hósdagur 2. november 2006síða 6
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 212 - 2. november 2006
tíðindi
Íslendingar stuðla føroyskum EFTA limaskapi
Meðan íslendingar eru fúsir at hjálpa Føroyum í EFTA-spurninginum, so er Noreg trekari. Teir vilja ikki stuðla Føroyum uttan, at
Sveis eisini tekur undir við føroyskum limaskapi. (Rubrikk)
Í samband við Norðurlandaráðsfundin hittust stjórnarleiðararnir í Norðurlondum á fundi týsmorgunin. Á fundinum greiddi
løgmaður frá føroysku evropastrategiini, ið fevnir um EFTA-limaskap og eitt víðkað samstarv við ES. Løgmaður legði serliga
dent á, at Føroyar í løtuni arbeiða miðvíst ímóti føroyskum limaskapi í EFTA – og íslendski forsætisráðharrin, Geir M. Haarde,
var skjótur at veita sín stuðul.
- Vit stuðla Føroyum av fullum huga, og satt at siga høvdu vit roknað við, at hetta fór at verða einfalt at fáa í lag, nú Danmark og
Føroyar eru samd. Vit mæla til, at ein arbeiðsbólkur verður settur í EFTA at viðgera føroyska ynskið, sigur Geir M. Haarde.
Norski forsætisráðharrin, Jens Stoltenberg, var kortini eitt sindur trekari. Hann segði, at Noreg sum útgangsstøði tekur undir við
føroyskum limaskapi, men so krevst eisini, at Sveits tekur undir við føroyska ynskinum.
-páll
Hava áður
gjørt bart
Støðan, sum Sp/f Ítrótt
arvedding nú er komin í,
er sum so ikki eindømi.
Fyri nøkrum árum síð
ani hevði útlendskur
útbjóðari stovnað konto
í Føroya Sparikassa, og
umvegis hesa kundu
teir so bjóða spæl út til
føroysk viðskiftafólk.
Hetta varð tó steðgað, tá
Ítróttarvedding umvegis
politiska myndugleikan og
skattavaldið fekk trumfa
galdandi reglugerðina
ígjøgnum.
– Tú kanst ikki hava
eina konto í føroyskum
peningastovni, uttan at tú
hevur V- ella P-tal. Toll-
og Skattstovan útflýggjar
V-tal, men tá tað stendur í
lóggávuni, at vit hava eink
arrætt at fyriskipað spøl,
so var ikki lógligt at geva
hetta V-tal. Og tí steðgaði
tað virksemið eisini, sigur
Petur Elias Petersen
-mørk
---
Fakta
Føroyska
lógin
um
ítróttarvedding staðfestir,
at Sp/f Ítróttarvedding
hevur
einkarætt
at
fyriskipa spæl á føroyska
marknaðinum. Tó er
eisini lógarheimild til
spæl hjá Kringvarpinum
(V4 og Gekkur) og hjá
Happadráttinum.
Onnur loyvi kunnu
latast til hvønn einstakan
drátt sær, og kunnu
hesi bert verða givin
til almannagagnlig ella
góðgerandi endammál.
Feløg og líknandi, sum
er skattafræls (ítrótta
feløg, áhugafeløg v.m.)
kunnu uttan loyvi skipa
fyri eydnuspæli eina ferð
um árið, tó treytað av,
at ávísar skyldur verða
hildnar.
Vinnurekandi kunnu
ikki útflýggja vinningar
eftir skipan, sum er heilt
ella partvíst tilvildarlig.
Tó kunnu blaðútgeverar
og útgevarar av reglu
ligum tíðarritum skipa fyri
eydnaspølum, har vinn
ingar verða útflýggjaðir.
Enn hevur Sp/f Ítrótt
arvedding ikki tikið
ítøkilig stig at melda
aðrar útbjóðarar. Men
tey fylgja sera væl
við í gondini, sigur
stjórin, Petur Elias
Petersen
Vedding
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Einasti útbjóðarin, sum
hevur loyvi at fyriskipa spøl
á føroyska marknaðinum,
er Sp/f Ítróttarvedding. Tey
umsita spølini hjá Danske
Spil – fyrr Tipstjenesten
– og tí hevur tað sera stóran
prinsipiellan týdning, tá
onnur royna at vinna seg inn
á føroyska marknaðin.
– Tað sigur seg sjálvt, at
vit fylgja gongdini á markn
aðinum. Tú skalt minnast
til, at hetta er lógarregulerað
økið, og í verandi støðu eru
vit tey einastu, sum hava
hetta loyvið, sigur Petur
Elias Petersen, sum er stjóri
á Sp/f Ítróttarvedding.
Monopolið
hevur orsøk
Júst monopol-viðurskiftini
eru tó ikki tey, sum hann
peikar
mest
eftir,
tá
útlendskir kappijngarneytar
verða nevndir. Heldur vil
hann seta fokus á orsøkina
til monopolið.
– Soleiðis sum veddingar
skipan okkara er, so burdi
tað havt almennan áhuga,
at talan er um regulerað
viðurskifti. Hóast vit ikki
hava nakra ítøkiliga kanning
fyri føroyingar, so siga tøl
alla aðrastaðni, at hvør
íbúgvi spælir fyri einar 2.000
kr. um árið í miðal. Og tá er
alt roknað við – lutaseðlar,
bingo, ítróttarvedding, lotto
o.s.fr. Tað vil við øðrum
orðum siga, at í alt verða
knappar 100 mió kr. um árið
nýttar til hetta.
– Og teir pengarnir fara
onkursvegna í umferð –
hvørt vit vilja tað ella ikki.
Men við skipanini hjá okkum
ber so til at halda hetta í
eini skipan, har peningurin
kemur samfelagnum til góð
ar. Umframt at luta 45%
út aftur sum vinningar, fer
yvirskotið hjá Danske Spil út
til sonevnd »alment nyttige
formål«. Tað hava vit sæð her
heima við, at vit á hvørjum
ári hava givið pening til
føroyskan ítrótt, til Føroya
Ungdómsráð (FUR) og til
Mentamálaráðið. Til samans
hava hesar upphæddir táttað
í 10 mió kr., so tað er altso
ikki einki, sum vit tosa um.
– Útlendskir útbjóðarar
kappast við at hava eina
hægri útlutan av vinningum
– upp í 55% - og tað gevur
størri vinningar til spælaran.
Men tú skalt minnast til, at
hini 45% tá øll verða nýtt
at skapa vinning til felagið
– og altso ikki til samfelagið.
Og tað í sjálvum sær skuldi
fingið politikkarar at ansa
eftir. Ikki minst, tá okkara
skipan automatiskt syrgir
fyri, at landskassin fær síni
15% í skatti av vinninginum,
og tað ivist eg í er galdandi
fyri tað, sum verður vunnið
gjøgnum aðrar útbjóðarar.
– Og tað eru eisini hesi
viðurskifti, sum gera, at eitt
nú danskir myndugleikar
ikki vilja boyggja seg fyri
ES-kravinum um ein opnan
spælimarknað.
Mugu staðfesta
reglurnar
Hvørt nøkur politisk reaktión
kemur upp á lýsingarnar, sum
hava verið at sæð seinasta
mánaðin, ber tó illa til at
siga. Finn Ougaard, varafúti,
segði í blaðnum í gjár, at
talan er um eina grásonu, og
tí skoðsmálinum eru Petur
Elias ikki heilt ósamdur í.
– Men júst tað ger eisini,
at tað hevur týdning at fáa
staðfest, hvat er loyvt og
ikki. Letur tú bara tingini
flóta, so kanst tú í ringasta
føri standa í teirri støðu, at
føroyskur ítróttur og ung
dómsarbeiði missur úti við
10 mió kr. árliga!
Men hvørji ítøkilig stig
kunnu tit taka í so máta?
– Fyrst og fremst, so er
tað at fylgja væl við tí, sum
fyriferst á økinum. Og so
royna at gera okkara ávirkan
galdandi. Tí vit síggja hetta
eins nógv sum eina politiska
uppgávu. Í Danmark er tað
jú staðfest við dómi, at tað
er ólógligt at lýsa í donskum
miðlum. Tann spurningin
hava vit so ikki fingið
avgreiddan enn.
Tað vil so siga, at tað
verða ikki tit, sum melda
Dimmalætting ella FSF fyri
tær lýsingar, sum hesi hava
borið?
– Tað fái eg sum so ikki
svarað fyri. Um tað kemur so
langt, er ein spurningur, sum
nevndin tekur støðu til.
Men kunnu vit ímynda okk
um, at einki verður gjørt, og at
eitt fótbóltsfelag brádliga spæl
ir við lýsing fyri eitt nú Lad
brokes á bringuni. Er tað tá
ikki ov seint at gera nakað?
– Kemur tað hartil, so
hava vit í øllum førum ein
stóran trupulleika. Júst tann
spurningurin er tó meira
hypotetiskur, tí tá vil viðkom
andi felag standa í eini støðu,
har tey móttaka pening frá
Danske Spil, samstundis
sum tey undirgrava teirra
virksemi, og tað ber jú illa
til at selja somu tvær ferðir,
sigur altso stjórin á Sp/f
Ítróttarvedding.
Tað er neyðugt at fáa staðfest, hvørjar reglur er galdandi og ikki á økinum, sigur stjórin í Sp/f
Ítróttarvedding
Ítróttar-
vedding
fylgir
gongdini