mikudagur 1. november 2006síða 13
‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 211 - 1. november 2006
tíðindi
Vit síggja, eisini í Før
oyum eina vaksandi
stætt av samskiftis
fólkum, PR, branding
og lýsingarfólkum,
og at tað verður bygt
ein brúgv millum
fjølmiðlar, skapandi
og við sponsorar
annars. Soleiðis
geva sponsoravtalur
møguleikar fyri lista
fólk, men um frælsið
hjá listafólkum eisini
er hótt, í og við tá tey
eru sponsoreraði, er
so ein spurningur?
Ráðstevna
Kim Simonsen
Um tað er ein list, ið setur
spurningar við samfelagið,
ið vit koma at síggja, ella
eina, ið júst skapar legi
timitet og samleika fyri
miðalstættina, ið eru tey sum
eru nýggja vakstrarlagið
fyri upplivingarbúskapin.
Øki eru um at leggja saman.
Vit hava fingið ein meiri
og meiri kommersiellan
fjølmiðlaídnað eisini, har
serliga ókeypis bløð og
portalar nassa uppá verulig
bløð og teirra innihald.
Serliga í Danmark, har tað
eru fimm stórar ókeypis
avísir samstundis.
Eitt annað fokus við
hesum degnum í Norður
landahúsinum er, hvussu
vit kunnu vit brúka upp
livingarbúskap til í Føroy
um? Hetta verður evnið,
sum
pallborðsfundurin
skal viðgera – umframt
at taka saman um og per
spektivera tað, sum dagsins
fyrilestrahaldarar hava bor
ið fram.
Pallborðsluttakarar verða
m.a. Jón Tyril, leiðari av G-
festivalinum í Gøtu, Steintór
Rasmussen,
fyriskipari
av Summarfestivalinum í
Klaksvík, Eirikur á Húsa
mørk, stjóri fyri nýhugs
andi
fyritøkuna
Faroe
Marine Products, sum var
ársins virki í 2005, Óli á
Deild Olsen, blaðstjóri
á Vinnuvitan, sum var
ársins átak í 2006, Høgni
Rasmussen, stjóri á Sansir
umframt onnur. Katrin
Petersen, fyriskipari av
MjúS-festivalinum á Sandi
og fyrrverandi leiðari á
tíðindadeildini í Sjónvarpi
Føroya, verður orðstýrari.
Tað eru pengar
í kenslum
Í nógv ár hava fólk sæð
tað sum ein trupulleika, at
vinnulív og mentan hava
arbeitt saman. Nógv hava
hildið, at hetta kundi leiða
til, at mentanin varð dálkað,
men hetta er við at broytast,
sigur Mark Lorenzen, lekt
ari á Copenhagen Business
School, ið arbeiðir við ein
um projekti um upplivingar
búskap.
Tað var danski framtíðar
granskarin Rolf Jensen, ið
kom at fáa rætt í bókini
»Dream Society«. At vit liva
í einari tíð, har upplivingar
eru avgerandi. Nú er tíðin
at gera hetta til ein ídnað,
sum kann gera, at londinini
her um leiðir, ið ikki longur
liva at framleiða vøkur,
kunnu koma framá í hesi
upplivingarbúskapinum.
Upplivingarbúskapur
eitt lyklaorð
Í dag er upplivingarbúskapur
eitt lyklaorð og eitt mótaorð
bæði á universitetunum,
millum politikarar og í
vinnulívinum, enn er tó
sum um, at nógv øki innan
mentanina ikki eru við upp
á hetta.
Rolf Jensen leggur dent
á, at forbrúkarar fegnir vilja
gjalda fyri upplivingar og
søgur. Um ein vøra t.d.
er ektað og hevur nakað
serligt at bjóða. At ein bjór
er bryggjað av munkum í
Belgia og hevur verið gjørd
so í 300 ár, eru søgur, ið
eisini kunnu økja um virðið
á einari vøru.
Hetta er ein leið, har
vørur og mentanartilboð
meiri selja seg til hjartað,
enn til reinan fornuft.
Í hesari vinnuni finna
vit stuttleikaídnaðin, men
eisini ítrótt, byggilist, spøl,
film, tónleik og annað. Tí
betri søgan um hesi eru, tí
dýrari er gjørligt at selja
vøruna.
Rolf Jensen sigur, at greiv
ar og barónar hava altíð
livað fyri at hugna sær við
upplivingum. Hesi keyptu
Beluga kaviar og annað, ið
nú nógv hava ráð til. Fólk
eru vorðin sjey ferðir ríkari
uppá 100 ár, tí er meiri
peningur enn fyrr, ið skapar
framgongd.
Hetta ger, at upplivingar
búskapurin er ein hin skjót
ast vaksandi í heiminum.
Økt sponsorvirksemi
Øll eru troytt av lýsingum,
tí koma vit at síggja, at
fyritøkur alt meiri fara
inn og stuðla tiltøkum og
mentan heldur enn at lýsa,
hetta ger at fyritøkan kemur
nærri at forbrúkarunum. Í
Danmark er eitt dømi BG
Bank, ið hevur gjørt eitt
serligt bókmentasponsorat.
Áðrenn hetta kom fíggjar
frøðingurin Richard Florida
við bókini »The Rise of
The Creative Class«, ið
eisini hevur verið við til at
fáa politikarar og stovnar
at leggja dent á at ein
serlig skapandi stætt er
skapt. Ein stætt, ið hevur
nógv at gera við nýggja
upplivingarbúskapin. Flo
rida byggir á ein tanka um at
heimurin er broyttur í dag,
tí í nýggja samfelaginum
spæla tey kreativu ein avger
andi leiklut.
Mentan sum
ein vøra
Frá Summarfestivalinum. Við stóru tónleika festival
unum, sum hava verið hildnir seinnu árini, hava
føroyingar lært upplivingarbúskap at kenna
tíðindi
Ein av fyrilestra
haldarunum er
danska Kirsten
Stendevad, ið
er tíðindafólk
við sergrein
í vinnuligum
alheimsrákum.
Hon er inspirator
og leiðari av
‘Institut for Indre
Karriere’. Stendevad
hevur verið
vinnujournalistur
í New York í 10 ár,
har hon eisini hevur
hildið skeið fyri
fyritøkuleiðarar m.a.
í kreativiteti
Ráðstevna
Kim Simonsen
Kirsten Stendevad hevur
skrivað fleiri bøkur um,
hvussu vit kunnu laga
okkum eftir nýggju krøv
unum í tíðini, m.a. sum
meðhøvundur av best
sellarnum “simple-living.
dk”. Kirsten fer at gera eina
lítla kreativitetsuppgávu í
sambandi við fyrilesturin.
Ein mótrørsla
Tað finnast stórar rørslur,
ið ganga aðrar vegir. Vit
kunnu tosa um mótrørslur
innan nýkapitalismuna í
dag móti forbrúkaraismuni
og kritiskar røddir, ið finn
ast at globaliseringini. Við
eitt skulu fólk á skeið at
læra at liva við strongd.
Fólk fara ikki til psykolog
longur, tey finna sær ein
life-coach, ein lívsvenjara,
tí
møguleikarnir
eru
so mangir. Yngri fólk
eru í ferð við at gera
upp
við
markleysu
materialismuna, ið herjar
kring londini í Evropa í
hesum døgum. Seinastu
árini hava vit sæð ein
longsul eftir einum meiri
simplum lívið millum nógv
fólk. Í bókini »Simple-
living.dk – Nye veje til et
enkelt liv« skriva fimm
yngri kvinnur, ið allar
hava havt stóra framgongd
innan kreativ fak og fjøl
miðlar í Danmark, um at
skapa eitt alternativ til
materialismuna.
Troytt av ovurnýtslu
Hesi vilja hava, at lívið
skal kunna livast sum ein
heild, og tey vilja inn í
kjarnan við at gera lívið
meira einfalt uttan strongd
og spjaðing millum lív og
arbeiði. Hesi tosa um at
skera alt óneyðugt burtur
og um at finna fram til tað,
ið er umráðandi í lívinum.
Tá tað gerst neyðugt at
velja millum pening ella
lívið, siga tær: Vel altíð
lívið, heildina, tí gert tú
tað, kemur eydnan.
Hesi fólk hava ofta for
vunnið fitt av peningi,
men eru troytt av at brúka
hvørt oryra uppá ferðir,
býtúrar, kaféir, taksabilar
o.s.fr. Tað hesi vilja er
at sleppa at velja millum
pening og eitt stórt forbrúk
ella eitt lív við meining.
Hesi halda, at alt ov nógv
fólk keypa alt møguligt
sum eina endurbót fyri
mist lívsinnihald. Nógv
brúka teir fáu tímarnar,
tey ikki eru til arbeiðis
til at leita eftir seinastu
fartelefonini,
nýggja
blendaranum, ið reklam
urnar lova vilja gera tey
lukkulig.
Ein mótrørsla?
Tað er torført at siga um
henda simple living rørsla
er ein verulig rørsla enn,
men hon rakar beint niður
í kjakið um vónleysu for
brúkaraismuna í dag. Eg
haldi, at hesi seta fram
áhugaverdar spurningar,
sum t.d. um fólk spyrja
seg sjálvi tá tey hugsa
um inntøkur og útreiðslur,
um tey fingu eina kenslu
av veruligum fulnaði,
nøgdsemi og virði fyri
tíðina og lívsorkuna, eg
brúkti til at forvinna og
brúka hesa løn? Er henda
orkan, eg havi brúkt, í
samsvari við míni virði og
lívsendamál?
Bleyt vitan
hørð úrslit
Kirsten sigur um sín fyri
lestur, sum hon kallar:
»Det er ‘det bløde, der
giver ‘hårde resultater på
bundlinien« at:
- Kreativitet har en
anden
anatomi
end
produktivitet. Derfor skal
vi til at arbejde og leve
på nye måder i Vesten
for at kunne få de rigtig
gode ideer, så vi kan leve
af innovation. Vidste du
f.eks., at balance mellem
arbejde
og
privatliv
fremmer
kreativiteten?
At vi kan arbejde mindre,
hvis vi arbejder på den
rigtige måde? Og at
Færøerne har de perfekte
præmisser til kreativitets-
maksimering?
Føroyar er frá
líkt stað til
kreativa skapan