Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-11-01, síða 33
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 1. november 2006síða 33

‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

34 Nr. 211 - 1. november 2006 Í vikuskiftinum skipaði ítróttarfelagið FS Vágar fyri bilasølustevnu í høllini á Giljanesi. Yvir 50 bilar vóru á framsýningini, har ímillum onkrar spennandi nýggjheitir Bilar Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Myndir: Álvur Haraldsen Eins og undanfarin ár skip­aði FS Vágar fyri bila­ sølustevnu í høllini á Gilja­ nesi. Stevnan var hesaferð í vikuskiftinum 28. og 29. oktober. Framsýnarar á stevnuni vóru bilasølurnar: Reyni Ser­vice, Auto Service, Norð­bil og Nordcar. Hesar bila­sølurnar selja 11 ym­isk bilmerkir, og á fram­sýn­ ingini vóru yvir 50 nýggir bilar sýndir fram. Tær mest spennandi nýggjheitirnar vóru iva­ leyst ársins bilur í Dan­ mark 2007 Opel Corsa og Honda Civic, ið er ein rættuliga sermerktur bilur. Eisini var nýggjasti Lexus IS220 diesel, og seks per­ sónabilurin Honda FR-V við trimum sitiplássum framman og trimum aftan. Umframt bilafram­sýn­ing­ ina var tónleikur og nýggj­ asti klædna-, skógva- og hármótin sýndur fram. bilar SAMBAND magnus gunnarsson maggi@sosialurin.fo tlf 341800 fax 341801 FS Vágar skipaði fyri bilasølustevnu í høllini á Giljanesi í vikuskiftinum 28. og 29. oktober Yvir 50 nýggir bilar vórðu sýndir fram. Fremst nýggi Toyota Yaris Ársins bilur í Danmark 2007 Opel Corsa. Sum eykaútgerð fæst Corsa við innbygdum súkklusativi til tvær súkklur. Nýggi Honda Civic er ein rættuliga sermerktur bilur, bæði uttan og innan Fleiri nýggjheitir á bilasølustevnu Meira um bilaframsýningina á Giljanesi sum kykmyndir (videoklipp) á portalinum