Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-11-02, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 2. november 2006síða 9

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 212 - 2. november 2006 9 tíðindi bygdin mennist aftur Stoypa við blandimaskinu Fyri Atla er eingin ivi um, hvat kann fara at henda í heimbygdini um ikki ábøtur verða gjørdar á samferðsluviðurskiftini: Bygdin doyr kanska ikki út, men tað fer at seta sín stóra dám á trivnaðin hjá fólki. - Ja, eg vænti at tað fer at verða truplari at fáa fólk at búseta seg her. Og tað fer eisini at gerast verri fyri nøkrum vinnulívi, tí bilarnir gerast størri og størri, meðan einki verður gjørt við tunnilin, sigur hann. Eitt heilt ítøkiligt dømi um hetta var júst tann dagin, tá henda samrøðan varð gjørd. Virkna kappróðrarfelagið í bygdini er í ferð við at gera nýtt neyst, og til hetta krevst sjálvandi betong - nógv betong. Sum støðan er í dag er tað bert ein einstakur betong-bilur á Føroya landi sum sleppur gjøgnum tunnilin til Árnafjørð. Og hesin varð sjálvandi boðsendur til endamálið. - Var hesin møguleikin ikki, varð helst neyðugt at stoypa við blandimaskinu!, sigur Atli við einum skálkabrosi. skuldi verið, at annar tunnilin má steingja, sigur Atli. Genialt uppskot Eitt annað uppskot um tunn­ilssambandið millum bygd­irnar norðanfyri og Klaksvík varð lagt fram fyri nøkrum árum síðani. Hetta fevndi um tveir tunl­ar - av Norðtoftum til Árnafjarðar og úr Árna­ firði til Klaksvíkar, nær­ hendis vegnum til undir­ sjóvartunnilin. Hesa loysnina dámar Atla væl, m.a. tí at hon verður til frama fyri hans­ ara egnu bygd, men eisini tí at ferðslan tá slapp undan at koyra gjøgnum Klaksvík og at ein tí kundi fari so at siga beinleiðis til undirsjóvartunnilin, um ein ynskti tað. - Hetta uppskotið er geni­alt, men hinvegin so vænti eg ikki at tað verður sett í verk, nú hinar báðar ætlanirnar eru settar út í kortið. - Men sjálvum upp­skot­ inum bagdi einki. Tí undrar tað meg stórliga at mynd­ ugleikarnir ikki gjørdu meiri burtur úr hesum upp­ skotinum, slær hann fast. Goldið tveir tunlar Bæði Klaksvíkar kommuna, og Atli sum býráðslimur úr Árnafirði, hava sum nevnt sett Árnafjarðartunnilin á dagsskránna. Men eru nøkur sannlíkindi fyri, at okkurt verður gjørt við júst henda tunnilin í framtíðini?! - Eg haldi so í øllum førum, at um politikkararnir ikki eisini játta pening til ein nýggjan tunnil til Árnafjarðar, so taka teir ikki starv sítt í nóg stórum álvara, sigur Atli. Hann vísir á, at fyrr í tíðini vóru Norðoyggjar at meta sum eitt einstakt øki. Men tá kommunur vórðu skipaðar helt samstarvið millum Árnafjørð og Klaks­ vík kortini fram. Tá tunnilin varð gjørdur millum bygdirnar, so rind­ aði fólkið í kommununi ein part av hesi íløguni. Og mín sann um ikki tey gjørdu tað sama, tá tunnilin til Hvannasunds varð gjørdur! - Tí haldi eg tað vera ov langt úti um lands­ politikkararnir í dag gloyma okkum, tá vit altso hava verið við til at gjalda fyri báðar tunlarnar. - Tí er eitt ávíst vónbrot at merkja her í bygdini, tá vit bara soleiðis verða gloymd í øllum hesum. Tað kann so ikki vera rætt, sigur Atli. Fólkatal: 1987: 75 1996: 63 2005: 51 2006: 49 FAKTA - Setið tunnilin millum Klaksvík og Árnafjørð á dagsskránna fyri tey arbeiði, sum skulu fremjast. Verandi trongi tunnilin er ein alsamt størri forðing fyri menning og trivnaði í bygdini, skrivar Klaksvíkar kommuna í eini áheitan á landsins myndugleikar og sum varð send teimum 22. september í ár. Tunnil Lagt verður aftrat, at tunnilin millum Klaksvík og Árnafjørð, sum varð gjørdur í 1967, als ikki er nøktandi longur. - So hvørt sum aðrar bygdir í Føroyum fáa betrað sítt vegasamband við umheimin, verður trongi tunnilin til Árnafjarðar ein alsamt størri forðing fyri menning og trivnaði í hesi bygdini, sum er partur av Klaksvíkar Kommunu, verður ført fram í áheitanini, sum er undirskrivað av Steinbjørn O. Jacobsen, borgarstjóra og Hera M. Hammer, býarverkfrøðingi. Kommunan hevur fleiri ferðir tey sein­ astu árini heitt á landsstýrið um at virka fyri, at tunnilssambandið Norður um Fjall verður betrað. - Tað er at fegnast um, at ein loysn fyri kommunurnar norðanfyri nú tykist nærkast. - Tað er tó ógvuliga umráðandi, at Árnafjørður ikki verður gloymdur í hesum sam­bandi, sigur Klaksvíkar kommuna. Heitt verður tí staðiliga á landsmyndug­ leik­arnar um at bera so í bandi, at eisini hetta tunnilssambandið verður nútímans­ gjørt. Hetta kann gerast uppá tveir mátar - annaðhvørt við at breiðka og hækka tunnilin til eina nøktandi stødd, ella við at gera ein nýggjan tunnil. Í hesum sambandi verður mint á, at tá verandi tunlar vórðu gjørdir í 1967, luttók Klaksvíkar Kommuna í kostnaðinum av báðum tunlunum. - Tað er tí ikki rímiligt, um hesin tunnilin millum Klaksvík og Árnafjørð nú verður lopin um, tá aðrar tunnilsgerðir her í økinum verða framdar. Áheitanin varð send Vinnumálaráðnum við avriti til Landsverk, sum avvarðandi og útinnandi myndugleiki á økinum. Klaksvíkar kommuna: – Tunnilin má dagførast Í miðal koyra um 900 bilar gjøgnum Árnafjarðartunnilin. Men fyri Atla Justinussen er eingin ivi um, at tað er lívshættisligt at koyra gjøgnum teir. Hann hevur tí sjálvur tikið stig til at fáa sett henda tunnilin á dagsskránna Fleiri flúgva Tilsamans 18.405 ferðafólk fóru og komu um flogvøllin í oktobur mánaða í ár. Hetta er ikki minni enn 31,4% fleiri enn í oktobur í fjør, tá ferðafólkatalið var 14.010. Framgondin hevur víst seg á øllum farleiðunum uttan á innanoyggja tyrluflutninginum, ið hevur verið væl minni í ár. Størsta framgongdin í ítøkiligum tølum er framvegis á farleiðunum til Danmarkar. Higartil í ár hava 183.086 fólk ferðast um flogvøllin. Tað er 14,9% fleiri enn sama tíðarskeið í fjør, tá talið var 159.407. Alt árið í fjør ferðaðust 181.305 til og úr Føroyum loftvegis. Frálandaflúgvingin í føroyska havøkinum er av á hesum sinni. Seinasta frálandaflúgvingin var 23. oktobur 2006. Tilsamans 1.876 ferðafólk vóru flutt á 295 túrum millum flogvøllin og Stena Don, ið royndarboraði á Brugduleiðini. Tvey ungfólk á Fólkating Mánadagin 5. februar 2007 verður sokallaða Ungdómstingið sett. Í alt 178 næmingar úr 8. og 9. flokkum í Danmark, Grønlandi og Føroyum fara at samráðast og atkvøða um teirra egnu lógaruppskot í tingnevndum og í Fólkatingssalinum. Tað verða tey bæði John N. Olsen úr Leirvík og Beinta Bergsdóttir av Argjum, sum fara at umboða Føroyar. Í løtuni arbeiða tey við at snikka lógaruppskot til Ungdómstingið.