Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-11-01, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 1. november 2006síða 10

‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 211 - 1. november 2006 Løgmaður var herfyri endurgivin í samband við privatiseringar fyri at siga, at tað almenna ikki skuldi reka vinnuvirksemi. Hesin hugburður er rættiliga útbreiddur og er ma. komin av, at man fyri eini 20 til 30 árum síðani sá eina massiva almenna uppíblanding í vinnulívið. Máti skal sum kunnugt verða við øllum, men frá massivari uppíblanding til einki alment vinnuvirksemi er eitt langt lop. Um politikarar altíð høvdu havt henda hugburð, so høvdu vit enn dúvað uppá Mærsk og DFDS sum samband til útheimin og standurin á mongum smá­ plássi og útoyggj hevði verið betýðiligt verri, enn hann er í dag. Ótrúliga skjótt sum fólk gloyma, hvussu tilafturskomið Føroyar var við sambandi til útheimin og innanoyggja fyri einans 20 - 30 árum síðani, tí at tað privata initativið ikki rakk til. Eitt er, at ungfólk og almenningurin gloymir hetta. Eitt annað er, at ein flokkur sum Javnaðarflokkurin, sum kann taka sær sín part av heiðurinum fyri ein stóran part av sjeymílalopunum í okkara sambandi innanoyggja og við útheimin, skal gloyma hetta. Hesi framstig høvdu ongantíð verið komin við einum “landið skal als ikki reka vinnuvirksemi” hugburði. Eitt er at summir borgarligir flokkar hava tað sum prinsipp, men Javnaðarflokkurin er ikki ein borgarligur flokkur og, hóast ikki tilhangari av almennari involvering í alla vinnu, so hevur tað júst verið eitt kennitekin við javnaðarpolitikki, at man ikki hevur havt ein svart hvítan holdning til hesi ting. Hetta tykist løgmaður hava gloymt. Hvussu verður vinnuvirksemi definerað? Er tað tunnilsrakstur? Tað tykist verða hugburðurin í Javnaðarflokkinum, tá vit hoyra formannin í tingbólkinum tosa um at selja undirsjóvartunlar til privat. Skulu norðoyingar og vágamenn verða undirlagdir bummpengatakstirnar hjá einum privatum monopoli í allar ævir? Skulu vit eisini selja tunnilin millum Kaldbaksbotn og Kollafjørð, so onkur kann seta ein bumm á, fyri at vit onnur skulu gjalda fyri at sleppa at koyra á tí, sum plagdi at verða landsvegur í orðsins rætta týdningi? Vit eiga annars at fanga tey signal úr útheiminum, har privatisering av almennum fyritøkum hevur givið bæði góð og ring úrslit og síðani læra av teimum royndunum. Sosialurin Privatisering Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Henrietta Hammer henrietta@sosialurin.fo Birgir Waag Høgnesen birgir@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Heini Kristiansen heinik@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo !!! Haldarar sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja til 341818 og boða frá, leygardag tó frá kl. 11.00-13.00 Uppseting/prent: Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Mánadagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Týsdagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Mikudagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Hósdagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað­leiðsl­an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. SAMBAND eirikur lindenskov eirikur@sosialurin.fo tlf 341800 viðmerkingar Tað er helst eitt ellisbrek, at ein tímir at hefta seg við samfelagsligu smálutirnar í størri høpi, men eg kann ikki lata vera! Sjálvsagt henda alla tíðina broytingar í samfelagnum, sum vit skulu laga okkum til. Bæði innan- og uttan­ lands hendir mangt og hvat vinnuliga, tøkniliga og ment­ anarliga, og sum partur í heildini mugu vit laga okk­ um og taka støðu til broyt­ ingarnar. Her hendir mangt og hvat heima. Havi í øðrum høpi nevnt, hvussu sór krøv verða sett til starvsfólk, sum kunnu verða sett í starv í almennu umsitingini, men havi sett spurnartekin við, hvussu nógv eitt skúlaprógv er vert, um einki høvd fylgir við! Hygg bert eftir, hvussu nógv Umboðsmaðurin hev­ ur at gera og átala, tí hesi væl skúlaðu fólkini ikki eru før fyri at gera sína skyldu! Hví? Okkara lóggevandi løg­ting haldi eg er sokkið so djúpt í orðavali og hugs­anarhótti í samband við viðger av lóg­gávu og reglum fyri okk­ um landsmenn, at tað er skelkandi! Hví? Einasta mál í samfelag­ num, ið verður sømuliga, væl og virðiliga viðgjørt, er ítrótturin, og serliga fót­ bólturin. Hetta er gott og væl, men tá henda viðgerð bert kann sigast at vera nøktandi um fótbólt, so er eisini vert at undirstrika, at hetta snýr seg um ”fóta­traðk”!? Hví?  Ein afturvendandi spurn­ ingur er alla tíðina um at fáa nokk av løn t.v.s. meir, men tá verður ikki hugsað um størri avrik! Ongin veru­lig viðgerð fer fram í fjøl­miðlunum ella innan tinggátt! Hví? Ein skrivandi maður, Carl Johan Jensen, trínur fram og sigur, at ”eingin” dugir at skriva, uttan hann sjálvur! Hvar er viðgerðin farin fram, um hetta er rætt, ella um hann við hesum roynir at krógva seg, tí hann sjálvur ikki dugir at skriva? Sá og hoyrdi upplestur hansara í sjónvarpssendingini, men eg skilti einki! Men hvar er gali? Hjá mær ella honum? Hetta mátti verið eitt upplagt evni hjá fjøl­miðlunum, men haðan kem­ur einki! Hví? Okkara kommunustýri á Sandi síggja vit játtar stór­ ar upphæddir til væl­ger­ andi endamál, tó utt­an at vit borgarar hava fing­ið møguleika at gera okk­um kunnugar við fíggjar­ætl­ anina fyri 2006, samstundis sum henda fíggjarliga tungt koyrandi kommuna hevur fingið fíggjarliga hjálp frá øðrum kommunum í land­ in­um í kreppuárunum í 1990-unum, hevur hægsta skattaprosent-24- og hev­ ur fingið játtan frá Føroya Banka um, at hesin skal fíggja avdráttirnar í Komm­ unekredit, og geva Sands Kommunu ein avdráttarskáa í fíra ár, soleiðis at skuld kommununnar veksir til­ svarandi!! Hevur landsstýrið góðkent hesa mannagongd, og hevur kommunustýrið góða samvitsku?? Hví? Okkara tjóðskaparligi sam­leiki líður undir stórum trýsti í hesum døgum. Eg hoyri onga tænandi rødd, bert hjálparleys skríggj, men frá tí, ið ongan rygg hevur, væntast einki! Tað er væl ikki so gali, at einasta sæluskapandi bjarging er, um útlendingar við fíggjarligum trýsti klára at tvinga Føroya Løgting at seta eina ”reyvagrein” inn í revsilógina! Í fjølmiðlunum hoyrist og sæst javnan um berghol, undirsjóartunlar og nýggjar ferjur, sum skulu gerast ymsa­­ staðni í landinum: sand­oy­ ingar skulu hava undir­­­sjóar­ tunnil, møguliga við einum avstikkara upp í Hest, undir­ sjóartunnil skal gerast undir Skálafjørðin, soleiðis at tað einans tekur 10 minuttir hjá fólki har at koyra til Havnar, berghol skal gerast norður um fjall á Borðoynni, ístaðin fyri tey bæði smølu og ótíðar­ hóskandi bergholini, sum hava verðið nýtt síðani eina­ ferð í 1960-unum, berghol skal gerast úr Hvannasundi norður til Viðareiðis, nóls­ oyingar skulu hava nýggja ferju, Sam skal gera eyka túr út í Kallsoynna, so fólk­ ið har kann ganga til ymisk frítíðarítriv inni á megin­økin­ um, Smyril skal gera ein eyka túr til Suðuroyar, soleiðis at ítróttarfólk kann koma aftur og fram o.s.fr., o.s.fr., sumt meira átroðkandi enn annað. Men bergholið og ferju­ legan, sum svínoyingar hava søkt um í skjótt rættuliga nógv ár, verða so at siga ikki tikin upp á tunguna. Jú, peningur er vistnokk settur av til ymiskar kanningar, og onkrar kanningar eru nokk eisini gjørdar, men tað gongur alt, alt ov seint fyri seg. Tað er nú, beinanvegin at okkurt má henda. Um or­søkin til tann væntandi viljan at gera nakað er tann, at vit ongan politikkara eiga, sum talar okkara søk, skal eg lata verða ósagt, men nógv er,sum bendir á, at so er. Havandi í huga, at hetta ikki er ein marglatistrupulleiki, svínoyingar berjast við, men ein spurningur hjá Svín­­­oynni at yvirliva sum sam­­felag, er tað óskiljandi at viljin hjá politikarunum ikki er størri at gera nakað munagott. Atkvøðurnar eru kanska ov fáar! Tað verður ofta havt á lofti, at tað nyttar onki at gera nakað, tað er ov seint, ov fá fólk, hvør tímir at flyta útaftur, bygdin doyr út allíkavæl – jú, argu­ mentini eru allarhelst nógv fyri ikki at gera nakað – og, gaman í, best hevði verðið, um bergholið og ferjulegan vórðu gjørd fyri 20 árum síðani (so hevði støðan ikki verið so ring, sum hon er í dag), men tað kunnu vit ikki hanga okkum í nú. Nú ræður um at hyggja frameftir og fáa sum frægast burturúr. Undirritaða kann í øll­um førum tosa fyri seg, at varð ferðasambandið bet­ur, so var tað slettis ikki óhugsandi at havt fastan bústað úti í Svínoy. Og eg rokni ikki við, at eg eri tann einasta. So, góðu politikkarir, leggi nalvaskoðanina til síðis og arbeiði fyri øll­um landinum, eisini útoyggj­unum. Út­oyggja­ fólk eru eisini skattgjaldarir, minnist til tað. Tá tað kemur til menning av útjaðaranum/ útoyggjunum, so eru tit dumpaðir, so tað stendur eftir. Sjálvt PISA- kanningin er eitt ljós afturímóti. Føroyar verða so nógv fá­­tækari, um útoyggjarnar verða avoyddar! Tað hevði kanska verðið eitt gott hugskot at alt løg­ tingið og landsstýrið við fóru eina útferð, hendan útferðin skuldi verðið ein vetrardag, tá høgættirnar leika á norðan­ fyri, flutningsfarið skuldi verð­ið Másin, og leiðin, ja - hon skuldi verðið runt Svín­ oynna. Tørvar okkum eina mentannarliga kollvelting? Eyðun Mohr Viderø Anna Áarberg Skylda landsins mótvegis útoyggjunum at veita teimum betri ferðasamband!