Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-11-01, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 1. november 2006síða 20

‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 211 - 1. november 2006 21 tíðindi Báðir landsstýris­ men­n­inir búsitandi í Vestmanna, Hans Pauli Strøm og Bárð­ ur Nielsen, greiddu á Visjóns­torg­in­ um frá hvussu landshúsarhaldið hevur tað, og hvussu tey einstøku húsar­haldini skulu húsast í framtíðini – í 2015 POLITIKKUR Theodor E. D. Olsen theodor@sosialurin.fo Sum nevnt aðrastaðni á hesum síðum, vóru næstan allir landsstýrismenninir við á Bryggjuni mánakvøldið. Tveir teirra, ið høvdu styttri framløgur, vóru Bárður Niel­sen og Hans Pauli Strøm. Frágreiðingin frá fíggjar­­málaráðharranum, Bárði Nielsen, minti ikki sørt um eina valrøðu, har hann í stuttum greiddi frá, hvussu óhugaligt tað var at taka við evstu ábyrgd av fíggjarmálum fyri skjótt trimum árum síðani, men at støðan nú er ein onnur. - Men nú gongur bratt uppeftir, staðfesti sam­ bands­maðurin. Meira fjølbroytni Hans Pauli Strøm, al­manna- og heilsumála­ ráð­harri, greiddi frá, hvussu Lands­stýrið hevur hugsað sær at skapa fjølbroyttari bústaðar­møguleikar í Føroyum. Hann kallaði støðuna í dag hopileysa, stirvna og einstáttaða, av tí at øll verða skorin eftir sama leisti. Landsstýrismaðurin í al­mannamálum vísti tí á, at arbeitt verður við fáa eitt størri útboð og umskifti á bústaðarmarknaðin mill­ um teir ymisku bústaðar­ tørvirnar, ið eru millum ung og gomul, støk og familjur og annars fólk við ymiskari fíggjarorku. Serstakir møguleikar skulu verða fyri fólk við serlig­um tørvi til hóskandi bústaðir, og við lóggávu um lutaíbúðafeløg skal fáast ein ávís javnstøða mill­um rætt­indi hjá sethúsa­ eigarum og teimum sum fara at búgva í lutaíbúðum. Hans Pauli Strøm segði, at møguleikar skulu skap­ ast fyri pensjon­istum til bjálv­ingar- og orku­ sparandi ti­ltøk í egnum húsum, og við størri og fjøltáttaðum útboði kann lættast um trýstið á bústaðarmarknaðinum, Harafturat skulu Føroyar fáa eina betri regulering av rættindum og skyldum í samband við keyp og sølu á bústaðarmarknaðinum. Húsalánsgrunnurin í søguna Hetta skal m.a. gerast við at Húsalánsgrunnurin og Íbúðagrunnurin við lóg verða umskipaðir til eitt alment partafelag. Hetta bústaðarpartafelag fær til uppgávu at fíggja bústaðir til fólk við serligum tørvi. Bjálvingar­stuðuls­láns­ grun­nurin skal takast av, og nýggja búðstaðar­parta­ felagið fær uppgávuna at veita avdráttarfrí lán til bjálving og orkusparandi tiltøk til fólka- og fyri­tíðar­ pensjonistar, sum búgva í egnum bústaði. Ein nýggj lóg um lutaíbúðafeløg skal smíðast. Henda lóggáva skal bæði vera karmur um vanlig lutaíbúðafeløg og serlig luta­íbúðafeløg, ið eru ætlað at standa fyri bústøðum til fólk við serligum tørvi. MVG- lóggávan og rentu­­stuðuls­ lóggávan skulu broyt­ast soleiðis, at lutaíbúða­feløg fáa somu rættindi og skyldur sum tey, ið byggja privat sethús. Nýggj føroysk leigulóg fyri privatar bústaðir skal tryggja rættindini hjá leig­arum og útleigarum, eins og skattalóggávan verður broytt soleiðis, at skattingin av leiguinntøku, ið stavar frá útleigu til privatar bú­staðir, verður sett á tað sama støði sum vanligur partafelagsskattur. ingarstovuni og Ferða­ ráðnum. Harafturat verð­­ ur arbeitt við at broyta viðtøkurnar fyri Fram­taks­ grunnin, so kapitalur haðani verður meira váðafúsur, eins partafelagsskatturin eigur at lækkast. Føroysk vinnulóggáva skal al­tíð vera dagførd við al­tjóða lóg­gávu, eins og marknaðar­ føringin av Føroyum skal sam­skipast. 300 milliónir til gransking Petur Petersen, aðalstjóri í Mentamálaráðnum, er formaður í strategibólkinum fyri gransking, menning og nýskapan. Hann vísti á, at neyðugt er fyri føroyingar at granska í onkrum, vit kenna. T.d. ber ikki til hjá okkum at granska skógar­ vøkstur, staðfesti hann. Tí er eitt av uppskotunum hjá Visjónsbólkinum, at t.d. matvøruframleiðsla skal hava hægstu raðfesting innan gransking í Føroyum. Onnur høgt raðfest øki skulu verða ílegutøkni, mentan og samskiftisførleikar Málið er, at tað almenna skal fíggja upp til 2% av BTÚ, meðan vinnan og aðrir granskingargrunnar fíggja í minsta lagi 1% av BTÚ. Játtanin til gransking, menning og nýskipan skal verða stigvíst økt, so hon í 2015 er minst 3% av BTÚ, sum í aktuellum peningi svarar til góðar 300 milliónir krónur. Hetta eru tøl, sum eru sambært tilmælum frá OECD. Almenni parturin verður í 2007 øktur við 10 mió. kr. og økist við 5 mió. kr. afturat á hvøjum ári fram til 2015 Miðað skal verða eftir at fáa tey teir bestu Ph.D.- granskararnar til Foroya, eins og aðrar granskarar í serflokki, tí sum Petur Petersen, segði, so draga hesir eisini játtanir og aðrar granskarar við sær. Visjónstorg bróta tabu Bjørt Samuelsen var orð­­ stýrari á fundinum, og hóast hon er sett sum kunn­­ ingarráðgevi á Løg­mans­skriv­ stovuni, megnaði hon sín leiklut til fulnar og himpraðist ikki við beina kritiskar spurn­ ingar og viðmerkingar til røttu luttakararnar við pall­ borð­ið. Landsstýrið hevði bjóðað serligum opponentum at gera viðmerkingar til fram­ løgurnar, og viðmerking­ arnar vóru eisini nógvar. M.a. eftir­lýsti ein av oppo­ nent­un­um, Guðrun Rógva­ dóttir frá Guðrun & Guðrun, ein busi­ness-hug­burð í Føroyum, og samanbar føroyingar við børn, sum byggja sær smáttur, men sum vilja sleppa inn, tá tað fer at regna. Hon metti tað heldur ikki vera nokk, bara at siga at ein vøra er føroysk. Heini Zachariassen, stjóri á Bullguard, læt úr hondum nógvar “punch lines” mánakvøldið. Hann segði m.a., at hóast tað var ein dani, sum hevði orðað jantelógina, so var hetta málsøkið langt síðani yvirtikið av føroyingum. Hann vildi eisini vera við, at um ein verkætlan ikki luktaði av fiski, slapp hon ikki at mennast í Før­ oyum. Harafturat fanst hann hvassliga at tí, at fiski­vinnan fær stuðul av ymsum slagi í Føoryum, m.a. ókeypis fiskiloyvi og skattalætta til fiskimenn. Onnur kritikkpunkt, sum havd vórðu á lofti, vórðu m.o., at tað var skeivt av tí almenna at áseta, hvat granskast skal í, tí at tað privata veit helst best, hvat gevur størst avkast. Onkur helt, at visjónin er so jaliga orðað, at tað er trupult at vera ósamdur við henni, men at hon av tí sama er so lítið ítøkilig, at hon rennur millum fingrarnar á okkum. Harafturat varð fýlst á, at Fróðskaparsetrið hevði ov lítlan leiklut í visjónini. Løgmaður segði m.a. til hesar atfinningar, at ym­isk tabumál sum t.d. til­ feingisrenta og sjómanna­ skattur ikki vóru tikin upp fyrr enn nú, og tí skuldu visjónstorgini vera við til at orða, hvussu vit røkka okkara málum. Harafturat nevndi hann sum dømi, at heimamarknaðurin økist við øllum Íslandi, nú Hoy­ víkarsáttmálin kemur í gildi, og mælti hann tí til heldur at síggja hetta sum møguleikar enn hóttanir. “Ikki heim aftur til homofobia!” Seinasta punktið á skránni var sum nevnt, hvat skal til, fyri at føroyskir útisetar venda heimaftur. Og nú fór kjakið ikki at snúgva seg um fín hugtøk sum gransking, menning og ný­skapan. Orðaskiftið tók eina heilt aðra vend, tá ein av opponentunum reisti seg og segði seg hava spurt ein kenning, sum livir í skrásettum parlagi við øðrum manni, um hann ætlaði at flyta aftur til Føroya. Hesin hevði svarað, at hann “ikki tímdi at vakna um morgunin og síggja ein brennandi kross í havanum”. Lógvabrestirnir dundu í salinum og tað var ikki sørt, at ein ávís mentanargjógv hómaðist millum teir seks landsstýrismenninar úr Før­oyum og útisetarnar. Eini tvey-trý onnur fundar­ fólk nýttu eisini høvið at gera viðmerkingar til rættar­støðuna hjá sam­ kynd­um í Føroyum, og ein skeyt skemtiliga upp eitt kompromis, nevniliga bara at lata lóg um skrásett parlag galda fyri lesbisk konufólk, av tí at orðaskiftið eftir øllum at døma snýr seg so nógv, hvat menn kunnu finna upp á at gera sínámillum. Onkur annar segði bart út, at tey ikki vildu flyta heim við teirra børnum til eitt “homofobia”. Løgmaður svaraði aftur við at tosa um tolsemi, og nevndi eina ta fyrstu røðuna hjá sær sum løg­ maður, sum hann hevði hildið fyri Friðarboganum í Grasagarði. Hann helt, at einasti máti at flyta tabu, var at kjakast um hesi, og mælti fundarfólkunum til at brynja seg við tolni, tí hann var vísur í, at viðiðurskiftini fóru at broytast. Útisetar við bleytum virðum Jacob Vestergaard, ið sum innlendismálaráðharri varð­ ar av hesum málsøki, segði m.a., at umsitingin í Før­ oy­um er avmarkað, og tað tí er Løg­tingið, sum setur dags­skránna á hesum øki. Hann helt, at ein hugburðs­ broyting skuldi til, men vísti á, at tað er eitt langt lop frá at samkynd verða fevnd av anti­diskrimina­tións­para­ graffini í revislógini til skrásett parlag. Nú tóktist sum øll føgur orð úr visjónsframløgunum høvdu fingið annan priori­ tet, og fleiri vildu hava eina viðmerking frá Jógvani á Lakjuni, sum alment hevur boðað frá í lesarabrævi “at tað verður tjóð okkara til vanlagnu, at myndugleikar landsins stuðla upp undir at góðtaka homoseksuellan levnað sum nakað natúr­ ligt”. Mentamálaráðharrin vísti á, at hetta var ikki hansara málsøki, men at lógauppskot av slíkum slagi eru ímóti hansara kristnu sannføring, sum hann málbar seg. Jógvan á Lakjuni vildu tó ikki hava sitandi á sær, at vera kallaður intolerantur og metti seg vísa eins stórt tolsemi og bæði løgmaður og onnur, ið tóku orðið hetta kvøldið. Nú varð næstan eingin tíð eftir, men onkur vísti tó á, at tað, at vilja vera millum frestu tjóðir er sera ambitiøst, og heldur speiskt varð nevnt, at tað vóru lond sum USA, Frakland, Stórabretland og Kina, vit ætla at teljast millum. Eitt annað av fundarfólk­ unum nevndi barnaansing sum ein týdningarmiklan faktor, um fólk skula fáast heimaftur. Sostatt var tað meira tal­an um bleyt virði sum t.d. borg­ ararættindi og barna­ansing, ið áhoyrararnir vildu tosa um, í mun til politikararnar og embætisfólkini, ið borð­ reiddu við grundar­stein­ um og visjónum. Og so sjálvandi eisini turrum fiski, pinnamati og onkrum lesk­andi afturvið. Búskaparstøðan og bústaðarmøguleikar 13 grundarsteinar undir Visjón 2015 ■ Sjálvstýri ■ Alheimsgerð ■ Útbúgving ■ Gransking, menning og nýskapan ■ Íverksetan ■ Kunningar- og samskiftistøkni ■ Tilfeingi ■ Samfelagsbygnaður ■ Infrakervi ■ Umhvørvi ■ Mentan ■ Arbeiðsmarknaður ■ Vælferð - grundarsteinar FAKTA Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður í almanna- og heilsumálum leggur fram