mikudagur 1. november 2006síða 18
‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 211 - 1. november 2006
19
tíðindi
Tíðindakvinnan
Tórun Ellingsgaard
hevur skrivað bókina
um Janu, sum kom út
í gjár, hon heldur at
tað hevur verið bæði
spennandi og lærurík
at skriva bókina
Tórun Ellingsgaard hevur
arbeitt við bókini um Janu
síðan januar mánað í ár.
– Tað hevur verið sera
spennandi og læruríkt at
skriva hesa bókina, sam
stundis við at tað hevur
verið strævið at skula
kanna so nógv tilfar og
gera so nógvar samrøður,
sigur Tórun Ellingsgaard.
Hon heldur, tað var
áhugavert at fáa innlit í,
hvussu foreldrini tóku sær
av Janu, eftir at tey høvdu
funnið útav, at tey høvdu
eitt fjølbrekað barn. Sam
stundis heldur hon, tað
vera spennandi at fáa innlit
í arbeiðið hjá Javna, har 70
fólk stovnaðu eitt felag,
fyri í felag at kunna gera
mun.
– Tað hevur verið serliga
spennandi at fáa innlit í
stríðið, ið skuldi til fyri at
skapa menningartarnaðum
livilig kor í Føroyum.
Kannaði evnið væl
Tað var beiggi Janu, Óli
Samró, sum síðsta vár
ringdi til Tórun. Óli greiddi
henni frá, at hann átti eina
systur, sum var menningar
tarnað. Hann hevði leingi
hugsað um, at onkur átti at
fortalt søguna hjá henni, og
um tað stríðið, sum for
eldrini upplivdu, fyri at
hon kundi vera búgvandi í
Føroyum.
– Mín fyrsti tanki, tá Óli
ringdi til mín, og spurdi
um eg vildi skriva ein bók
um systir sína, var, at fólk
oftast halda sína søgu vera
spennandi. Tað er tó ikki
víst, at søgan er spennandi
fyri onnur at lesa.
Tá tað var ein úr familju
ni, sum vendi sær til henn
ara, tók Tórun eitt víst
fyrivarni. Hon setti seg væl
inn í evnið og sá, at tað var
ein søga, sum hon helt, var
verd at siga frá.
– Man kann siga, at eg
vildi ikki leggja navn til at
skriva eina reypisøgu. Eg
vildi vera vís í, at tað, sum
kom burturúr var eitt ordi
ligt journalistiskt produkt.
Tí setti eg meg inn í, um
tað var grundarlag fyri tí,
áðrenn eg játtaði at skriva
bókina, greiðir Tórun Ell
ingsgaard frá.
Ríkandi
Tórun hugsaði leingi um
søguna. Tá hon var í Før
oyum síðsta summar møtti
hon Óla og foreldrunum,
og um heystið gav hon
teimum svar, at hon vildi
skriva bókina.
Í januar byrjaði Tórun at
arbeiða við bókini, og hon
hevur sjálv fingið nógv
burturúr arbeiðinum.
– Eg haldi, at tað er rík
andi fyri eina stund at
síggja samfelagið ígjøg
num eyguni á nøkrum fólk
um, sum hava so nógv øðr
vísi umstøður og avbjóð
ingar enn ein sjálvur hevur.
Tað setir nøkur ting í per
spektiv. Man sær, at tað
dagliga grenjið er petitess
ur í mun til tað, sum nógv
onnur hava at stríðast við.
Tað haldi eg er gott at vera
mintur á.
Í sínum arbeiði vil Tórun
Ellingsgaard fegin kasta
ljós á evni, sum hon heldur
hava týdning.
– Eg haldi at henda søg
an hevur týdning, og eg
vóni at hon eisini fer at
hava týdning fyri lesaran,
og at tað eisini kann vera
ríkandi at lesa bókina, á
sama hátt sum tað hevur
verið ríkandi hjá mær at
arbeiða við henni.
Bókin gevur vón
Talan er um eina
vakra bók, ið hevur
eitt gott mál og sum
kann geva fólki
í líknandi støðu
vón um, at tað ber
til, heldur Karin
Kjølbro
Millum tey mongu fólk
ini, ið vóru savnaði í
Miðlahúsinum í gjár til
útgávuna av bókini, var
Karin Kjølbro, leiðari á
Kriminalforsorgini, og
hon fegnast stórliga um
útgávuna.
– Eg haldi talan er um
eina vakra bók, og sum
hevur eitt gott mál. Bókin
er trúgv ímóti tí sum fór
fram fyri nógvum árum
síðani og lýsir tingini
sum tey vóru, sigur Karin
Kjølbro um “Jana – eitt
hjartabarn”.
– Somuleiðis er talan
um eina vakra søgu um
familjusamanhald
og
stuðul, og eg meti at hetta
so avgjørt er ein týdn
ingarmikil bók. Í nógv ár
hava vit tikið so nógv á
hesum økinum fyri givið,
men soleiðis hevur veru
leikin ikki verið og hóast
mong halda, at umstøð
urnar framvegis eru langt
frá góðar, so er veruliga
nógv hent, sigur Karin
Kjølbro.
Spurd beinleiðis um,
hvønn týdning Karin Kjøl
bro metir bókin kann fáa,
er hon skjót at svara.
– “Jana – eitt hjartabarn”
er ein bók, sum kann
geva øðrum fólki, sum
koma í eina líknandi
støðu, vón um at tað ber
til. Familjan hevur lívs
kvalitet og tað er flott,
vísir Karin Kjølbro á.
Øll kunnu læra úr bókini
Diana og Finn í
Puntabyrgi eru
foreldur at tveimum
brekaðum børnum,
og hava bæði verið
ógvuliga virkin í
Javna. Tá vit fingu
orðið á Finn sjálvan
um spurdu hann um
bókina, so segði fegn
ast um útgávuna
– Eg eri ógvuliga fegin
um, at henda bókin kemur
út, og hetta er ógvuliga
positivt fyri okkum, sum
hava brekað børn, sigur
Finn í Puntabyrgi, pápi at
tveimum brekaðum børn
um.
Finn í Puntabyrgi vísir
eisini á, at bókin er av
stórum týdningi, serliga
fyri komandi ættarlið.
– Bókin er góð og týdn
ingarmikil hjá nýggja
ættarliðnum, tí hon lýsir
tann øgiliga munin, sum
er nú og hvussu tað var
einaferð. Og her má eg so
staðfesta, at tað altso til
tað betra, at tingini er
broytt til, sigur Finn í
Puntabyrgi.
Hann vísir eisini á, at
tað ikki bara eru bøttar
umstøður, sum eru verdar
at hefta seg við í søguni
hjá teim brekaðu, men
eisini er eitt nógv størri
forstáilsi millum manna
og politikarar fyri hesum
bólki.
Finn í Puntabyrgi vil
eisini gjarna rósa sjálvari
bókini og fólkunum aftan
fyri hana.
– Eg haldi at bókin er
ómetaliga væl skrivað.
Hon er løtt at lesa og
fangar eisini væl, so tá tú
fyrst ert byrjaðu, er tað
sera ringt at sleppa henni.
Øll kunnu lesa bókina og
øll kunnu læra okkurt úr
henni, sigur Finn í Punta
byrgi, sum ikki dylur
yvir, at bókin í nógvar
mátar er ein minni koll
velting.
Ein søga, ið er verd at siga frá
Foreldrini Helena og Hanus Samuelsen saman við dóttrini
Janu Samuelsen.
Tað var heilt ótrúligt at síggja so nógv fólk. Eg eri himmalskt glað fyri, at tað vóru so nógv fólk, sum vístu ein áhuga fyri evninum,
sigur Tórun Ellingsgaard, sum hevur skrivað bókina “Jana – eitt hjartabarn”.