mikudagur 1. november 2006síða 22
‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
[ Nr. 211 - 1. november 2006 ]
Føroyingar til Crazy Gang
Christian Høgni Jacobsen og Gunnar Nielsen fara í næstum
á venjingaruppihald hjá Milton Keynes Dons. Hetta er
felagið, sum fyrr æt Wimbledon, og sum í síni tíð varð kent
sum »the Crazy Gang«. Hóast lítið, so var felagið í drúgt
áramál partur av enskum toppfótbólti, og ivaleyst man
FA-Cup sigurin móti Liverpool standa ovast á breddanum
í minninum hjá áskoðaranum. Nú er talan tó um tilveru í
fjóðri bestu ensku deildini, og spurningurin er so, hvørt
teir báðir føroyingarnir kunnu vera við til at styrkja vónina
um uppflyting í fremstu røð.
Tveir dystir í Klaksvík
Bæði menn og kvinnur hjá Mjølni spæla dyst í meistaradeildini
í kvøld. Klokkan 19.30 spæla kvinnuliðini hjá Mjølni og
Drátti, og eftir hetta eru tað menninir, sum standa fyri tørni.
Har verður dysturin millum Mjølnir og Nøvuna.
Sum skilst hevur
Jens Martin Knudsen
ongar ætlanir um
at gevast, men tá
venjingin byrjar
aftur, hevur NSÍ
eisini Predrag Mark
ovic í hópinum, sum
eisini telur brasilska
Anderson í álops
partinum
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
NSÍ tykist veruliga hava
brynjað seg út til komandi
kappingarár. Her fyri stóð
greitt, at Jónhard Fredriks
berg og Nenad Stankovic
koma til felagið av Skála, og
longu tá varð boðað frá, at
enn var ikki liðugt at styrkja
um hópin. Í øllum førum
skuldu bæði áleypari og
verjuspælari koma afturat.
Ein Stankovic afturat
Í gjár stóð greitt, at áleyparin
verður Anderson, sum higar
til hevur gjørt um seg hjá
B68. Anderson hevur til tíðir
víst seg sum ein tann vanda
mesta áleyparan í føroyskum
fótbólti, og megnar hann at
halda seg skaðafrían, verður
hann uttan iva ein fongur hjá
NSÍ.
Meira óvæntað er, at
NSÍ nú eisini hevur gjørt
sáttmála við útlendskan
málverja. Hesin eitur Predrag
Stankovic, og er beiggi at
Nenad, sum ætlandi skal
stýra NSÍ-miðvøllinum.
Okkum hevur ikki eydn
ast at fáa viðmerkingar
frá Andreas Lamhauge,
formanni í NSÍ, men sum
skilst, so er ætlanin tó ikki,
at hesin her og nú skal loysa
Jens Martin Knudsen av í
málinum. Veteranurin hjá
NSÍ er kanska ikki longur
partur av spælarahópinum á
landsliðnum, men í Runavík
er lítil ivi um, hvønn status
hann hevur.
Enn restar so verjuspælarin,
sum felagið tosaði um, og so
er spurningurin, hvat navn tá
verður avdúkað.
Nýggjur málverji til NSÍ
Aktiv marknaðarfør
ing er lyklaorðið hjá
Kaupthing Bank, sum
í gjár gjørdi fýra ára
sponsor-sáttmála við
HB
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Íslandssáttmálin fær gildi í
dag, og millum annað inni
ber tað, at Kaupthing nú fer
í holt við at ítøkiliggera ætl
anir sínar um at reka veruligt
bankavirksemi í Føroyum.
Hetta inniber eisini,
at felagið, sum higar til
hevur verið virðisbræva
meklarafelag nú skiftir navn
til Kaupthing Bank – eitt
navn, sum felagið veruliga
vil marknaðarføra seg til.
Fyrsta stigið í so máta varð
tikið í gjár, tá Kaupthing og
HB skrivaðu undir sponsor-
sáttmála, sum er galdandi
fyri næstu fýra árini.
– At vit nú víðka um
virksemið, eins og navnið
verður broytt, gevur okkum
tørv á eini sterkari markn
aðarføring. Tí partinum hava
vit arbeitt við, og vit eru sera
fegin um, at vit hava gjørt
sáttmála við HB. Tí tað er
uttan iva eitt tað allar besta
lýsingarplássið, sum fæst
í landinum, sigur Peter S.
Holm, stjóri í Kaupthing.
Og Steinfinnur Mittelstein,
stjóri í P/F Havnar Fótbóltur,
var nú heldur ikki ónøgdur
við avtaluna.
– Nú endaði árið hjá okk
um jú heilt gott, men tað
í sjálvum sær gevur ikki
úrslit. Fyrireikiingarnar
til komandi árið eru langt
síðani farnar ígongd, og
hendan avtalan gevur okkum
møguleikan at skapa eitt gott
fíggjarligt grundarlag fyri
rakstrinum, sigur hann.
Aktiv
marknaðarføring
Umframt at vera sjónligir
á spælarabúnunum, verður
Kaupthin eisini í aðrar mát
ar ein aktivur partur av vøru
merkinum, sum eitur HB.
Ein ætlan, sum eisini er heilt
tilvitað.
– Vit hava hugsað um
fleiri møguleikar at branda
okkum saman við HB. Eitt
nú verður Kaupthing merkið
á øllum samskifti, sum fer úr
HB-húsinum, eins og venj
ingarbúnar, sum nógvur
ungdómur brúkar, eisini
bera okkara merki.
– Men mest sjónligi part
urin verður helst í samband
við heimadystirnar hjá fel
agnum. Vit koma at brúka
hesar til aktivt at gera vart
við okkara leiklut, og so
hava vit eisini valt, at HB-
skýlið nú fær navn eftir
okkum. Tað er nakað, sum
ikki er roynt í Føroyum áður,
og vit eru sera fegnir um, at
leiðslan í HB vildi ganga
hesum ynski á møti, sigur
Peter S. Holm.
HB skýlið eitur nú Kaupthing-skýlið
Soleiðis sær nýggi HB-búnin
út
Soleiðis kemur HB-húsið at síggja
út framyvir. Við greiðum frámerki
til høvuðsstuðulin hjá Formula-
liðnum hjá felagnum