hósdagur 2. november 2006síða 8
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 212 - 2. november 2006
tíðindi
– Verður ikki gjørt
okkurt við tunlarnar
hjá okkum, so verða
vit bumbað langt
aftur í tíðina.
– Tunlarnir eru snøgt
lívshættisligir, sigur
árnfirðingurin Atli
S. Justinussen, sum
eisini er býráðslimur í
Klaksvík
Ferðasamband
Orð og myndir:
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Árnafjørður: – Tað er
avgjørt neyðugt at umstøð
urnar verða betraðar hjá
okkum sum ikki hava ann
an møguleika enn at koyra
gjøgnum ein tunnil, um
vit skulu av bygdini, sigur
Atli.
Sjálvur hevur hann við
góðum stuðli frá Klaksvíkar
komm unu gjørt sítt til at
ferðasambandið til bygdina
skal verða dagført.
- Verður ikki okkurt gjørt
nú, so steðgar øll menning
og allur trivnaður upp her í
Árnafirði. Tað kann eg ikki
standa tigandi yvirfyri, slær
hann fast.
Hetta býráðið sum nú
situr hevur veruliga víst,
at tað er opið fyri at menna
bygdirnar í komm ununi, og
ynskir at nakað skal henda.
Tann stóri spurningurin er
kortini um nakað verður gjørt
við Árnafjarðartunnilin, nú
tvær aðrar tunnilsætlanir
eru í umbúna í økinum
norðanfyri.
- Men okkara tunnil er
í øllum førum ótíðarhósk
andi. Her má okkurt gerast,
sigur Atli Justinussen.
Óúthaldiligt
Hetta málið við tunnilssam
bandinum hjá árnfirðingum
er ikki eitt nýtt mál á
dagsskránni hjá Atla.
Bæði áðrenn hann varð
valdur inn í Klaksvíkar
býráð - og ikki minst nú
hann er partur av sam
gonguni - hevur hetta málið
ligið framm arlaga at finna
eina loysn á.
Ikki bert eina skjóta
loysn, men eina loysn sum
árnfirðingar kunnu liva við
í mong ár fram, og sum
veruliga kann verða við til
at menna bygdina aftur.
Ein part av hesi ætlan
síni hevur hann nú fingið
ígjøgnum, tá komm unan í
september mánaði gjørdi
ikki mætari enn at skriva
til myndugleikarnar um
at arbeiða fyri at tunnilin
millum Árnafjørð og Klaks
vík varð dagførdur.
- Soleiðis sum støðan er í
dag er hon óúthaldilig fyri
allar borgarar Norðan fyri
Fjall. Her tosi eg ikki bert
um bygdarfólkið hjá mær,
men eisini um tey norðuri í
Sundi og á Viðareiði.
- Tunlarnir eru snøgt sagt
lívshættisligir, serliga nú tá
so nógv tung ferðsla er,
slær Atli fast.
Serliga um summ
arið
ger hetta seg galdandi, tá
nógv ferðsla er av teim
vitjandi. Saman við stóru
lastbilunum er ikki óvanligt
at proppur kemur í tunnilin
og so steðgar alt upp.
- Ja, eg havi sjálvur sæð
mangar bilar sum hava rent
á skeltini inni í tunlinum,
ella sum eru farnir niður í
veitina. Orsøkin til hetta er
stutt sagt, at tunlarnir eru
óforsvarligir, sigur Atli.
Má ikki gloymast
Sum árnfirðingur dugir
Atli væl at skilja teir
trupulleikarnar sum ótíðar
hóskandi tunlarnir geva
fólki. Hann ynskir tí eina
haldbara loysn, og hevur
tí í fyrsta lagi arbeitt við
málinum í býráðnum.
Men hann hevur sjálvur
eisini verið hjá landsins
myndugleikum við hesum
trupulleikanum.
- Eg havi sjálvur verið
bæði hjá landsverki og
vinnumálaráðnum fyri at
greiða teimum frá støðuni.
- Tað ringasta er kortini
tað, at Árnafjørður higartil
ikki hevur verið uppi á
listanum yvir nýggjar tunl
ar sum skulu gerast her í
økinum, slær hann fast.
Arbeitt verður í løtuni við
tveimum ætlanum: Einari
ætlan um tunnil Norður
um Fjall, sum skal loysa
báðar teir gomlu tunlarnar
av. Og einari ætlan um
tunnil millum Hvannasund
og Viðareiði. Men einki
verður sagt um tunnilin til
Árnafjarðar!
Sjálvur er Atli sera fegin
um loysnina at gera hesar
báðar tunlarnar í framhaldi
av hvørjum øðrum. Ein eigur
kortini ikki at steðga her, tí
sambært Atla Justinussen
er vandi fyri at Árnafjørður
verður gloymdur í hesum
sambandi.
Blindtarmur
Tá ein hevur valt at fremja
hesar loysnirnar og tá koyr
andi verður Norður um
Fjall, eigur ein tí at gera
skjótt av:
Steingja Árnafjarðartunn
ilin, breiðka og hækka hann
til eina hóskandi stødd og
so beinanvegin fara í holt
við tunnilin til Viðareiðis.
- Vit mugu gera vart við
okkum nú, so at vit koma
við í raðfestingina. Annars
verða vit bara gloymd, og
koma so kanska at liggja
sum ein blindtarmur við
ongari framtíð.
- Og so mugu vit heldur
ikki gloyma trygdina. Tí tá
hava vit ein eyka møguleika
at sleppa fram og aftur um so
Árnafjørður: Ein góðan tunnil og
- Verður ikki okkurt gjørt við samferðsluna hjá
okkum í Árnafirði fer tað at merkja trivnaðin og
menningina av bygdini, sigur Atli Justinussen.
Í løtuni eru trý grundøki tøk í bygdini, men
neyðugt er at útvega enn fleiri
”
Eg havi sjálvur sæð mangar bilar sum hava
rent á skeltini inni í tunlinum, ella sum eru
farnir niður í veitina. Orsøkin til hetta er
stutt sagt, at tunlarnir eru óforsvarligir
Alkohol drepur flest
Høgtøl úr Finnlandi sýna, at alkohol var
beinleiðis ella óbeinleiðis orsøk til 17,7% av
deyðstilburðunum millum finskar menn í 2005.
Tað ger alkohol til vanligastu deyðsorsøkina
hjá monnunum. Hjá kvinnum var talið fyri
alkohol 10,6%, og er hetta næst vanligasta
deyðsorsøkin. 10,7% av deyðsføllunum millum
finsk konufólk vóru av bróstkrabba.
Olivur við Neyst í Leikalund
Listamaðurin Olivur Við Neyst fer allan november mánað at sýna
fram sína list í Leikalund í Klaksvík. Sjálvur kemur Olivur úr
Klaksvík, har hann var føddur í 1953. Hann gekk á listaháskúlanum í
Keypmannahavn í árunum 1975 - 1979. Olivur hevur haft eitt ótal av
framsýningum bæði í Føroyum og uttanlands, og er sera væl umtóktur
sum listamaður.
Á framsýningini í Leikalund, sýnir Olivur framm vatnlit og
pastellmyndir. Hetta eru skitsur hann hevur arbeitt við úti í náttúruni.
Myndaevnini eru norðanfjørðs og úr Finlandi, har hann var í 2001.
Ferninseringin verður 3. november, og er framsýningin opin allan
mánaðin.