mikudagur 1. november 2006síða 5
‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 211 - 1. november 2006
5
tíðindi
Nýggja partafelagið
Løkir hevur til
endamáls at keypa
føroyskar og
útlendskar fyritøkur
og síðani menna tær.
– Við hesum
felagnum kunnu vit
gera størri íløgur enn
tær, ið vit annars vóru
førir fyri einsamallir,
sigur formaðurin
í nevndini, Petur
Háberg Jacobsen
Vinnulív
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Framtak: Tað er Føroya Banki
saman við partafeløgunum
Krúnborg og Tjaldur sum
í felag hava stovnað hetta
nýggja framtaksfelagið við
heitinum Løkir.
Partapeningin í felagnum
kemur frá teimum 20 mió.
kr., sum hesi trý feløgini
hvør sær hava sett í.
Men óhugsandi er ikki,
at bæði partapeningur og
eigaraskari verða víðkað í
framtíðini.
– Tað er altíð lættari at
lyfta tungar íløgur, tá fleiri
eru saman um tær, sigur
formaðurin í nevndini, Pet
ur Háberg Jacobsen, sum
umboðar Krúnborg í fel
agnum.
Saman við hesum felagn
um eru Føroya Banki og
Tjaldur somuleiðis við.
Stovnandi fundur í felag
num var fríggjadagin og varð
Óla Jákup Kristoffersen,
advokatur tá settur sum stjóri.
Hann er eisini nevndarlimur,
saman við Líggjasi í Bø.
Størri dynamikk
Hetta er kortini ikki fyrsta
framtaksfelagið her á landi.
Í dag eru eisini onnur feløg
við líknandi endamálum.
Men á tíðindafundi í morg
un varð kortini sligið fast,
at tað er tørvur á slíkum
feløgum til tær broytingar,
sum føroyska vinnulívið er
í í løtuni.
– Tað er ikki eitt framtaks
felag ov nógv í dag. Tað er
týdningarmikið at hava slík
feløg, sum kunnu keypa og
menna fyritøkur, sigur Janus
Petersen, forstjóri í Føroya
Banki.
Ætlanin hjá Løkir er einfalt
at keypa og menna fyritøkur
í Føroyum og uttanlands – og
síðani at selja tær.
Við hesum felagnum er
ynskið at skapa størri dyna
mikk í samfelagið. Soleiðis
verður nú lættari at keypa og
selja fyritøkur – og at verða
keyptur.
Ættarliðsskifti á veg
Her kann talan verða um
fyritøkur, sum verða einskild
ar, ella fyritøkur sum standa
fyri einum ættarliðsskifti,
ella fyritøkur sum snøgt
hava tørv á at peningi fyri
at vaksa.
Ein treyt er tó við hvørjum
einstøkum handli:
– Vit ætla bert at gera
íløgur í feløg, sum vit meta
at vit kunnu verða við til at
menna, slær Petur Háberg
Jacobsen fast.
Við teimum 60 mió. er
møguleiki fyri at fara til
verka longu nú. Hóast lítil tíð
er eftir at hesum árinum, so
verður kortini ikki útilokað
at ikki onkur handil kann
verða framdur longu í ár.
– Verður talan um størri
verkætlanir, so ber til at
hækka partapeningin, sigur
hann.
Mangir løkir
Øll feløgini í nýggja fram
taksfelagnum hava dugað at
sæð, at tørvur er á enn einum
slíkum felagi í føroyska
samfelagnum.
Sum støðan er í dag
finnast nógvar fyritøkur við
fáum eigarum. Haraftrat er
mangan talan um fyritøkur
sum hava nakað nógv ár á
baki, og tí standa fyri einum
eigaraskifti og helst eisini
einum ættarliðsskifti.
Her kann nýggja fram
taksfelagið seta pening í og
síðani menna fyritøkuna
við førleika teirra, áðrenn
fyritøkan verður seld aftur
fyri eitt vónandi størri virði.
Við virðisbrævamarknað
inum verða góðir møguleikar
skaptir fyri hesum, og nú
einskiljingar standa fyri
framman, kann nýggja fel
agið gerast ein virkin partur
av hesum.
– Á henda hátt verður
føroyska vinnulívið meiri
attraktivt, og verður hetta til
gagns fyri allar partar, sigur
Janus Petersen.
Teir gera tí kenda orðatakið
til teirra: “Mangir løkir smá
ir, gerast stórar áir”. Nú eitur
tað: “Hvør íløga skal verða
ein løkur, sum skal gerast til
stóra á!”
Nýtt framtaksfelag skal menna føroyska vinnulívið
Langur vetur í ferðsluni
Landsverk: Aftur í morgun varð boðað frá vetrarlíkindum í ferðsluni kring
landið. Veturin er ávegis og fólk gera seg kláran til bilferðslu undir broyttu
umstøðunum.
Ein uppgerð frá Landsverki vísir, at seinasta vetur var fyrsti hálkudagurin hin
22. oktober og tann seinasti hálkudagurin so langt frammi sum 23. mai í ár.
– Flestu hálkudagarnir vóru í mars og apríl mánaði, upplýsir rakstrarleiðarin
á vegadeildini, Finnleif Durhuus.
Tølini komu fram á tí sokallaða vetrarfundinum, sum arbeiðsfólkini í vetrarhaldinum skipa fyri eina ferð um árið.
Samanlagt vóru 92 hálkudagar seinasta vetur, umframt 27 dagar við svartakálki.
– Um vit samanbera við aðrar vetrar, so var seinasti veturin ein friðarligur vetur við lítið av kava, varð
staðfest á fundinum.
sb.
Ein góð íløga í hjúnalagið
Oasan: Aftur í ár hevur tað eydnast samkomuni Oasuni í
Hoyvík at fáa prædikumannin, Eivind Frøen at luttaka á árliga
hjúnabandsskeiðnum.
Aftur í ár verður hetta skeiðið hildið á Hotel Vágum í januar
mánaði komandi ár. Kostnaðurin fyri skeiðið er settur til 2400
kr.
Legan er ætlað øllum hjúnum, í øllum aldri, og so er líkamikið
um talan er um nýgift ella pør sum hava verið gift leingi. Pláss
er fyri 24 hjúnum.
– Hetta er kanska nógvur peningur at gjalda. Men hetta er avgjørt
ein góð íløga í hjúnalagið, verður sagt úr Oasuni.
sb.
Navn:
Løkir
Endamál:
At keypa fyritøkur og menna tær.
Stovnarar:
Føroya Banki, p/f Krúnborg og p/f
Tjaldur.
Partapeningur: 60 mió. kr. – 20 mió. frá hvørjum
felagi
Stjórn:
Stjóri Óla Jákup Kristoffersen.
Nevndarformaður Petur Háberg
Jacobsen.
FAKTA
– Møgu
leikar fyri
vøkstri
Fyri stjóran í Føroya
Banka, Janus Petersen
er eingin ivi um at
tørvur er á fleiri slíkum
framtaksfeløgum.
Ætlanin er tó ikki at
bankin skal verða tann
dominerandi parturin av
nýggja felagnum. Men
ætlanin er at meta sum
ein partur av eini lang
siktaðari virkisætlan hjá
bankanum, sum í roynd
og varð sett í verk í fjør.
Endamálið við hesi
ætlanini er at fáa bankan
at vaksa á øllum økjum,
m.a. við at verða við í
slíkum framtaksfelagi.
– Nú henda ætlanin er
framd í verki, síggja vit
stórar møguleikar fyri
vøkstri á økinum, sigur
Janus Petersen.
Í teirra eygum er greitt,
at við fleiri slíkum feløgum
á marknaðinum verður
hesin meiri effektivur.
Og hetta førir so aftur við
sær, at størri virði verða í
fyritøkunum.
Nýggja Corporate Fin
ance deildin hjá Føroya
Banka fer at standa fyri
teimum virðismetingum
og keypsætlanum, sum
skulu gerast, tá framtaks
felagið keypir fyritøkur.
- Gerið so væl. Alt er
til reiðar! – Her standa
rundstykkir á skránni, men
nýggja framtaksfelagið Løkir
er til reiðar at keypa seg inn
við størri ella minni parti
í føroyskar og útlendskar
fyritøkur. Vinstrumegin: Óla
Jákup Kristoffersen, stjóri í
Løkir; nevndarformaðurin
Petur Háberg Jacobsen;
forstjórarnir í Føroya Banka,
Janus Petersen og Súni
Schwartz Jacobsen
Mynd: Jens Kr. Vang
”
Hvør íløga skal verða ein løkur,
sum skal gerast til stóra á!