Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-11-01, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 1. november 2006síða 21

‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 211 - 1. november 2006 SAMBAND Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo tlf 341800 ítróttur »Útidystir í europeiskum kappingum eru altíð truplir, men vit ætla okkum at vinna ímóti FCK« Sir Alex Ferguson – Útidystir í euro­ peiskum kappingum eru altíð truplir, men vit ætla okkum at vinna ímóti FCK, sigur Sir Alex Fergu­ son, venjari hjá Man­ chester United. Størst dysturin í donskum fótbólti í nógv ár verð­ ur í Parkini í kvøld Champions League Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Keypmannahavn: Føroyingar hava í nógv ár havt eitt serligt forhold til danska fótbóltsfelagið FC Keypmannahavn. Høvuðs­ orsøkin til tað er helst, at Todi Jónsson í nógv ár spældi fyri felagið. Nú eru tvey ár liðin, síðani Todi gavst í felagnum, men nógvir føroyingar fylgja framvegis gongdini í størsta danska felagnum. Í kvøld spælir FCK sín størsta dyst nakrantíð. Enska stórfelagið Man­ chester United er komið til Keypmannahavn at dystast við FCK í Champions League, og í FCK viður­ kenna tey, at felagið spælir ímóti einum munandi sterk­ ari liði. Sjálvt nevndar­formaður­ in í FCK, Flemming Øster­ gaard, er mest sum fegin um bara at sleppa at verða við í Champions League. – Eg eri hugtikin av søguni, og eg havi stóra virðing fyri henni. At vitja hjá Celtic og United luktar av fótbólti, so at tú bara kanst gerast glaður, sigur Østergaard við 24timer. Útidystir truplir Týsdagin hitti venjarin hjá Manchester United, Sir Alex Ferguson, pressuna, og hann var í góðum hýri, nú úrslitini hjá hansara liði hava verið sera góð seinastu tíðina. – Góð lið spæla støðugt, og vit skulu halda fast um góðu gongdina seinastu tíðina. Útidystir í euro­pe­ iskum kappingum eru altíð truplir, men vit ætla okkum at vinna ímóti FCK, segði Ferguson. Skotski venjarin segði seg hava virðing fyri danska liðnum. – Donsk lið eru kend fyri at stríðast til tað síðsta, og tað ger FCK eisini. Í fyrra dystinum ímóti okkum kláraðu teir seg væl. Teir spældu væl, vóru á einum góðum tekniskum støði, men manglaðu nakað í av­ slutningsspælinum, segði Ferguson við tey mongu tíðindafólkini í Parkini í gjár. Brúkar allan hópin Eftir tíðindafundin vandi enska felagið í Parkini. Takið á danska tjóðar­vølli­ num var í dagens anledning drigið fyri, og vøllurin tóktist verða í hampuligum standi. Tað var sjón fyri søgn, at tríggir av stuðuls­spælaru­ num hjá United verða ikki við í stórdystinum ímóti FCK í kvøld. Gary Neville, Louis Saha og Ryan Giggs eru ikki við á ferðini til Keypmannahavn, tí teir eru skaddir. Ferguson segði á tíðinda­ fundinum, at nakrir av teim­um, sum ikki hava spæl fast við seinastu dyst­ ir­nar, sleppa at royna seg í kvøld. Hann nevndi Wes Brown, Gabriel Heinze, John O’Shea og David Fletcher í hesum saman­ hangi. – Vit skulu brúka okkara hóp, og tað havi eg eisini gjørt higartil. Líkamikið hvør spælir í kvøld ella næstu ferð, so fara vit á vøllin fyri at vinna, segði Sir Alex Ferguson. Dysturin millum FCK og Manchester United verður spældur kl. 19.45 í kvøld, og hann kann síggj­ ast á TV3+. United ætlar at traðka á United Sir Alex Fergsuon segði, at tað er líkimikið hvør spælir á liðnum í kvøld. United skal vinna dystin Mynd: Jonhard Hammer Lagið var gott á spælarunum hjá Manchester United, tá ið teir vandu í Parkini i gjár Mynd: Scanpix Jann Ingi heldur fram á Toftum Miðvallarálitið hjá B68 hevur skrivað undir sáttmála, sum bindur hann at barndómsfelagnum í tvey ár afturat Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Fyrr í dag visti Dimma­ lætting av siga, at bra­ silski álopsspælarin And­ersson, sum hevur verið á Toftum í ár, næsta ár fer at spæla við NSÍ. Men hóast toftamenn fluttu niður í næstbestu deildina fyri hálvari aðrari viku síðani, og hóast brasilski álops­ spælarin nú hevur skriv­ að undir avtalu við NSÍ, so ætlar B68 at brynja seg út at vera við í kapp­ ingini um upp­flyting næsta ár. Í kvøld veit B68 heima­ síðan at siga, at Jann Ingi Petersen hevur skriv­að undir sáttmála, sum bindur hann at barn­ dómsfelagnum tvey tey næstu árini. B68 heima­ síðan sigur, at fleiri feløg í Formula deildini hava dyrgt eftir undir­ skiftini hjá miðvallara­ num, sum áður hevur verið í landsliðshitanum, men nú er tað altso greitt, at Jann Ingi eisini komandi ár verður at síggja í reyðu B68 troyggj­uni.