mikudagur 1. november 2006síða 4
‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 211 - 1. november 2006
Elin Maria Olsen,
praktikantur
Side Effect er helst einasti
industrial techno bólkurin í
Føroyum. Side Effect byrjaði
í 1999 sum ein soloverkætlan
hjá Brynjolfi, nevnd ‘Aura’.
Seinni spældu Ludvík og
Rúni við til nakrar konsertir
og blivu sum fráleið størri
partur av bólkinum. Tá
spældu teir Breakbeat/
techno, men fóru seinni yvir
til industrial techno.
Hóast Side Effect hava
spælt í sjey ár, hava teir ikki
veruliga verið aktuellir fyrr
enn á Prix Føroyum 2005, ið
var teirra gjøgnumbrot.
Teir hava útgivið eina
fløgu, ið eitur 5ide 3ffect,
sum kom út í mai 2006.
Vit vita jú, øll at teir eru
mega lekrir og spæla góðan
tónleik, men er har ikki
meir?
Vit hava fingið okkum eitt
prát við tveir av monnunum
aftan fyri Side Effect.
Er tað nøkur serlig grund
til at tit eita Side Effect?
– Altso vit vóru bara 15 ár,
tá vit byrjaðu og hildu bara
Side Effect ljóðaði feitt, uttan
at hugsa um, hvat tað merkir.
Tað er ikki fyrr enn seinni, at
vit hava funnið týdningin, og
hann er eisini rættiliga cool,
akkurát sum bivirkningarnir
av øllum hinum tónleikinum
í Føroyum, so tað er kanska
ein óbevíst grund, sigur
Brynjolfur.
– Vit eru ein bivirkningur
av samfelaginum vit liva í,
sigur Ludvík.
Hvat snýr tónleikurin hjá
tykkum seg um?
– Tónleikurin snýr seg um
at fáa agressiónir hjá fólki
fram. Fáa allar síðurnar hjá
teimum fram, glað, ill, kedd,
bara ógvusligt. So tað er
sum heild dynamikk, sigur
Brynjolfur.
– Tekstirnir eru bensin, eg
helli yvir bálið. Yrkingar,
tann einstaki lurtarin kann
spegla sær í. Sigur Ludvík.
Side Effect hevur verið
til leingi, men tit blivu ikki
ordiliga kendir fyrrenn í
fjør. Hvussu er tað at vera
eitt kent navn nú?
– Nú veit eg ikki, hvussu
kendir vit eru. Vit spældu
nógvar konsertir fyri umleið
fýra árum síðani, og har
plagdu at møta nógv fólk
upp, men tey skiltu ikki
ordiliga tónleikin. Vit hava
eisini spælt so nógv sløg av
tónleiki, altíð techno, men so
nógv ymisk sløg. Nú spæla
vit industrial techno, og tað
dámar okkum øllum væl. Vit
eru í hvussu so er allir nøgdir
við okkara tónleik. Vit eru
eisini blivnir betri nú.
Tað er kanska eisini tað,
at vit satsa upp á tann unga
aldursbólkin, og hann er
broyttur so nógv. Tey tíma
betur techno nú. Men tað eru
eisini nøkur 50 ára gomul
fólk, ið lurta eftir okkum,
og tað er sakin at fáa jaligan
respons frá teimum.
Um ein talentspejdari
hevði »funnið« tykkum og
boðið tykkum ein sáttmála í
LA, høvdu tit so farið?
– Um hann hevði bjóðað
okkum eitt gott tilboð, so ja,
100%.
Hvørjar planir hava tit
fyri framtíðina?
– Vit eru akkurát farnir í
holt við at trena aftur, so vit
ætla okkum at spæla onkrar
gigs, í nærmastu framtíð. Eg
flyti uttanlands, og har sum
eg endi við at vera, fari eg at
reklamera fyri bólkin, sigur
Brynjolfur.
Tað er næstan altíð feitt
at spæla á heimavølli, men
eisini hevði tað verið sakin
at sloppi út um klettarnar at
rokka.
Hvussu halda tit sjálvir, at
tit passa inn í eina konsert
sum til dømis ólavsøku kon
sertina, saman við øllum pop
og punk/rock bólkunum?
– Av tí at har eru so nógv
fleiri sløg av tónleiki enn
bara punk/rock og pop, haldi
eg at vit passa fínt inn. Fólk
hava so breiðan smag innan
fyri tónleik, so vit passa væl
inn. sigur Brynjolfur
– Um tað bara eru popparir,
blívur tað ov einstátta. sigur
Ludvík.
If you cant take the bass,
get the f%#k out of my
face.
Hava tit nakra konsert í
nærmastu framtíð?
– Vit eru akkurát byrjaðir
at trena aftur. Trummusláarin
hjá okkum er í Danmørk, so
vit hava akkurát fingið ein
nýggjan fyribils, at dekka
okkara reyv. Hann eitur
Sveinur Gaard Olsen.
Nú onkur tykkara gongur
í skúla, verður tykkara tón
leikarliga karriera nógv
ávirkað av tí?
– Nei ikki sum so. Men
hevur ein onkra stóra upp
gávu ella ritgerð at gera, so
taka vit sjálvandi tað fram
um.
Á hvørjum støði síggja tit
tykkum tónleikarliga?
– Man er so góður sum
man sjálvur heldur seg vera.
Vit eru ikki so góðir innan
fyri jasstónleik, men tað er
heldur ikki tað vit gera. Men
innan fyri industrial techno
halda vit, at vit eru rættiliga
góðir.
Navn: Ludvík Breckmann
Aldur: 21 Ár
Bústaður: Argir
Eygnalitur: Brún
Hárlitur: Brún
Instrument: Vokal
Yndisbólkur/ar: Lítla Rúm, Pantera, Sepultura, The Sex
pistols
Yndissangur/ir: God Save the Queen
Fyrimynd: Nietzsche
Yndisbar: Irish House
Yndisdrykkur: Guiness
Hvør persónur í løgtinginum er mest sakin: Buffalo
Bill
Persónliga motto: Kín ikki hundi, ið glettur á tonn
Navn: Rúni Christiansen
Aldur: 21
Bústaður: Tórshavn
Eygnalitur: Blá/Grá/Grøn
Hárlitur: Svart
Fyrsti tankin tú hugsar tá tú vaknar: Shiiiiiiiiiiaaaaaaat.
Instrument: Guitar.
Yndisbólkur/ar: David Hasselhof og Meshuggah.
Yndissangur/ir: Bamse og Kylling temasangurin.
Fyrimynd: Pingo
Yndisbar: Tórshøll
Yndisdrykkur: Heit mjólk við hunangi í
Dreymagentan sær út og er: Móður Teresa
Hvør persónur í løgtinginum er mest sakin: Hvør var
hasin sum prædikaði um C-vitaminur??
Persónliga motto: Ein Pannukøka kann rullast, tað kann
ein vafla ikki!
Navn: Brynjolfur á Heygum
Aldur: 21
Bústaður: Tórshavn
Eygnalitur: Reyð
Hárlitur: Svart
Instrument: Synthseisari
Yndisbólkur/ar: Ov nógvir at nevna. Okkurt boð kundi
verið Basshunter og Shu-bi-dua.
Yndissangur/ir: Alladin sangurin tulkaður av Peter
Andre og Jordan
Fyrimynd: Andy Warhol
Yndisbar: Blitz! í London
Yndisdrykkur: Øl og Pina Colada/Sex on the beach
Hvør persónur í løgtinginum er mest sakin: Jenis av
Rana ;p
Persónliga motto: ?
Persónligir spurningar:
Side
Effect