Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-11-01, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 1. november 2006síða 19

‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 211 - 1. november 2006 tíðindi Mánakvøldið vóru seks landsstýrismenn og nógv embætisfólk á Bryggjuni í Keyp­ mannahavn og løgdu Visjón 2015 fram fyri útisetar. Pallborðsluttakararnir løgdu við politiskum práti og power-point stóra orku í at skapa orðaskifti um, hvussu vit skulu teljast “mill­um fremstu tjóðir í 2015”. Men tá orðið varð frítt, og útisetarnir vórðu spurdir, hvat skal til fyri at fáa teir heim aftur, vildu teir heldur tosa um bleyt virði sum t.d. borgararættindi hjá sam­kyndum og barn­ aansing enn gransk­ ing og gentøkni POLITIKKUR Theodor E. D. Olsen theodor@sosialurin.fo Myndir: Símun J. Hansen Tað gekk visjón fyri søgn. Mánakvøldið skipaði Lands­stýrið fyri tí fyrsta almenna Visjónstorginum. Hetta hendi á Bryggjuni í Keypmannahavn, men hóast nakrir av teim­um 13 sokallaðu grundar­stein­ unum undir Visjón 2015 vórðu presenteraðir, so tók kjakið eina heilt aðra vend, tá orðið varð frítt, og tey 150 fundarfólkini vórðu spurd um, hvat Føroyar skuldu bjóða teimum, um tey skuldu flyta heimaftur. Tá kyknaði kjakið um sam­ kynd og barnaansing. Tað venda vit aftur til. Visjónstorgið byrjaði nevni­liga við, at fundar­ fólkið varð bjóðað at vera vælkomið við vísukendum tónleiki hjá Una Reinert Debess og løttum ábiti, m.ø. turrum fiski og føroyskum veðraøli. Jú, Landsstýrið var bæði væl fyrireikað og væl mannað til Visjóns­ torg­ið. Umframt at allir lands­stýrismenninir uttan fiski­málaráðharrin vóru til staðar, var eisini ein riðil av embætis­fólki við til fundin, men helst gjørdi tað eisini sítt til, at Norðurlandaráðið kemur saman í hesum døg­ um, at bert Bjørn Kalsø sat eftir í Føroyum og virkaði sum løgmaður. Endamálið at skapa vælferð Eftir einum tíma við tónleiki og ábiti setti Jóannes Eides­ gaard Visjónstorgið. Hetta gjørdi hann við at greiða frá, hvat Visjón 2015 veru­ liga er fyri nakað. Hann segði, at ofta hevur føroyskur politikkur verið merktur av stuttskygdum loysnum, sum ikki hava rokkið longur enn til eitt valskeið. Tí er neyðugt at seta greið mál, sum eisini duga seinni. Týdningarmikið er tó, at hendan visjónin hevur eitt fólksligt kjølfesti, segði løgmaður. At seta hava eina vi­sjón krevur tó eina hug­burðs­ broyting, men hetta sæst longu aftur, m.a. í ítróttar­ feløgum, sum eisini hava sett sær visjónir, segði Jóann­es Eidesgaard. Tað avgerandi við Visjón 2015 – ella krumtappurin, sum løgmaður kallaði tað – er at skapa ta bestu vælferðina fyri tann ein­ staka borgaran! Hetta helt hann, at øll kundu vera samd um, utt­ an mun til, um tey eru sosialdemokratar ella borg­ ar­lig. Fortreytin fyri at skapa hesa vælferð er tó, at inntøkur fáast til vega, og at vinnulívið er dynamiskt. Tí skal Visjón 2015 við sínum 13 grundarsteinum vera eitt slag av manuali, sum skal takast fram til komandi sam­ gongusamráðingar, segði Jóannes Eidesgaard. Hann viðgekk tó, at tað kundi kanska vera nakað um prátið, tá ið atfinnarar hava sagt, at endamálsorðingarnar ikki síggjast aftur í núverandi fíggjarlóg, men at hetta tó ikki átti at forða okkumi, at taka skilagóðar avgerðir nú. Ígongdsetan Eftir at løgmaður hevði havt orðið, átti vinnu­part­ urin tørn. Ella tann grundar­ steinurin í visjónini, sum kallast íverksetan. Kitty May Ellefsen, sum er forkvinna í strategi­ bólkinum fyri hetta økið, segði m.a., at hugsanin er at gera Føroyar til ein íverksetanardepil, sum ikki bara skal vera fyri før­oy­ ingar, men øll fólk. Hon helt seg kunna vísa á, at fólk sum heild eru kreativ og dámar at atbeiða, og nevndi hon serliga virksemið innan tónleik, KT og sniðgeving. Forðingarnar eru tó nógvar. M.a. er jantelógin sterk í Føroyum. Fólk, sum eru farin á heysin, verða mett antin sum spekulantar ella ódugnalig, og hesin hug­ burður má broytast, helt Kitty May Ellefsen. Eisini er almenna fyrisitingin ov stirvin, eins og góð hug­ skot ofta drukna, av tí at privat ráðgeving – t.d. frá advokatum – er ov dýr. Tí eigur almenn íverk­set­ara­ ráðgeving at verða veitt á einum staði. Dømi um slíka miðsavning er t.d. samanleggingin av Menn­ Visjónin er at skapa ta bestu vælferðina – Ofta hevur føroyskur politikkur verið merktur av stuttskygdum loysnum, sum ikki hava rokkið longur enn til eitt valskeið. Tí er neyðugt at seta greið mál, sum eisini duga seinni. Týdningarmikið er tó, at hendan visjónin hevur eitt fólksligt kjølfesti, sigur Jóannes Eidesgaard, løgmaður Nógv fólk vóru komin á Bryggjuna í Keypmannahavn mánakvøldið at lýða á Visjón 2015 ætlanina hjá landsstýrinum