mikudagur 1. november 2006síða 17
‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 211 - 1. november 2006
tíðindi
Í gjár kom bókin
»Jana eitt hjartabarn«
út. Móttøka var í
Miðlahúsinum har
sera nógv fólk var
komið saman, tað var
stúgvandi fult inni,
summi stóðu úti í
gongini og onkur stóð
heilt úti á gongu
breytini
Tórun Ellingsgaard tíð
indakvinna skrivaði bók
ina, og tað var hon ið
bjóðaði gestunum væl
komnum við orðunum, at
hetta var ein stórur dagur
fyri seg, fyri Janu og fyri
øll, sum hava arbeitt fyri
teimum menningartarnaðu
í Føroyum.
Bókin er um tey fyrstu
14 árini hjá Janu, og um
stríðið hjá foreldrum henn
ara Helenu og Hanus Sam
uelsen, sum vóru við til at
stovna felagið Javna.
Í arbeiði sínum við bók
ini tosaði Tórun Ellings
gaard við meir enn 70 fólk,
sum søgdu henni frá øllum
tey mintust, og hon var
ovfarin av at tey mintust so
nógv sum tey gjørdu.
Bakgrundin
fyri bókini
Tá Tórun hevði boðið væl
komin helt Óli Samró,
beiggi Janu, eina talu.
Hann tosaði fyrst til Janu,
sum sat í síni egnu verð og
flenti eftir hurlivasanum,
og hann sá væl á henni, at
hon helst vildi hava frið.
– Omma í Húsavík segði
altíð, takið ikki feil av
hasari gentuni, hon skilur
nógv meira, enn tit halda.
Óli greiddi frá bakgrund
ina fyri bókini. Síðsta vár
sat hann undir liðini á lands
læknanum Høgna Debes
Joensen í flogfarinum á
veg til Danmarkar. Mjørki
var, so teir sótu leingi í
flogfarinum og høvdu góða
tíð at práta. Óli segði frá
søguni um Janu, og lands
læknin gjørdi honum greitt,
at hann sat inni við eini
søgu, ið var verd at siga
frá.
Óli ringdi til Tórun og
spurdi hana, um hon kundi
skriva søguna um systrina.
Eftir at hon hevði fingið
tíð at hugsa um tað, játtaði
Tórun at skriva bókina, við
ávísum treytum. Fyrsta
treytin var, at eingin slapp
at ávirka hana, hvørki stílin
ella hvat hon skrivaði um,
tí hon vildi ikki koma í ta
støðu, at kunna ákærast
fyri at gera bílagt arbeiði.
Onnur treytin var, at hon
ikki vildi hava nakra
fyrisitingarliga uppgávu.
Abstrakt, men
sonn mynd
Fyrstu ferð Óli sá forsíðu
myndina á bókini fekk
hann ein hvøkk, men nú
heldur hann forsíðuna vera
framúr góða.
– Hetta er ein abstrakt,
men sonn mynd av Janu.
Tað vakra, men avbronglaða
andlitið, mystika høvdið.
Aftanfyri eru trappurnar,
lívsins trappur og forðingar,
sum vit øll stríðast við at
koma um hvønn dag. Best
av øllum er sóljan, vakur
leikin frá náttúruni, tann
vónin sum kemur fram
hvørt vár, segði Óli Samró.
Bókin er útgivin á for
lagnum ELRI. Elri er navn
ið á trænum, sum bleiv
plantað uttanfyri vindeyg
að hjá Janu, tá hon flutti á
Eirargarð í 1980.
Eftir taluna høvdu fólk
møguleika at ogna sær bók
ina, og Tórun Ellingsgaard
var umringað av fólki, ið
vildi hava sítt eintak av
bókini signareað.
Lagt til rættis:
Ella Larsen og
Rólant Waag Dam
Myndir:
Jens Kristian Vang
KYKMYNDIR
Á www.portal.fo ber
til at síggja kykmyndir
frá tiltakinum í
Miðlahúsinum í gjár, tá
bókin varð útgivin.
400 fólk til kollveltandi bókaútgávu
Umleið 400 fólk vóru savnað til bókaútgávuna í Miðlahúsinum, nógv teirra nýttu høvið at ogna
sær bókina.
Óli Samró, beiggi Janu, tók stig til at bókin um Janu skuldi skrivast.