Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-11-01, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 1. november 2006síða 34

‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 211 - 1. november 2006 35 50.000 lesarar hjá týska bilblaðnum Auto Bild hava kosið Audi TT Coupé Sport sum heimsins flottasta bil­modell, ið er komið á marknaðin seinasta árið. Bilurin varð valdur sum nummar eitt millum 146 ymiskar bilar í ymiskum klassum. Nr. 2 varð Audi Q7, nr. 3 Aston Martin V8 Vantage, nr. 4. Mercedes-Benz S, og nr. 5 varð Porsche 911 Turbo. Arbeiðið við at gera nógv umtalaðu koyribreytina í Íslandi “Iceland MotoPark” er byrjað. Talan er um eitt stórt anlegg, sum skal nýt­ ast til t.d. rasarakoyring við Formula F1 bilum, drag rac­ ing, go-cart og rally­koyr­ ing. Breytin verður bygd nak­ að uttan fyri Reykjavík, á einum øki sum er 370 hektarar til víddar. Á hes­ um øki verða eisini bygd háhús og hotell. Breytin verð­ur bygd við síðuna av høvuðsvegnum til flog­ vøllin - við krossvegin til Grindavíkar og Blue Lagoon. Eftir íslendskum máti­ stokki er hetta ein sera stór verkætlan, sum nú er vorðin veruleiki. Eitt byggisamtak av fleiri byggifeløgum ger arbeiði. Verkætlanin verður stuðl­ að bæði av íslendskum íleggjarum og íleggjarum uttan úr heimi. Endamálið við Iceland MotoPark er at hava eitt stað, har øll áhugaði kunnu koma og fáa eina veruliga upplivning innan motorsport og eisini fyri at læra at blíva betri bilførarar. Alt kemur at ganga fyri seg undir tryggum umstøðum. Íslendingar vænta, at teir við Iceland MotoPark eisini koma at hava nakað at bjóða ferðafólki. Iceland MotoPark Audi TT Coupé Sport: Heimsins flottasta bilmodell Iceland MotoPark er eftir íslendskum mátistokki ein sera stór verkætlan. Breytin skal nýtast til t.d. rasarakoyring við Formula F1 bilum, drag racing, go-cart og rallykoyring Arbeiðið við at gera “Iceland MotoPark” er byrjað Audi TT Coupé Sport er kosin heimsins flottasta bilmodell av 50.000 lesarum hjá Auto Bild bilar