mikudagur 1. november 2006síða 7
‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 211 - 1. november 2006
7
tíðindi
Mótmæla hvalaveiði
25 lond fyrireika seg nú til at senda íslendsku stjórnini eitt
formligt mótmæli ímóti, at íslendingar aftur eru farnir undir
vinnuliga stórhvalaveiði. Frakland er eitt av londunum, sum
fer at mótmæla, og talsmaðurein hjá uttanríkisráðnum í
París, Jean-Baptiste Mattei, segði í gjár, at londini fara at
biðja íslendsku stjórnina endurskoða sína avgerð. Fleiri
lond hava mótmælt íslendsku avgerðini, men Noreg, Japan
og onnur lond stuðla henni.
Vindur og kavi
Tað var illveður í Danmark, Noregi og Svøríki í gjár og í
nátt. Í Noregi var stormur á Vesturlandinum, og nógvastaðni
kom so nógvur kavi niður, at ferðslan steðgaði. Í Svøríki
kavaði eisini so illa, at fleiri tok stóðu still, og nógvir
bilar kavaðu inni. Á motorvegnum sunnan fyri Stockholm
noyddust 400 fólk at sova í bili í nátt. Í Danmark var nógvur
høgættarvindur, og tað gjørdi, at brúgvin um Stórabelti
mátti latast aftur.
Lýsingar um spøl,
har til ber at vinna
– og tapa – pening,
gerast alt fleiri í
Føroyum. Enn hevur
ákæruvaldið ikki
tikið støðu til, hvørt
talan er um lógligar
lýsingar ella ikki
Marknaðarføring
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Seinastu tíðina hava lýsingar
frá veddingarfyritøkum ver
ið at sæð í Føroyum. Eitt
nú var hetta sjónligt, tá
fótbóltslandsliðið spældi
heimadyst móti Litava. Tá var
partur av bandalýsingunum
frá útlendskum bookmak
ara, sum skipar fyri fót
bóltsvedding. Og í Dimma
lætting í gjár var lýsing frá
Mermaid-Poker, har boðið
var til FM-kapping í poker.
Ein kapping, har buy-in er
á $ 10, og har talan altso er
um spæl við peningi.
Greiðar reglur hjá
grannunum
Í grannalondum okkara
eru greiðar reglur um,
hvørjar lýsingar eru loyvdar
og ikki. Og hóast ES hevur
roynt at gera sína ávirkan
galdandi, so er reglan enn,
at tað bert eru almennu spæli
feløgini, t.d. Danske Spil,
sum hava loyvi at lýsa við
sínum vørum.
Tað hevur við sær, at tað í
dag ikki ber til at síggja lýs
ingar frá eitt nú stóru ensku
veddingarfyritøkunum í
donskum miðlum. Og ein
asti møguleiki hjá hesum
at snúgva sær er, við at
hava eitt nú sjónvarpsrásir
við heimstaðið uttanlands.
Eitt modell, sum bæði
TvDanmark og Viasat hava
nýtt.
Dømi um sakarmál hava
verið fleiri. Eitt nú eru fleiri
útlendskir bookmakarar
stevndir í Danmark fyri
brot á lýsingarlóggávuna,
og í Noreg varð Maradona
skuldsettur, tá hann her fyri
var á fótbóltsrundferð. Sum
lýsing á spælarabúnanum
hevði Maradona nevnliga
búmerki hjá PartyPoker.
Við øðrum orðum, so
forbjóða lógirnar øllum lýs
ingum – undantikið teimum
almennu – um spæl. Eisini
hóast útbjóðarin virkar á
útlendskum marknaði.
Ógreiðar reglur
Her í Føroyum er ákæruvaldið
tó í iva um, hvørjar reglur
eru galdandi á økinum.
– Tað er sjálvandi eitt øki,
har vit fylgja væl við, hvat
hendir, men tað er ógreitt,
hvat lógargrundarlag vit
hava at virka á, sigur Finn
Ougaard, varafúti.
– Vit hava eina lóg um
ítróttarvedding, sum stað
festir ein einkarrætt at skipa
fyri spæli innan hetta økið.
Og í revsilógini er staðfest,
at hasard-spæl og medvirkan
til hetta er ólóglig. Tí er
spurningurin
einamest,
hvørt nevndu lýsingar koma
undir hetta økið ella ikki, og
tað fái eg illa gjørt ítøkiligar
viðmerkingar til. Eisini
tí talan er um útlendskan
útbjóðara, sum fyriskipar
spæl uttan fyri føroysku
landoddarnar.
– Tað einasta, sum eg
fái sagt, er, at vit fylgja
gongdini á økinum neyvt.
Okkara skylda er eisini at
meta um slík viðurskifti, tí er
talan um revsiverd forhold,
so skulu málini takast upp,
sigur hann.
Grátt økið innan lýsingarmarknaðin
Tvey dømi um lýsingar, sum
beinleiðis vísa til spæl við
pengum, hava verið at sæð í
Føroyum seinasta mánaðin
Mynd:Álvur Haraldsen
Men siglur nú við
egnari megi móti
Eggertsundleiðini.
Fimm mans eru við
og tveir teirra eru
føroyingar. Eingin
hevur fingið skaða.
Brotasjógvur
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Fýra rútar brotnaðu, og øll
navigatiónsútgerðin varð
oyðiløgd, tá føroyski stand
bybáturin Thor Sentry varð
raktur av einum herviligum
brotasjógvi seinnapartin
í gjár. Skipið varð tá stætt
umleið 200 km. í ein
útnyrðing úr Stavanger, mið
skeiðis millum Stavanger og
Orknoyggjar, har tað hevði
arbeiðsuppgávu við eina
oljuleiðing. Tað var kl 16:20
føroyska tíð, at manningin
á Thor Sentry sendi út neyð
arkall, tá ein sera stórur
sjógvur hevði brotið rútar á
brúnni. Orkan var í økinum,
og aldurnar vóru millum 15
og 20 metrar høgar.
Fimm mans eru við skipin
um, tveir føroyingar og tríggir
bulgarar. Føroyingarnir
eru skipari og stýrimaður.
Sambart reiðarínum var ein
teirra á brúnni, tá sjógvurin
rakti brúnna, men eingin
mannskaði hendi. Skipið
mist alt radiosamband.
Gunnbjørn Joensen, stjóri
hjá Thor sigur, at skipið
varð ongantið í havsneyð,
tó at brotasjógvurin var av
tí ringasta. Manningin hevði
alla tíðina tamarhaldið á støð
uni, tó at róðurið ikki riggaði
sum tað skuldi. Annað skip
hevur ligið hjá Thor Sentry,
um tað fór at verða neyð
ugt at taka manningina
av skipinum. Tað gjørdist
ikki neyðugt, heldur ikki
at senda bjargingartyrlu
avstað. Veðrið batnaði so
við og við, og í morgun er
veðrið væl betri og skipið
hevur sett kósina móti
Eggertsundleiðini.
Tað
siglur sjálvt. Helst verður
seinni siglt til Hanstholm.
Tað er Thor í Hósvík, sum
eigur trolaran Thor Sentry.
Thor Sentry ringan brotasjógv
Skipið er bygt á Ulstein Verft í 1961
Fyrrverandi nøvn:
2002 – 2005: Suðurvarði
1976 – 2002: Jonrit
1970 – 1976. Gracie
1961 – 1970: Tummas við Kráir
FAKTA UM THOR SENTRY