Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-11-01, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 1. november 2006síða 8

‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 211 - 1. november 2006 tíðindi SAMBAND árni joensen fartekst@mail.dk útlond Stutt sagt Danmark er fíggindi Í Egyptalandi vísir ein meiningakanning, at ein meiriluti av egypt­ iska fólkinum meta Dan­mark sum eitt fígg­ indaliga sinnað land. Tað eru egyptisku mynd­ugleikarnir, sum hava gjørt kanningina. Hon vísir, at 60 prosent av teimum spurdu halda Danmark vera eitt fíggindaland, og at 37 prosent halda Dan­ mark vera ógvuliga fíggindaliga sinnað. Í kanningini hava mynd­ ug­leikarnir spurt 1.000 tilvildarlig fólk. – NATO-hermenninir ansa ov illa eftir sivilfólkinum í Afghanistan Human Rights Watch Blair vann Politiska andstøðan í Bret­ landi royndi í gjár at fáa Undirhúsið at taka undir við einum uppskoti um eina kanning, sum skuldi kanna, um stjórnin hjá Tony Blair hevði nak­að grundarlag fyri at fara upp í kríggið við Irak. Men royndin hjá and­ støðuni miseydnaðist, tí tá atkvøtt varð, at­­kvøddu 273 tinglimir fyri kanningini, meðan 298 atkvøddu ímóti. Nakr­ir av tinglimunum hjá stjórnarflokkinum La­bour atkvøddu fyri upp­skot­­inum um kanning. Mar­garet Becket, uttan­ríkisráðharri, var ímóti kanningini. Hon heldur, at tað er rættari at kanna málið, tá teir bretsku hermenninir eru komnir heim aftur úr Irak. Nógvir alligatorar Í amerikanska statinum Florida kunnu veiðimenn skjóta í mesta lagi tveir alligatorar um árið, men nú umhugsa myndugleikarnir at loyva veiðimonnunum at skjóta fleiri. Kanningar vísa, at alligatorarnir eru nørdir nógv tey seinastu árini, og hildið verður, at nú eru umleið ein millión alligatorar í Florida. Tað halda myndugleikarnir vera í meira lagi, og tí hava teir nú skotið upp at økja ta árligu kvotuna hjá veiðimonnunum. Í sein­astuni hava alligatorar beint fyri trimum fólk­um í Florida, men mynd­ug­ leikarnir leggja dent á, at uppskotið um at skjóta fleiri djór hevur ikki samband teir tríggjar tilburðirnar. Fremsti talsmaðurin fyri suðurafrikanska apartheid- politikkinum er deyður. Fyrrverandi suður­afrik­ anski forsetin Pieter William Botha er deyður.Hann var 90 ára gamal. Botha, sum var forsætis­ ráðharri frá 1978 til 1984 og forseti frá 1984 til 1990, var fremsti talsmaður fyri apartheid-politikkinum hjá hvíta minnilutanum í Suð­ urafrika, og hann gav fleiri ferðir løgregluni boð um at brúka harðskap ímóti teimum svørtu. Kortini gekk hann seinni við til at taka fleiri av apartheid-lógunum av. Í 1989 noyddist Botha at leggja frá sær av sjúku. Eftirmaður hansara, Frederik W. de Klerk, skundaði undir at fáa apartheid-skipanina úr gildi, og tað var hann, sum gav boð um at lata Nelson Mandela sleppa úr fongslinum. Norska løgreglan hevur skuldsett átta teilendskar kvinnur fyri handil við kvinnum. Í samstarvið við donsku og svensku myndugleikarnar hevur norska løgreglan avdúkað eitt kervi, sum eftir øllum at døma hevur flutt teilendskar kvinnur til Noregs at arbeiða í skøkjuhúsum í Oslo og Bergen. Gjáramorgunin herjaði løgreglan fleiri hús í Oslo og Bergen, samstundis sum svenska løgreglan herjaði eini hús í Göteborg. Aftan á átakið skuldsetti norska løgreglan níggju fólk fyri at hava skipað fyri handli við kvinnum úr Teilandi. Átta av teimum skuldsettu eru teilendskar kvinnur, sum hava rikið tvey skøkjuhús í Oslo og Bergen. Samstundis eru tveir norðmenn skuldsettir fyri at hava forvunnið pengar burtur úr virkseminum hjá teimum teilendsku kvinnunum. Afghanar hava ikki álit á NATO- her­monnunum, tí bardagarnir við Tali­ ban krevja ov mong sivil mannalív NATO ger ov lítið til tess at forða fyri, at sivilfólk doyggja í bardøgunum har suðuri í Afghanistan, og tað fær afghanska fólkið at venda sær ímóti teimum útlendsku hermonnunum. Tað skrivar mannarættinda­ felagsskapurin Human Rights Watch í einari nýggjari frágreiðing. – Nógvir afghanar gleddu seg til at fáa teir fremmandu hermenninar til landið, tí teir kundu verja sivilfólkið og hjálpa afghanum at endur­byggja landið. Men NATO vísir sivilfólkinum og tess ognum ov lítlan ans, og tí hava fólk ikki álit á hermonnunum, sigur Sam Zarifi, sum stendur á odda fyri asiatisku deildini hjá Human Rights Watch. Sam Zarifi sigur, at NATO- hermenninir royna uttan iva at forða fyri, at sivilfólk doyggja í bardøgunum, men at teir kortini ikki gera nóg mikið fyri at forða tí. Harafturat hevur NATO hert framferðina ímóti Taliban, og tað hevur havt við sær, at sivilfólkið er í størri vanda nú enn frammanundan, sigur Sam Zarifi. Í síðstu viku váttaði NATO- leiðslan í Afghanistan, at 12 sivilfólk høvdu latið lív í einum loftálopi á eina bygd í Panjawi-landspartinum har suðuri í landinum, men lokalar keldur vildu vera við, at tað veruliga talið var millum 60 og 85. Í seinastuni hava NATO- deildirnar í Afghanistan hert loftálopini á støðir hjá Taliban, men Human Rights Watch sigur tað vera óheppið, at NATO millum annað brúkar flogfør av slagnum A-10 Warthog. Hesi flogførini eru sera oyðandi, men tey bera ikki orð fyri at vera so beinrakin sum fleiri onnur flogfør. Tí er vandi fyri, at tey raka skeiv mál, sigur Human Rights Watch. Ov mong sivilfólk doyggja Alt ov mong sivilfólk lata lív í bardøgunum millum NATO-hermenn og Taliban. Kvinnur skuld­ settar fyri kvinnuhandil Botha deyður P. W. Botha var íðin talsmaður fyri apartheid