hósdagur 2. november 2006síða 7
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 212 - 2. november 2006
13
Anna Toftheyggj, Hvalba, andaðist á Suðuroyar sjúkra
húsi mikudagin, 81 ára gomul. Farið verður úr kapellinum
á Suðuroyar sjúkrahúsi fríggjadagin kl. 18. Jarðarferðin
verður úr Hvalbiar kirkju leygardagin kl. 13.
Jens Ferndenand Poulsen, andaðist mikudagin, 65 ára
gamal. Jarðarferðin verður lýst seinni.
Anna Sofía Andreasen, Vestmanna, andaðist mikudagin,
83 ára gomul. Farið verður úr kapellinum leygardagin kl.
17. Jarðarferðin verður úr Vestmanna kirkju sunnudagin
kl.14. Tey, ið vilja minnast Annu Sofíu, kunnu lata
Vestmanna kirkju eina peningagávu. Sungi verður úr
Sálmabókini.
Dany í Jógvanstovu, Leirvík, andaðist á Landssjúkra
húsinum mikudagin, 85 ára gomul. Kistan fer úr
Landssjúkrahúskapellinum í Leirvíkar kirkju fríggjadagin
kl. 17. Jarðarferðin verður leygardagin kl. 13.
Andlát og jarðarferðir
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
magnus gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
tlf 341800 fax 341801
Fríggjadagin 3. november
fyllir Óla Hans Sigmund
Johannessen í Klaksvík 60
ár.
Framfúsin, íðin, tosar hart,
ábyrgdarfullur og blíður.
Hesi orðini kunnu av sonnum
lýsa pápa, ið fyllir 60 ár
fríggjadagin 3. novembur.
Pápi vaks upp tey fyrstu
árini heimi í Kunoy. Tá
hann var blivin ein stórur
smádrongur, flutti hann inn
til Klaksvíkar.
Í Klaksvík kom áhugin
fyri sjónum og tí ið har til
hoyrir, og hevur tað eyðkent
pápa fram til dagin í dag.
Seinast í 60-unum fór pápi
á maskinmeistaraskúla, og
eftir lokið prógv, fór hann
við trolara hjá Kjølbro.
Í 1971 bleiv hann giftur
við mammu, Ingrid, sum er
dóttir Óla og Soffíu Matras
í Klaksvík.
Miðskeiðis í 70-unum fór
pápi at sigla hjá Maersk. Eftir
stutta tíð hjá Maersk, bleiv
hann útnevndur ”Chief”, og
minnist meg rætt, var hann tá
ein tann yngsti ”chief’urin”,
sum var útnevndur hjá
Maersk. Í 25 ár var Maersk
arbeiðsplássið hjá pápa.
Tá pápi so valdi at leggjast
upp á land, mátti tað hava
tilknýti til sjógvin, og er
hann í dag meistari á Klaks
víkar Sleipistøð, har eitt
vaksandi virksemi er komið
úr hondum hansara.
Saman við synunum,
hevur hann eisini tikið sær
av PhotoCare, bæði sum
krambakallur og sum fixari,
tá ið maskinur og annað hava
havt trupuleikar - ja, enntá
hava teknikararnir niðri í
Danmark sagt seg hava ein
fínan samstarvsfelaga, hóast
hann ongantíð hevur lært seg
at arbeiða við hesum, so
dugir hann eisini hetta.
Heima hava pápi og
mamma fyri tíð síðani selt
húsini til elsta sonin, og fluttu
tey oman á Heygavegin, har
tey keyptu húsini hjá Palmu
og Rasmusi - og eftir at hava
gjørt alt av nýggjum, broyttu
húsini navn til Las Palmas...
eitt sera hugnaligt heim, har
gestablídni altíð ræður, og
ein følir seg vælkomnan á
gátt.
Trúfastur er pápi sum fáur,
bæði í arbeiði og andaliga
lívinum. Altíð til tíðina og
heldur ein tíma ov nógv enn
ov lítið eyðkennir hansara
arbeiðssama lag. Og tað
sást eisini tíðuliga, at hann
hevur arvað góðu evni síni
eftir mammuna, Andreu úr
Kunoy, og pápan, Klávus,
ið var av Húsum, men bleiv
kallaður Klávus úr Kunoy.
Hann hevur sítt fasta pláss í
kirkjuni hvønn sunnudag, og
tað mann ikki fara tað tiltak
framvið í KFUM & KFUK,
har hann ikki er við. Eisini
hevur hann mangan tikið
orðið, og tað sæst og hoyrist,
at vegurin ið hann var leiddur
á frá barnsbeini, er gøtan ið
hann fylgir trúliga, bæði í við-
og mótgongd, vegurin Jesus.
Óla Hans tosar eisini hart
mangan, og rópar, men hetta
ger bara persónin meira
veruligan. Íðin fylgir hann
KÍ, men sjálvandi vísir hann
stóran áhuga fyri tí, onnur
takast við - serliga hava vit
(Finn og Andrias) upplivað
at hann fylgir væl við tá vit
hava vant fótbólt.
Altíð ringir hann, bæði
tá ið gongur við og ímóti,
við góðum ynskjum ella
uppmuntran. Hetta trúfesti
og nærlagni er eyðkenni fyri
henda mann, sum vit so væl
kenna.
Eina hjálpandi hond til
synir, abbabørn og onnur,
sigur hann ikki nei til, og
sum ein lívsins lærumeistari
fyri okkum synirnar hevur
hann verið ógvuliga góður.
Nú fyllir hann 60 ár, og
dagurin verður hildin saman
við familjuni. Vit gleða
okkum øll til at hátíðarhalda
dagin saman við honum og
vóna nógv góð ár afturat.
Seinast haldi eg at hesi orð
ini lýsa væl virkisfúsni hjá
Óla Hans: Framtíðin kemur
av sær sjálvum - men ikki
framgongdin!
Takk pápi fyri alt tú ert fyri
okkum, vit elska teg, og vóna
at vit fáa fleiri góðar løtur
saman í komandi tíðum.
Eisini ein tøkk til mammu,
tí vit vita at aftan fyri ein
góðan mann er ein góð kona.
– Takk fyri tit bæði, og Jesus
fylgi tykkum.
Ynskja Andrias, Finn og
Jógvan við familju
Óla Hans Johannessen 60 ár
Ingrid og Óla Hans við nýfødda abbasoninum í Vági
Týsdagin 31. oktober 2006
var innanhýsis hátíðarhald á
Býarbókasavninum í Havn í
sambandi við at fýra starvs
fólk høvdu rundar starvs
dagar.
Tey fýra eru: Anna Malena
Niclasen, skrivstovufólk,
Sólbrún Jensen, skrivstovu
fólk, Kartni Ravnsfjall, bóka
vørður og Randi Nolsøe,
bókavørður.
Øll tey, sum hava arbeitt á
bókasavninum eini 20 til 25
ár, hava verið við til stórar
broytingar og menning av
arbeiðsgongdini.
Anna Malena varð sett í
1983 sum skrivstovufólk.
Hon hevur roknskapin og
kassan um hendi og hevur
røkt og røkir hetta ábyrgdar
fulla arbeiðið væl.
Sólbrún varð sett sum
skrivstovufólk 1.oktober,
1986. Hon hevur arbeitt
nógv í avgreiðsluni, og hon
hevur altíð verið skjót at
broyta arbeiðið í avgreiðsl
uni til tíðarhóskandi arbeiðs
gongd.
Kartni fekk fast starv sum
bókavørður desember 1986.
Hann bleiv beinanvegin teldu
bókavørður, tá bókasavnið og
skúlabókasøvnini fóru undir
at umleggja til telduskipan.
Tað var og er ein avbjóðing
og krevur tol, men tað hevur
gingist sera væl.
Randi varð sett sum
bókavørður 1. oktober
1981. Einki bókasavn uttan
grundarlagið – skrásetingin
er í lagi. Randi hevur m.a.
ábyrgdina av skrásetingini,
at postarnir eru rættir - eitt
týdningarmikil arbeiði, sum
sæst aftur á heimasíðuni.
Hennara málsliga hegni
er bókasavninum til stóra
nyttu.
Tórshavnar kommuna
ynskir teimum øllum hjarta
liga tillukku og takkar fyri
gott samstarv.
Rundir starvsdagar á Býarbókasavninum
Tey fýra sum høvdu rundar starvsdagar á Býarbókasavninum,
f.v.: Randi Nolsøe, bókavørður, Anna Malena Niclasen,
skrivstovufólk, Kartni Ravnsfjall, bókavørður, Sólbrún Jensen,
skrivstovufólk, og Heðin Mortensen borgarstjóri
Hjartans tøkk
Ynski eg øllum, sum vóru við til at gleða
meg, og gera 95 ára dagin 28. august
so hugnaligan.
Harrin signi tykkum øll.
Enn einaferð TØKK.
Kærar heilsur
Petrina Berg, Hvalba
Dagurin í morgin
3. november. Hubertus, deyður ár 727. Hann var
biskupur í Maastricht. Var tiltikin veiðimaður og gjørdist
verndarhalgimenni hjá øllum veiðimonnum. Halgisøgan
sigur, at hann legði veiðiferðirnar av, tá hann ein dagin
sá ein hjørt við einum lýsandi krossi millum hornini.
Í mongum londum verða havdar sonevndar hubertus
veiðiferðir. Haruskjótingin í Føroyum, sum er um hetta
mundið, kann sigast at vera leivdina av hesum siði.
Hubertus er týskt navn, samansett av orðum, sum merkja
hugur og bjartur.