Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-11-01, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 1. november 2006síða 6

‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 211 - 1. november 2006 tíðindi Verkfall ella ikki Tað er brennandi spurningurin í løtuni, nú Føroya Pedagogfelag er komið við heldur torskildu boðunum um, at sáttmálaslitið fer at fáa fylgjur SÁTTMÁLASLIT Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Eftir at hava sitið á fundi við álitsfólk síni allan fyrra- partin, komu peda gogarnir loksins út úr fundarhølun- um á Hotel Føroyum. Men boðini, ið felagið kom við vóru ikki heilt greið. – Hetta fer at fáa av - leiðingar, segði formaður felagsins, Jarvin Feilberg Hansen. Hann fekst ikki at siga, at talan bleiv um verkfall, men hann fekk heldur ikki afturvíst hes- um! – Hetta fer at fáa fylgjur, fylgjur, sum fara at merkj- ast var hansara stutta við- merking til málið, uttan at vilja gera nærri við merk- ingar til, nær, hvar og hvussu hetta fer at merkj- ast. Tí ber bara til at gita, hvørji tiltøk talan verður um. Sosialurin hevur roynt at fingið fatur í Jarvin Feilberg Hansen í dag, fyri at spurt hann um hetta, men hetta hevur ikki eydnast blaðnum. Við sjónvarpið í gjár- kvøldið segði avvarðandi landsstýrismaður, Bárður Nielsen, at hann vónaði, at partarnir aftur fara at setast við semingsborðið. – Hetta fer at fáa fylgjur, fylgjur sum koma at merkjast, sigur formaðurin í Føroya Pedagogfelag, Jarvin Feilberg Hansen, sum ikki fæst til at siga, um talan verður um verkfall ella ikki Mynd Jens Kristian Vang Fakfeløgini stuðla pedagogunum Seinnapartin í gjár hevði Føroya Peda- gofelag bjóðað øllum hinum fakfeløgunum í landinum til fund á Hotel Føroyum, har pedagogarnir greiddu frá gongdini og støðuni SÁTTMÁLASLIT Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Eftir at hava sitið í góðar tríggjar tímar á fundi fyrra- partin í gjár við álitisfólk síni, fór Føroya Pedagog- felag aftur á fund seinna- partin, har tey høvdu inn- kallað øll landsins fak- feløg. Á fundinum greiddi Peda- gogfelagið frá gongdini í málinum og frá støðuni beint nú. Ongin niðurstøða var gjørd á fundinum sum so, men staðfest var, at Føroya Pedagogfelag hevur fullan stuðul frá hinum fak fel- øgunum í hesum sátt- málastríðnum. Øll landsins fakfeløgini vóru savnað á Hotel Føroyum í gjár, har tey fundaðust við Føroya Pedagogfelag um støðuna hjá teimum beint nú. Fremstur á myndini er Jákup Sørensen og síðani síggja vit Magnus Tausen og Sunleif Rasmussen Mynd Jens Kr. Vang Meginfelag áhuga- leikara Føroya fer nú at bjóða skúlunum skeið í drama og sjónleiki. Nú tað stundar móti jólum, og flestu skúlar fara undir at venja jóla- leik, heldur Meginfelag Áhugaleikara Føroya, MáF, tað vera hóskandi høvi at bjóða seg fram. – Uttan iva eru nógvir lærarar, ið kundu hugsað sær at fingið íblástur uttanífrá. Og kanska kann hetta verða byrjanin til eitt framhaldandi sam- starv, sigur MáF í tíð- indaskrivi. Og greitt verður víðari frá, at hetta er ein roynd at koma á tal við lærarar, sum eru sinnaðir at arb- eiða við drama og sjón- leiki í síni undirvísing, og MáF fer at vegleiða lærarunum, hjálpa til at finna leikir og at evna sjónleik burtur úr tilfari, sum næmingarnir sjálvir hava arbeitt við. Skeiðini verða fyri lærarum og fyri lærarum saman við næmingum, og verður tað Eyð Matras, dramalærari, sum fer at standa fyri undirvís ing- ini. Eyð hevur drúgvar royndir sum sjónleikari og undirvísari bæði hjá vaksnum og børnum. Tilboðið er galdandi frá 1. november til miðjan desember mánað. Sam- band fæst við felagið á maf@maf.fo ella á www. maf.fo. Skúlar fáa hjálp til jólaleikin Løgmaður bað um stuðul Jóannes Eidesgaard bað um stuðul, tá Norðurlandaráðið fyrrapartin viðgjørdi spurningin um sjálvsstøðugan føroyskan, grønlendskan og álendskan limaskap í ráðnum. Tað eru serliga Føroyar, sum hava lagt dent á at fáa sálvsstøðugan limaskap í Norðurlandaráðnum, og undir orðaskiftinum bað Jóannes Eidesgaard, løgmaður, londini taka undir við ynskinum. Løgmaður viðgekk, at tað kann gerast neyðugt at broyta Helsingfors-sáttmálan, sum er ”grundlógin” hjá Norðurlandaráðnum, men hann helt, at er politiskur vilji fyri tí, so ber til at finna eina loysn. Norski samstarvsráðharrin, Heidi Grande Røys, segði, at samstarvsráðharrarnir høvdu ætlað at viðgera málið i september, men at viðgerðin bleiv útsett til desember eftir ynski frá grønlendska heimastýrinum, sum vildi hava betri stundir at viðgera tað. Støðan hjá teimum samkyndu í Føroyum bleiv eisini drigin upp í orðaskiftið fyrrapartin. Danski limurin Mogens Jensen segði, at tað kann vera trupult at geva Føroyum javnstøðu í Norðurlandaráðnum, tá føroyskir borgarar ikki hava javnrættindi.