Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-11-01, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 1. november 2006síða 9

‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 211 - 1. november 2006 9 tíðindi Landsstýrismaðurin í Norðurlendskum samstarvi, Jógvan á Lakjuni slapp veruliga at royna seg undir spyrjitímanum í morgun. Úr høgru og vinstru bleiv hann spurdur um støðuna hjá samkyndum í Føroyum. Norðurlandar­ áðsfundur Páll Holm Johannesen pallurin@hotmail.com Christiansborg: - Hetta er heilt ótrúligt. Ein før­ oysk­ur ráðharri verður van­ liga ongantíð spurdur um nakað sum helst, men í dag verður eg spurdur úr høgru og vinstru. Eg havi svarað tykk ara spurningum fleiri ferðir, og tími ikk i at endurtaka svarið enn eina­ ferð. Tað var eingin ivi um, hvør fekk flestar spurningarnar í spyrjitímanum fyrra­part­ in, tá orðaskiftið í Norður­ landaráðnum var á skránni. Sum føroyskur ráðharri í Norðurlandamálum bleiv Jógvan á Lakjuni álopin við hvøssum atfinningum um støðuna hjá samkyndum í Føroyum. - Tað er eingin ivi um, hvør hevur verið toppskorari við spurningum higartil, men nú haldi eg eisini, at tit eiga at seta spurningar til aðrar ráðharrar enn tann føroyska, tí annars gerast teir arbeiðsleysir, helt for­ manskapurin skemtiliga fyri undir spyrjitímanum. Mannarættindi - At verða álopin og happ­ aður fyri at vera sam­ kyndur er eitt greitt brot á grundleggjandi manna­ rætt­indi. Hetta er ikk i bara eitt mál fyri Føroyar. Hetta er hinvegin eitt mál fyri alt heimssamfelagið at verja mannarættindi. Og mannarættindi eru væl eisini galdandi í Føroy­ um, spurdi Rannveig Gud­ mundsdóttir speiskliga før­ oyska ráðharran. Íslendski tinglimurin vísti á, at Norðurlandaráðið fyri 25 árum síðan fann hvassliga at Íslandi, tí íslendingar ikk i virdu samkynd. Rann­ veig Gudmundsdóttir nevndi tilburðin við Ras­ mus Rasmussen, og helt fyri, at Føroyar áttu at fáa somu viðferð frá Norð­ urlandaráðnum sum Ísland fekk fyri 25 árum síðan, tí tilburðurin við Rasmusi Rasmussen í oktober mán­ aði var eitt klokk uklárt dømi um, at føroyingar ikk i virða tey samkyndu- og harvið ikk i mannarættindi. Rannveig Gudmunds­ dótt­ir er partur av sosial­ demokratiska bólkinum í Norðurlandaráðnum, og hon heitti staðiliga á aðrar politiskar bólkar undir Norð­urlandaráðnum um at fordøma støðuna hjá sam­ kyndum í Føroyum, og bað samstundis føroyskar politikarar geva samkyndum somu rættindi, sum onnur Norðanlond hava. Tað var kortini ikk i bara íslendski politikarin, sum reisti spurningin. Bæði svenskir og danskir politikarar spurdu upp til fleiri ferðir, hví samkynd ikk i vera vard, um samkynd eru vælkomin í Føroyum og nær Føroyar ætla at veita samkyndum verju móti happ­ing og mismuni. Donsku fólkatings­lim­ir­ nir Mogens Jensen (S) og Line Barfoed (E) knýttu spurningin um sjálv­støð­ ugan føroyskan limaskap og støðuna hjá samkyndum saman. - Hví skulu vit geva før­ oy­ingum somu rættindi í Norðurlandaráðnum sum vit hava, tá teir ikk i kunnu veita sínu egnu borgarum somu rættindi í Føroyum, spurdi Mogens Jensen Sjokeraður Jógvan á Lakjuni varð ikk i sørt ørkymlaður og stund­um illur inn á mongu spurningar, sum vóru settir honum í morgun. Hann segði seg vera sjokeraðan av myndini, sum Norðanlond vilja geva av Føroyum. Hann vísti á, at Føroyar eru eitt gott land at búgva í, tí sambært hagtølunum eru Føroyar besta norðanlandið at búgva í, tí vit hava millum annað lágt arbeiðsloysi, lítlan og ongan kriminalitet og eitt høgt barnatal. - Danskir miðlar hava sein­astu vikurnar miðvíst roynt at seta Føroyar í ringt ljós, tí tað dámar teimum best. Útleggingin av støðuni hjá samkyndum hjá teimum er fullkomiliga burturvið, tí vit diskriminera ongan í Føroyum. Eg taki full­ komiliga frástøðu frá til­ burð­inum í farna mánað, men eg vil staðiliga vísa á, at hatta er ikk i nakað sum hendir regluliga í Før­ oyum. Tí haldi eg, at tað er ótrúligt, at Norðanlond skulu ganga á odda við at seta Føroyar í ringt ljós, segði ein kensluborin Jógv­ an á Lakjuni. Hann legði serliga eftir Rannveig Gudmundsdóttir. sum hann metti hava for­ nermað føroysku tjóðina við sínum álopum. - Tað er undrunarvert, at harðastu atfinningarnar skulu koma úr Íslandi, tá hugsað verður um at Føroyar og Ísland eru nærmastu grannar og bróðratjóðir, segði landsstýrismaðurin. Demokratiskur rættur - Tað er rættiliga deildar meiningar um spurningin. Bíblian verður tulkað ym­­ iskt, og tað tekur tíð at flyta mørk. Eg eri ikk i vísur í, at tað fer at eydnast at broyta lógina hesaferð, men møguliga eydnast tað næstu ferð, ta málið kemur fyri løgtingið. Soleiðis orðaði løgmaður seg, tá hann í gjár bleiv spurdur um støðuna hjá samkyndum undir setanarorðaskiftinum. Eins og Jóannes Eidesgaard vísti á í gjár, segði Jógvan á Lakjuni, at Norðanlond verða noydd at virða støðuna hjá føroyska fólkinum og politikarunum. -Eg skal viðmerkja, at meirluti av føroyska fólkinum ikk i ynskir at broyta revsilógina, og tað er ein demokratiskur rættur hjá okk um at hava tað støðuna, vit hava í málinum. Føroyar og Grønland er einastu Norðanlond, sum framvegis ikk i hava víðka revsilógina til eisini at umfata kynsliga orientering. Bókmentavitjan úr Sveis Í næstu viku koma trý fólk á vitjan úr Sveis. Tvey av teimum eru ritstjórarnir á bókini Von Inseln weiss ich... (Eg oyggjar veit) við føroyskum stuttsøgum týddar til týskt. Triðja fólkið er rithøvundur, sv-ritstjóri og hevur verið professari í retoromanskum bókmentum. Tiltøkini verða trý eitt á setrinum, eitt í Loungini á Hotel Hafnia og eitt í Norðurlandahúsinum. Mikudagin verður fyrilestur um sveisiskar bókmentir við sveisiskum høvundanum og bókmentafrøðinginum Carmartin. Mikukvøldið verður bókmentakvøld í Loungini á Hotel Hafnia, har evnini serliga eru málpolitikk ur og bókemntir. Seinasti fyrislesturin verður hóskvøldið í Norðurlandahúsinum, har bókin, Von Insels Weiss Ich – eg oyggjar veit – verður løgd fram. Læknar úr Pólandi Læknatrotið í Danmark hevur noytt danska hervaldið at velja eina heldur óvanliga loysn. Hervaldið hevur 56 hjálparlæknastørv, men í longri tíð hevur bara annaðhvørt starv verið sett. Tí hevur herleiðslan nú leitað sær hjálp úr Pólandi, og fyribils eru níggju polskir læknar settir í starv hjá herinum. Vísir tað seg, at hetta roynist væl, ætlar herurin at fáa fatur á 10 polskum læknum afturat, tí danskir læknar eru ikk i at finna. Tað verður í fyrsta lagi á Norður­landa­ ráðsfund­inum í Oslo komandi ár, at ein avgerð verður tikin í spurninginum um sjálvstøðugan føroyskan limaskap í Norðurlandaráðnum. Hetta gjørdist greitt undir orðaskiftinum í Keypmannahavn í morgun. Norðurlanda­ ráðsfundur Páll Holm Johannesen pallurin@hotmail.com Christiansborg: Tað eydn­ aðist heldur ikk i á Norður­ landaráðsfundinum í ár at koma til eina niðurstøðu í málinum um føroyskan sjálvstøðugan limaskap í Norðurlandaráðnum. Málið hevur verið á skránni síðan 2003, tá Føroyar søktu um sjálvstøðugan limaskap, men framvegis er eingin niðurstøða gjørd. Drúgva viðgerðin av málinum fekk fleiri norð­ urlendskar tinglimir at tala at undir orðaskiftinum í morgun, og heittu á avvarð­ andi myndugleikar um skunda undir málið. - Persónliga hevði eg vón­að, at vit kundu koma til eina niðurstøðu í mál­ inum á hesum Norður­ landaráðsfundinum. Tað er at halda Føroyar fyri gjøldur, at vit ár eftir ár mugu útseta avgerðina, og tí mæli eg til, at vit sum skjótast koma til eina niðurstøðu, segði Rannveig Gudmundsdóttir, sum er partur av Sosial­ demokratiska bólkinum. Møgulig broyting Formaðurin í Norður­landa­ ráðnum, Ole Stavad, vísti á, at tað framvegis er ov tíðliga at taka eina endaliga støðu í málinum um sjálv­ støðugan limaskap, tí við­ gerðin er einfalt ikk i liðug enn. Hann legði afturat, at vónandi kann ein av­gerð takast á komandi Norður­ landaráðsfundinum í Oslo komandi ár. Formaðurin í Norðurlandaráðnum segði, at hann persónliga ynskti, at tey sjálvstøðugu økini, Føroyar, Áland og Grønland fáa ein virknari leiklut í norðurlendska sam­ starvinum. Higartil hevur verið broyt­ ingin av Helsing­fors­­av­ taluni verið stóri snávingar­ steinurin, tá sjálvstøðugur føroyskur limaskapur hevur verið umrøddur. Helsingforsavtalan loyvir bert sjálvstøðugum statum at fáa fullan limaskap í Norðurlandaráðnum. - Tað er eftir mínum tykk i eingin trupulleiki hjá Føroyum at gerast part­ur av sjálvum Norður­ landaráðnum, men hinvegin eru møguliga løgfrøðingar forðingar fyri, at Føroyar kunnu gerast partur av ráðharraráðnum. Kortini havi eg eina vón um, at Helsingforsavtalan kann broyast, so Føroyar eisini kunnu gerast partur av ráð­ harraráðnum, segði Ole Stavad í morgun. Jógvan við Keldu spurdi um nøkur ítøkilig ætlan er um at broyta Helsingfors­ avtaluna, og heitti sam­ stundis á Norður­landa­ráðið um at fara undir at fyrireika eina ítøkiliga broyting av Helsingforsavtaluni, so Føroyar kunnu gerast limur sum skjótast. Politiskur vilji Føroyskir politikarar vóru ikk i óvæntað allir á talarastólinum og strongdu á eina avgerð í málinum. Høgni Hoydal, Jógvan við Keldu, Kári P. Højgaard og Løgmaður, Jóannes Eides­ gaard, fíltust allir á, at ov stórur dentur verður lagdur á løgfrøðiligu forðingar, tí eftir teirra tykk i kann málið lætt loysast, um polit­ iskur vilji er fyri føroysk­ um limaskapi millum lima­ londini. - Norðanlond hava altíð sýnt stóran solidaritet úteftir, tá aðrar tjóðir hava roynt at gerast limur av ymiskum altjóða felagsskapum. Eg vóni tískil, at Norðanlond eisini fara at sýna solidaritet inneftir, nú Føroyar ynskja at gerast limur, segði Jó­annes Eidesgaard undir um­røðuni. Jógvan bleiv bombarderaður Limaskapurin dregur út Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður