hósdagur 2. november 2006síða 5
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 212 - 2. november 2006
5
tíðindi
Ásgrímsson nýggjur aðalskrivari
Fyrrverandi íslendski forsætisráðharrin, Halldór Ásgrímsson, verður eftir nýggjár nýggjur aðalskrivari hjá
Norðurlendska ráðharraráðnum (Rubrik).
Í gjár gjørdist greitt, at fyrrverandi íslendski forsætisráðharrin, Halldór Ásgrímsson, skal avloysa Per Unckel
sum nýggjur aðalskrivari hjá Norðurlendska ráðharraráðnum. Seinastu vikurnar hava serliga tvey evni verið nevnd
sum komandi aðalskrivari.
Umframt Halldór Ásgrímsson, varð finnlendingurin Jan-Erik Enestam mettur at hava góðan møguleika. Ísland
hevur ongantíð áður havt aðalskrivaran, og hetta varð ein orsøk til at valið fall á Halldór Ásgrímsson.
– Málið er at gera norðurlendingar meira tilvitaðar um norðurlendska samstarvið í gerandisdegnum. Vit eiga í
størri mun at kanna, hvat norðurlendingar halda norðurlendska samstarvið eigur at snúgva seg um, segði Halldór
Ásgrímsson eftir útnevningina sum nýggjur aðalskrivari
-páll
– Hetta er fyrsta
stigið móti
altjóðagerðingini,
sigur løgmaður um
íslandssáttmálan.
Hann heldur, at
atfinningarnar eru
púra burturvið, tí
at javnvágin millum
londini eru góð. Tó
skal málið um landing
av lodnu avgreiðast
HOYVÍKSSÁTTMÁLIN
Heini S. Kristiansen
heinik@sosialurin.fo
– Sáttmálin merkir, at Før
oyar og Ísland verða eitt
búskaparøki. Vit fáa ein
felags innara marknað.
Tey fýra frælsini, sum eru
vøra, kapitalur, tænasta og
arbeiðsmegi, hava frítt at
fara millum londini, sigur
Jóannes Eidesgaard.
– Fyrimunirnir eru eins
fyri bæði londini. Vit hava
ikki loyvi at gera mismun á
íslendingar orsakað av teirra
tjóðskapi og hinvegin. Hetta
er eitt stórt stig fyri Føroyar.
Okkara heimamarknaður er
sera lítil – kanska tann minsti
í heiminum –, og hann er nú
vorðin 6 ferðir størri, sigur
hann.
Umfatandi sáttmáli
Sambært Jóannes er hesin
sáttmálin sera týðandi og sera
umfatandi fyri Føroyar.
– Hetta er mest umfatandi
sáttmálin hjá Føroyum
nakrantíð. Íslendarar siga
tað sama, og tað sigur alt um,
hvussu umfatandi sáttmálin
er, staðfetsir Jóannes.
Møguleiki er fyri, at onnur
lond gerast ein partur av
sáttmálanum í framtíðini.
– Sáttmálin kann víðkast,
um til dømis grønlendarar
vilja gerast partur av honum.
Hann kann eisini víðkast til
at fevna um onnur øki, so
sum mentan og umhvørvi,
sigur Jóannes.
Jóannes óttast ikki, at
sáttmálin verður brotin.
– Tað er ein felagsnevnd
við føroyskum í íslendskum
embætisfólkum, sum skulu
hava eftirlit við, at sáttmálin
verður hildin. Um tað vísa seg
at vera tekniskar handilsligar
forðingar, kunnu fólk boða
nevndini frá. Nevndin kann
ar so umstøðurnar og hevur
heimild til at stíga inn og
rudda forðingarnar av vegn
um, sigur hann.
Á heimasíðuni tinganes.
fo stendur, at ávis undantøk
eru. Jóannes greiðir nærri
frá hesum:
– Tað eru ávís undantøk
báðar vegir. Føroyingar
hava fiskivinnuna sum und
antak, ímeðan íslendarar
hava virkini sum undantak.
Eisini hava vit eitt fyrivarni
yvirfyri einari møguligari
oljuvinnu.
Atfinningar burturvið
Tað hava verið nógvar at
finningar móti Hoyvíkssátt
málanum í seinastuni. Fólk í
vinnuni hava víst á, at javnvág
in í sáttmálanum ikki er nóg
góð, og at íslendarar fáa fleiri
fyrimunir enn føroyingar. Pol
itikarar hava eisini tikið undir
við atfinningunum. Jóannes
Eidesgaard skilir tó ikki hesar
atfinningar:
– Tað er púrasta burturvið.
Sáttmálin er púra í javnvág.
Eg skilji tó væl, at fólk eru
upptikin av hesum, tí at stór
ar fyritøkur koma inn á okk
ara marknað. Men vit mugu
tora at bjóða øðrum av uttan
fyri landoddarnar. Vit kunnu
ikki bara verða liggjandi í
okkara egna dunnuhyli. Um
vit ynskja at menna okkum,
mugu vit taka við nýggjum
avbjóðingum til tess at
betra okkara kappingarføri.
Eg trúgvi at atfinningarnar
koma orsakað av einum ner
vøsiteti, sum fer at fortaka
seg. Hetta er fyrsta stig móti
altjóðagerðingini,
sigur
Jóannes.
Lodnan skal fáast
uppá pláss
Nógv hava funnist at forðing
unum innan fiskivinnuna.
Føroyingar hava ikki loyvi
at landa lodnu, sum er fiskað
undir Íslandi, í Føroyum.
Jóannes er tó vónaríkur um,
at hetta fer at broytast heilt
skjótt. Hann heldur ikki, at tað
er grund til at óttast hetta.
– Vit hava gjørt eina avtalu
um eina felagslýsing. Har
stendur, at vit skulu arbeiða
fyri at taka forðingar fyri
at landa fisk burtur. Tí er
einki at óttast. Politikkur
snýr seg um álit, og eg havi
álit á, at hetta fer at loysa
seg í nærmastu framtíð. Tú
kanst siga, at hetta er vágið,
men tað meti eg ikki, sigur
Jóannes.
– Málið er í politisku smiðj
uni beint nú. Bjørn Kallsø
arbeiðir við hesum, og eg
havi eisini samráðingar við
uttanríkismálaráðharran í
Íslandi. Vit skulu møtast í
januar, og tá vóni er, at hetta
verður avgreitt, sigur hann.
Um íslendingar drála við
at loysa hetta, skal Løgtingið
taka støðu til, hvat næsta
stigið verður.
– Um fortreytirnar broyt
ast, verður hetta tikið upp í
tinginum. Men vit vænta ikki,
at nakrir trupulleikar verða,
sigur Jóannes Eidesgaard at
enda. Les viðmerkingar frá
Høgna Hoydal í blaðnum í
morgin.
Marknaðurin vorðin seks ferðir størri
Fyri at fáa fulla
úrtøku úr Hoyvíks
sáttmálanum fer
Ísland komandi ár at
lata upp eitt General
Konsulat í Føroyum,
sum burturav skal
røkja áhugamál hjá
Íslandi í Føroyum.
Løgmaður verður ikki
bilsin um føroyskt
vinnulív fer at krevja
tað sama. Kortini
fyriliggja ongar ítøki
ligar ætlanir um eitt
føroyskt General Kon
sulat í Ísland
Hoyvíkssáttmáli
Páll Holm Johannesen
pallurin@hotmail.com
Keypmannahavn: Seinnapart
in í gjár var móttøka á Norð
urbryggini í Keypmannahavn
fyri at staðfesta, at Hoyvíkssátt
málin er komin í gildi. Fitt av
fólki var savnað til móttøkuna
á Bryggjuni seinnapartin.
Umframt løgmann við fylgi,
føroyska sendimaðurin í
Keypmannahavn og íslendska
uttanríkisráðharran, var bæði
fyrrverandi og núverandi
íslendski forsætisráðharrin
til staðar og fleiri íslendskir
politikarar, sum eru í Keyp
mannahavn í samband við
Norðurlandaráðsfundin,
løgdu eisini leiðina framvið
Norðurbryggjuna.
Konsulat
Undir móttøkuni kom undan
kavi, at Ísland komandi ár fer
at lata upp eitt nýtt General
Konsulat í Føroyum.
Íslendski uttanríkisráð
harrin Valgerður Sverris
dóttir segði, at nýggja Gen
eral Konsulatið er eitt úrslit
av, at Føroyar og Ísland við
Hoyvíkssáttmálanum er
blivin til eitt búskaparøki.
Konsulatið verður mannað
av einum íslendskum diplo
mati, sum verður sendur úr
Íslandi at røkja íslendsk áhuga
mál í Føroyum, so full nytta
fæst úr Hoyvíkssáttmálanum,
sum hon málbar seg.
Løgmaður, Jóannes Eides
gaard, væntar, at føroyskt
vinnulív fer krevja, at Føroy
ar seta eitt líknandi General
Konsulat á stovn í Íslandi.
Kortini fyriliggja ongar ítøki
ligar ætlanir um eitt føroyskt
General Konsulat í Ísland.
Høvuðsmarknaður
Íslendski uttanríkisráðharrin
vísti á, at hetta er á fyrsta sinni,
at bæði Ísland og Føroyar
gera ein so víðfevnandi
samhandilssáttmála. Hon
legði afturat, at hagtøl yvir
samhandilin hjá Íslandi við
onnur lond vísir, at Føroyar
eru ein høvuðsmarknaður hjá
íslendskum fyritøkum, og tí
kemur nýggjur sáttmálin at fáa
alstóran týdning fyri Ísland.
Valgerður Sverrisdóttir
segði eisini, at í Íslandi var
rættiliga stórur áhugi fyri
nýggju avtaluni, sum ís
lendskar fyritøkur síggja stór
ar møguleikar í.
Fyrsta stig
Jóannes Eidesgaard kallaði
Hoyvíkssáttmálan fyri fyrsta
stigi hjá føroyingum út í
altjóðagerðina. Hann vísti
á, at í Føroyum hevur verið
ein ávísur ótti fyri sáttmál
anum, tí vit bera ótta fyri, at
íslendskar fyritøkur fara at
skúgva føroyskar fyritøkur.
Løgmaður helt fyri, at før
oyingar eiga at skifta hugburð
og síggja sáttmálan sum ein
møguleika og eina avbjóðing
heldur enn eina forðing, tí
føroyskar fyritøkur hava
ov leingi bert dúva upp á
føroyska heimamarknaðin.
Eitt búskaparøki
Við Hoyvíkssáttmálanum
eru Føroyar og Ísland vorðin
eitt búskaparøki, og við
ávísum undantøkum verður
við sáttmálanum frælsur
flutningur av føroyskum og
íslendskum vørum, tænast
um, kapitali og persónum
millum londini.
Sáttmálin forðar eisini fyri,
at mismunur verður gjørdur
vegna tjóðskap, virkis- ella
framleiðslustað.
Íslendingar lata upp konsulat
Løgmaður og íslendski uttanríkisráðharrin, Valgerður Sverrisdóttir, síggja bæði stórar møguleikar
í nýggja sáttmálanum.
Mynd: Símin J. Hansen