Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-11-02, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 2. november 2006síða 4

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 212 - 2. november 2006 Granskingardepilin fyri Økismenning hevur givið út eitt nýtt arbeiðsrit – Arbeiðsrit 11/2006 við heitinum “Arbeiðsmegin á føroysku flaka- og fiskavirkjunum í framtíðini”. Dennis Holm, samfelagsfrøðingur og Bogi Mortensen, siviløkonomur, hava skrivað arbeiðsritið Tíðarrit tíðindaskriv Seinastu ártíggjuni eru stór­ ar broytingar farnar fram í føroyska samfelagnum sum heild, eisini á vinnuliga økinum. Moderniseringin og menningin av sam­fe­ lag­num hevur ført við sær, at vinnumynstrið er broytt. Meðan tað fyrr vóru framleiðsluvinnurnar – serliga fiskivinnan á landi – sum vóru tær berandi, eru tað tey seinastu árini almennar- (og -privatar) tænastur og almenn umsit­ ing, sum hava størstu fram­ gongd og eru tær vinnur, sum krevja flest folk. Minkandi tal av arbeiðs­ fólki innan fram­­leiðslu­ vinn­urnar er eisini ein gongd, sum hevur merkt Vestur­heimin sum heild tey seinastu ártíggjuni. Ikki minst er gongdin styrkt eftir at tað er vorðið alsamt meiri vanligt at flyta fram­ leiðslur til lond, har lønar­ kostnaðurin er væl lægri enn í Vesturheiminum. Avbjóðingin fyri “tær gomlu” framleiðslu­vinn­ ur­nar og fyri (lokal) sam­ felagið, sum hevur havt hesar vinnur sum kjarnu­ vinnur, er at tillaga seg til broyttu støðuna, til tær nýggju avbjóðingarnar, sum broytingarnar hava ført og koma at føra við sær. Hetta er eisini støðan í Føroyum. Í arbeiðsritinum er foksu sett á evnið “arbeiðsmegin á føroysku flaka- og fiska­ virkjunum í framtíðini” og roynir frágreiðingin m.a. at svara nøkrum spurningum í sambandi við hvørji arbeiðsfólkini á flaka- og fiskavirkjunum eru í dag, og hvørji vit kunnu vænta fara at manna hesi arbeiðspláss í framtíðini. Ein trupulleiki í eygsjón Kanningar sum Gransk­ ingardepilin fyri Økis­ menning hevur gjørt – bæði tann millum arbeiðsfólk á flaka og fiskavirkjunum (í 2006) og ein kanning millum ung í 9. flokki og 3. flokki á miðnámsskúlunum (í 2003) – geva greiðar ábendingar um, at áhugin fyri at arbeiða innan fiski­ vinnuna á landi er mink­ andi. Kanningin millum tey, sum arbeiða á flaka- og fiskavirkjunum, vísir, at nógv kundu hugsa sær annað arbeiði, hetta hóast trivnaðurin í vinnuni sum heild er góður. Tey sum ynskja annað arbeiði eru serliga tey, sum eru yngri enn 30 ár, men hetta er somuleiðis galdandi fyri ein part av teimum, sum eru í aldrinum 30-39 ár og 40-49 ár. Um kanningin verður brúkt sum grundarlag fyri eini umrokning (í mun til talið av lønmóttakarum innan fiskavøruídnaðin), so vísir kanningin, at 600-800 fólk (39% av 1500-2000 arbeiðsfólkum) á flaka- og fiskavirkjunum kundu hugsa sær at farið í annað arbeiði. Kanningin vísir eisini, at foreldur (sum arbeiða í fiskivinnuni á landi), ynskja ikki, at børn teirra skulu fara at arbeiða í fiskivinnuni á landi. Við øðrum orðum, verandi ættarlið á flaka- og fiskavirkjunum ynskja ikki, at komandi ættarlið skal fara í somu vinnu sum tey. Kanningin millum ung í 2003 vísir, at ung ynskja ikki at arbeiða í fiskivinnuni á landi. Bert 3,2% av teimum ungu ynskja, at fiskivinnan á landi skal gerast teirra framtíðar arbeiðspláss. Høvuðsorsøkin er, at tey ungu ynskja at taka eina útbúgving, sum gevur teim­ um møguleika at vinna meiri pengar og fáa eitt spenn­­andi og fakliga avbjóð­ andi arbeiði. Samanumtikið vísa kanningarnar báðar: * Ein munandi partur av teimum, sum arbeiða á flaka- og fiskavirkjunum, ynskja annað arbeiði * Verandi ættarlið á flaka- og fiskavirkjunum ynskja ikki, at komandi ættarlið / børn teirra skulu ar­beiða í fiskivinnuni á landi. * Tey ungu – kom­andi ættarlið á arbeiðs­markn­ aðinum – ynskja ikki at arbeiða í fiskivinnuni á landi. Stórar avbjóðingar Hendan frágreiðingin gevur svar uppá fleiri áhugaverdar spurningar viðv. ar­beiðs­ megini á føroysku flaka- og fiskavirkjunum í fram­ tíðini. Men eins og aðrar frágreiðingar av hesum slagi, so setir hendan frá­ greiðingin eisini fleiri nýggjar spurningar, sum krevja viðgerð – í hes­ um føri bæði av vinnuni, fakfeløgum og frá polit­isk­ ari síðu. Ein týðandi partur av at menna einhvørja vinnu er at arbeiða við teim­um avbjóðingum og hóttanum og møguleikum, sum vinn­ an hevur ella kann fáa. Niðurstøðurnar í Arbeiðs­ ritinum Arbeiðs­megin á flaka- og fiskavirkjunum í framtíðini gevur ábendingar um at stórar avbjóðingar eru fyri framman, har tað er neyðugt at arbeiða miðvíst við at loysa tær avbjóðingar, sum eru og sum fara at koma í næstu framtíð. Arbeiðsritið kann tak­ ast niður í pdf-formati á heimasíðuni hjá Gransk­ ingardeplinum fyri Økis­ menning – www.region.fo Smyril Line søkir eftir 1. stýri- manni til Norrönu. Vit bjóða honum/henni eitt spennandi starv umborð á fl aggskipinum í før oysku ferða vinnuni. Starvið er avbjóðandi og fjølbroytt, og tú fært ein góðan møgu- leika at verða við í fram hald- andi menn ingini av Norrönu og Smyril Line – og harvið føroysku ferða vinn uni. Títt komandi arbeiðspláss er eitt av størstu, bestu og nýggj- astu skipum á Norður atlants- havinum, og samstundis stør- sta skip før oy ingar eiga. Hon tekur 1482 ferða fólk, 800 bilar og manningin, tá hon er mest, telur heili 118 fólk. Aftrat góð- um starvstreytum bjóða vit har til eina áhugaverda sigl - ingarætlan, góða løn og góða frí tíðar avtalu. Førleikakrøv til 1. stýrimann: · Skipsføraraútbúgving við minimum STCW áteknað vinnu bræv sum stýrimaður av 1. stigi · STCW áteknað GMDSS, GOC prógv · Heilsu-, sløkkileiðara-, royk kav ara-, trygdar-, Crowd Management-, bjargingar- og onnur bjarg ingar/førleika prógv · Arbeiða sjálvstøðugt og góð samstarvsevnir. Setanartreytir Setanartreytir sambært sátt- mála millum Skipara – og Navigatør felagið og Reiðara- felagið. Vit hugsa okkum, at tú hevur roynd ir frá ferðamannaskipum áður, men hetta er eingin treyt. Umsóknir Umsóknir við avriti av prógv- um og møguligum ummælum skulu sendast til: SMYRIL LINE Financial Controller M/F Norröna P.O Box 370 FO-110 Tórshavn Umsøknir skulu verða okkum í hendi í seinasta lagi 8. novem- bur 2006 kl. 12.00. Nærmari upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Jørmund Vága- dal á: +298 34 49 92 ella controller@norrona.fo Vilt tú verða í fyrstu røð í føroyskari skipa- og ferðavinnu? STÝRIMAÐUR TIL NORRÖNU Smyril Line varð stovnað í 1982, og er í dag ein altjóða fyritøka við skrivstovum í Føroyar, Ísland, Noreg, Hetland, Skotland og Danmark um allan heimin. Um- framt egnar skrivstovur, so hev ur felagið eisini samstarvs felagar í meginparinum av europe iska meginlandinum og restini av út- heiminum. SMYRIL LINE · J. BRONCKS GØTA 37 · POSTBOKS 370 · FO-110 TÓRSHAVN TLF 34 59 00 · FAX 34 59 50 · OFFICE@SMYRIL-LINE.FO · WWW.SMYRIL-LINE.COM Arbeiðsmegi á flakavirkjum