mikudagur 1. november 2006síða 12
‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 211 - 1. november 2006
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
magnus gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
tlf 341800 fax 341801
Leygdarkvøldið 4.
november verður ein
stór mótaframsýning
við nýggjasta hár,
make-up og klædna
mótanum á Skúla
heiminum við Markna
gilsvegin í Havn
Framsýning
Ein stór mótaframsýning
verður í kantinuni á Skúla
heiminum við Marknagils
vegin leygarkvøldið 4.
november.
Tað eru 3. árs frisørlær
lingar á Teksniska Skúlanum
í Tórshavn, sum skipa fyri
tiltakinum, sum er til frama
fyri eina nánsmferð hjá
flokkinum til London í mars
mánað.
Eisini verður powerpoint
framløga við nýggjasta hár
mótanum frá London. Hár
produktini frá TIGI, sum
verða sýnd fram, eru: S-factor,
Bed Head og Catwalk.
Handlarnir, sum sýna
fram vera: Siri, Diva, Hand
ilskjarnin (harradeildin),
Júniik, Kjallarin, Eitems,
Sirri, Touché, og Mótaskálin.
Frásøgumaður verður Jákup
Jacobsen.
Talan er um eitt rættuliga
stórt tiltak, og tveir av fyri
reikarunum, Kristin Bjørk
og Ann L.Henriksen, fri
sørlærlingar, siga, at tær vænta
nógv fólk. Atgongumerki á
50 krónur fáast við dyrnar.
Stór mótaframsýning á Skúlaheiminum
Fyrireikarar til mótaframsýningina Kristin Bjørk og Ann
L.Henriksen, frisørlærlingar
Mynd: Magnus Gunnarsson
Mánadagin 6. nov
ember letur ein nýgg
frisørsalong upp á
Ternuryggi í Havn.
Talan er um salongina
»b’chic salong«
sum Irena Bech hevur
sett á stovn
Hárfríðkan
Í hesum sambandi verður
móttøka leygardagin 4.
november frá kl. 15-18 í
nýinnrættaðu hølunum hjá
»b’chic salong« á Sundsvegi
20. b’chic merkir: at verða
smartur ella fiksur. Salongin
er í sama bygningi sum
Ternubúðin.
Irena er útbúgvin frisør.
Hon lærdu hjá salong Tótu
og var útlærd í 2000. Síðan
hevur hon arbeitt sum frisør,
bæði í Keypmannahavn og
í Havn.
Irena sigur, at »b’chic
salong« er einasta salong í
grannalagnum, og hon leggur
stóran dent á at kundarnir fáa
eina góða tænastu í hugna
ligum umhvørvi. Til dømis
vaskar hon hár við massagu
til kropp og hárbotn.
Saman við frisørvirk
seminum selur hon eisini
produktini: Alterna, Tigi og
American Crew. Alterna fæst
einans hjá tveimum frisørum
í Klaksvík og hjá “b’chic
salong” í Havn. Alterna er
eitt produkt, sum verður
nýtt av nógvum kendum
persónum er sera væl dámt
í Danmark, sigur Irena, og
leggur afturat at hon frá 6.-
11. november hevur nøkur
sera góð upplatingartilboð.
»b’chic salong« hevur
telefon 318 318.
B’chic salong:
Nýggj frisørsalong á Ternuryggi
Irena Bech frá »b’chic salong«. Leygardagin 4. november
verður móttøka, og mánadagin 6. november letur salongin upp
Mynd: Jens Kristian Vang
Tíðindaskriv
P/F Postverk Føroya hevur
sett nýggjan marknaðar- og
sølustjóra í starv.
Dánial Pauli Davidsen
er settur í starv sum
marknaðar- og sølustjóri í
P/F Postverk Føroya. Dánial
Pauli er 41 ára gamal og
havnarmaður. Hann hevur
tikið cand. merc. prógv
á Handilsháskúlanum í
Keypmannahavn í 1990.
Dánial Pauli hevur,
síðan hann var liðugur við
útbúgving sína, arbeitt í
Danmark innan leiðslu,
marknaðarføring, umsiting,
menning og búskap.
Dánial Pauli tekur við
starvinum frá 1. januar
2007 at rokna.
P/F Postverk Føroya
gleðir seg til samstarvið
við Dánial Paula. Við hesi
starvssetan fer nýggja
partafelagið undir eitt nýtt
kapittul í vinnuvirksemi
sínum til gleði fyri
viðskifta-,
starvsfólk,
eigarar og onnur, ið varða
av P/F Postverk Føroya.
P/F Postverk Føroya:
Dánjal Pauli settur
sum marknaðar-
og sølustjóri