Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-11-01, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 1. november 2006síða 11

‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 211 - 1. november 2006 11 Eftirsum eg eri tann lív­frøðingurin, ið Richard Schwartson kallar óseriøs­an, eftir at hava sæð send­ingina Mentanartíðindi 6. okt. 2006, kenni eg meg noyddan at svara aftur og koma við nøkrum fáum rætt­leiðingum. Hetta fyri at royna at sleppa undan, at almenningurin verður vill­leiddur av fólki sum Richard Schwartson. Ikki vanlig fatan Richard nevnir, at hann og fleiri akademikarar við honum taka ikki und­ ir við áskoðanum hjá lív­ frøð­ingum um, at alt er íkomið við tilvildarligum úrbregði (mutatiónum) og natúrligum úrvali. Tað kundi næstan ljóða á honum, sum um hetta er ein ógvuliga vanlig fatan millum akademikarar. Men soleiðis er tað sjálvsagt ikki. Fyri hvønn akademikara, ið Richard kann finna, ið ikki tekur undir við hesi áskoðan, kundi eg skriva 20 síður upp og niður í Sosialinum við nøvnum á akademikarum, ið allir taka undir við henni. Og tað við ógvuliga lítlari skrift. Tí ber til uttan at himprast at siga, at vísindafólk sum heild taka undir við hesi áskoðan. Ikki vísindaligt “modell” Viðvíkjandi tí, at visindalig data eins væl stuðla “modell­ inum”, at tað er ein skapari, ið stendur aftanfyri, so er hetta nakað tvætl. Modellið, ið Richard tosar um, eitur “trúgv upp á, at ein skapari stendur aftan fyri alt, uttan mun til hvat dataini siga”. Argumentatiónin aftanfyri er, at tað vit enn ikki vita og skilja, prógvar, at tað má vera ein gud, sum hevur skapt tað. Talan er sostatt um trúgv og ikki eitt vísindaligt mo­dell, og er tað tí meinings­ leyst at royna at kroysta vísindalig data niður í tað. Munurin á einum vís­ inda­ligum modelli og ein­ um religiøsum modelli er, at í vísindum vilt tú vita, hvussu veruleikin er, meðan í religión vilt tú avgera, hvussu veruleikin skal vera, tí har hevur tú jú longu avgjørt endaliga úrslitið. Ikki endurgivin rætt Richard vísir til eina grein í Weekendavisen, ið er ein samrøða við ein danskan mýlislívfrøðing, Ole Vang. Sambært Richardi hevur Ole somu áskoðan sum hann, og harumframt hevði Ole vísindaligan førleika til at gera av, um alt hevur sín uppruna í berari tilvild. Og at hann var komin til ta niðurstøðu, at ein skapari stendur aftanfyri. Fyrst av øllum kann sig­ast, at tað at Weekend- avisen yvirhøvur fer í holt við at prenta eina grein við heitinum “Biologen tror ikke på Darwin” vísir, hvussu óvanlig henda fatan er millum lívfrøðingar. Viðvíkjandi áskoðan og førleikanum hjá Ole, skrivar hann sjálvur í somu grein, soleiðis: ”Det er ikke på grund af min videnskab som sådan, at jeg tror, der er en levende Gud. Guds væsen eller eksistens kan jeg ikke bevise ud af videnskaben, erkender Ole Vang(1). Víðari ger Ole Vang fleiri ferðir vart við, at tað kann ikki prógvast vísindaliga, at ein skapari stendur aftan­ fyri, men at tað er nakað, hann trýr uppá. Annars sigur Ole, at fyri hann kemur trúgvin áðrenn vísindini, og merkir hetta, at hann sostatt longu hevur avgjørt, hvat hann “vil síggja”. Eisini er vert at bíta merki í, at fakøkið hjá Ole Vang ikki er evolutión. Hetta sæst eisini týðiliga, um ein lesur tað, hann skrivar. Sjálvur sigur hann millum annað soleiðis: ”Min forskning og under­ visning drejer sig om, hvord­an cellen fungerer. Og det er - ja, undskyld udtrykket - irrelevant, hvordan det hele startede.”(1) Eg gangi tí út frá, at enda­ málið við at nevna Ole Vang sum keldu, og enntá uttan at endurgeva hann rætt, má vera fyri at villeiða fólk. Nakað, ið creationistar og intelligent design-fjepparar eru kendir fyri. Villleiðandi upplýsingar Sum dømi um hetta kundi eg nevnt, at tínar greinir í 2005 um nonsens- DNA sum “prógv” ímóti evolutión og fyrr í ár um “Creationism/Intelligent Design” í amerikanska skúla­verkinum, vóru bæði vill­leiðandi og skeiv: tú “gloymdi” (ella visti ikki ?), at nonsens-DNA ella intron hava víst seg at hava eina regulerandi ávirkan á veruligu ílegurnar (exon)! Vikuna eftir, at tú vildi vera við, at ein ameri­ kansk­ur statur hevði inn­ ført Intelligent Design í skúlaverkið, fall sama mál í hægsta rætti sum verandi ímóti “the American Con­ stition”, ið ikki loyvir religi­ón (sum Intelligent Design varð javnsett við!) í almenna skúlaverkinum. Eitt væl prógvað fakta Evolutiónsástøðið er ein av best prógvaðu vísindaligum ástøðum yvirhøvur. Evolu­ tión verður ikki mett at vera eitt ástøði longur, men sum eitt væl prógvað fakta. Og soleiðis hevur tað verið í meira enn 100 ár nú (2,3). Ein kann eins væl velja ikki at trúgva, at jørðin er rund, sum at velja ikki at trúgva, at evolutión er ein verulig tilgongd (prosess). Objektivitetur, og trot upp á sama At enda skrivar Richard, at sjónvarpið ikki sendi ob­jektivan tíðindaflutning 6. okt. 2006. Tað at hoyra báðar ella fleiri síður av einum máli er objektivur tíðindaflutningur, með­an tað bert at hoyra mein­ing­ arnar hjá fólki sum Ric­hard Shwartson er trot upp á objektivitet. Dag og dagliga eru fjølmiðlarnir á tremur við lesarabrøvum o.tíl. frá religiøsum fólki, ið siga sína áskoðan um eitt og annað. Hesa ferð var tað so ein, ið ikki er religiøsur, sum segði sína áskoðan. Førleiki Annars kundi eg hugsa mær at vita, um tað er sum MSc (Pharm.), ella MSc (Information Systems) at Richard sigur sína áskoðan, tí tað kann í hvussu so er ikki vera sum lívfrøðingur ella sum fornverufrøðingur, hvørs fakøki millum annað er evolutión. Tosa um at vera óseri­ øsur! Heimildir: Weekendavisen, 15. august, 2003. Futuyma. J. Douglas 1998. Evolutionary Biology. Siauer Associates, Inc. Publishers. Sunderland, Massachusetts. 1998. Mayr. E. 1991. One long argument. Harvard Univerversity Press, Cambridge, Massachusetts. 1991. Nú tingskeiðið er farið at halla, eru løgtingsmenn og -kvinna í norðstreym, byrja at avreiða burtur­ av virkseminum í val­døm­ inum. Tað er tíðum at hoyra, at landstýrið hevur sett arbeiðsbólk til hetta og hatta, men ikki verður altíð lurtað so nógv eftir tí sum serfrøðingarnir siga, kanska beint tvørtur­ ímóti. Í fundarfrágreiðing hjá ment­anarnevnd løgtingsins viðv.: Ummæli frá mentanar­ nevndini Sambært § 24, stk. 3 í ting­skipanini í løgtingsmáli nr. 1-1/2006: Uppskot til løgtingsfíggjarlóg fyri 2007 Við skrivi, dagfest 6. oktober 2006, hevur fíggjar­ nevndin biðið mentanar­ nevndina um at ummæla § 7 í fíggjarlógini. Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum 10., 17. og 20. oktober 2006. Sitat úr fundarfrá­greið­ ingini: Nú tað røkist fyri, at Trygdarmiðstøðin í Klaksvík skal útbyggjast, mælir nevnd­in til, at Brandskúlin við Áir verður lagdur saman við Trygdarmiðstøðini, og at økið samstundis verður flutt til landsstýrismannin í fiskivinnumálum. Eisini heldur nevndin, at ítøkilig stig eiga at verða tikin til at varðveita Hvalastøðina við Áir sum savn, og at Náttúrgripasavnið verð­ ur lagt saman við hesum. Samstundis eigur økið at verða flutt aftur til lands­ stýrismannin í menta­mál­ um. Her eru tvey mál, brand­ skúlin og hvalastøðin. Fyrst brandskúlin. Tor­ bjørn Jacobsen, sum er limur í mentanarnevndini, setti í 1999, meðan hann var landsstýrismaður í mentamálum, ein arbeiðs­ bólk við málsetninginum: Hvussu karmarnir um trygdar- og eld­sløkki­út­ búgvingar kunnu sam­ skipast. Álitið, sum var liðugt gott tvey ár seinri dagfest. 17. september 2001, er ov rúgvismikið at gjøgnum­ ganga út í æsir her, men niðurstøðan er greið. Tað er bæði betri og bíligari at byggja við Áir. Kostnaðurin í 2001 varð mettur til: Sum kostnaðarmetingin vísir, er tað o. u. 50 % bíligari at byggja við Áir. Sambært Norðlýsinum sigur Bjørn Kalsø lands­ stýrismaður, at kostnaðurin nú er komin niður á kr 16.000.000., nú bygggjast skal í Klaksvík. Tað hevði verið áhuga­ vert at fingið at vita frá landstýrismanninum í fiski­ vinnumálum: • Hevur Bjørn Kalsø landstýrismaður lisið álitið frá 2001? • Um so er, hví verður tað ikki tikið til eftirtektar? • Hvør hevur gjørt hesar nýggju útrokningar? • Hvat er við í nýggju kostnaðar­metingini? • Hvat vísir kostnaðarmetingin fyri hetta sama projekt við Áir? Brandvenjingarstøðin, sum tað tá nevndist, og sum Føroya sjómansskúli og Før­oya maskinskúli settu á stovn, byrjaði sítt virksemi við Áir í 1978. Í 1982 varð sama virksemi skipa sum sjálvsognarstovnur, undir heitinum Føroya brand­ skúli. Eftir ynski frá Menta­ mála­ráðnum, var sjálvs­ ognar­stovnurin Føroya brandskúli avtikin og virk­ semi lagt undir Maskin­ meistaraskúlan tann: 1. januar 2004. Men lands­ stýris­maðurin í menta­mál­ um vildi hava enn færri stovnar, og vórðu sum flest­ um kunnugt Før­oya sjómans­ skúli og Maskin­meistara­ skúlin samanlagdir, við heitinum Vinnuháskúlin. Tað má tí tykjast løgið, at sami landsstýrismaður, sambært Norðlýsinum, nú ætlar at pilka Vinnu­ háskúlan sunduraftur og flyta virksemi undir ein annan hatt, sum liggur undir Fiskimálaráðnum. Tað sum heldur ikki sam­pakkar er, at Menta­ málaráðið, ið annars varar av allari undirvísing, flytur ein undirvísingarpart til Fiskimálaráðið. Tað harmar meg sum norðstreymoying almikið, tá eg síggi hvør mannar mentanarnevndina og hava viðmælt at flyta virksemi frá Áunum til Klaksvíkar. Allir tríggir løgtings­ limirnir í norðstreym; Olav Enomoto, Heidi Petersen og Heðin Zachariasen, sum enntá er borgarstjóri í Sunda kommunu, hava undirskrivað fundar­frá­ greiðingina. Tað hevði ikki komi upp á tal, at tingmenn í norðoyggjum høvdu gjørt tað sama ímóti sínum val­ dømi. Hvalastøðin. Undirritaði tosaði nakað herfyri við fólk, sum var áhugað í at varveita hvalastøðina sum savn. Hesin meinti, at so mátti brandskúlin burtur, tí eitt savn kann ikki liva við øllum roykinum, varð sagt. Um hetta er orsøkin til illviljan frá okkara fólka­ valdu, veit eg ikki, men roykurin verður neyvan stórt ørvísi, um kynt verður á Borðoyarvík, tætt uppat íbúðar- og miðstaðarøki. Veit heldur ikki, hvat klaks­ víkingar siga til tað, neyvan verða øll glað. Fyri at gera ein langan hurlivasa stuttan, kann ásann­ast. Landstýrið hev­ ur í 2001 goldið einum verkfrøðingavirkið fyri at gera kanningar um, hvar frægast er at byggja fram­ tíðar trygdardepil. Um yvir­ valdið ikki fekk tað úr­slit, sum væntað, skal vera ósagt. Men nú fimm ár seinri er eftir øllum at døma ætlanin hjá Menta- og Fiski­ málaráðnum at gera beint ímóti tí, sum álitið sigur. Rættleiðing til lesarabræv hjá Richardi Schwartson í Sosialinum, 13. okt. 2006, bls. 11 MSc í lívfrøði (eisini evolutión) Jóhannis Danielsen Við jøvnum millumbilum er eldur í við Áir deildarleiðari Vinnu­­háskúlin- Trygdardepilin Signheðin Davidsen Trygdardepil: Full skipan Full skipan Avmarka skipan í Klaksvík við Áir í Klaksvík Bygningar v.m.: kr 48.317.500 kr 32.125.500 kr 34.930.500 Leiga av øki pr. ár: kr 381.000 kr 254.000 kr 254.000 Fermetrar øki: 30.000 m2 20.000 m2 20.000 m2 viðmerkkingar