuna í Havn.
Mass Ingi Jensen, Nólsoy, 51 ár. Druknaði 14.
september 2006 við ”Hvalnes” í Nólsoyarfirði á ferð til
Havnar.