Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-11-02, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 2. november 2006síða 10

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 212 - 2. november 2006 Um fáar dagar fara amerikanarar aftur á val. Hesaferð er talan um sokallaðu miðvalini, sum eru mitt í valskeiðinum hjá forsetanum, og har tað skulu veljast limir í bæði kømurini í Kongressini. Hetta er eisini eitt val, sum eigur at hava okkara áhuga, tí amerikanskur politikkur hevur eisini ávirkan á mangar avgerðir tiknar verða í okkara parti av heiminum, Evropa fyri ikki at siga restina av heiminum. Støðan í løtuni er tann, at republikanararnir hava meirilutan í Kongressini, og hetta hava forsetin og hansara fólk sjálvsagt gjørt sær dælt av. Tað hevur verið lættari hjá Bush at fáa undirtøku í Kongressini fyri sínum politikki, tó at tað ikki er altíð, at limirnir í Kongressini reka flokspolitikk. Men Bush hevur so megnað at gjøgnumføra sín politikk við hesum meiriluta, m.a. við at seta høgravendar dómarar í Hægstarætt og aðrar dómstólar kring landið. Tað hevði ikki borið til uttan henda republikanska meiriluta í Kongressini. Nú bendir nógv á, at tað verða demokratarnir, sum fara at fáa meirilutan í Kongressini, og tað hóvar sjálvandi øllum teimum, sum halda, at Bush er farin alt ov langt til høgru og í alt ov stóran mun hevur bygd sín politikk á áhugamálini hjá kristna baklandinum, ið av mongum verður skýrt fundamentalistiskt. Hóast tað fyrst og fremst er óhepna hondin í Irak, ið fær veljararnar at flyta seg, so halda mangir liberalir republikanar, at Bush er farin ov langt til høgru. Valið fer so eisini at geva okkum eina ábending um komandi forsetaval, sum demokratarnir fara at gera alt fyri at vinna. Hugsandi er eisini, at republikanarnir fara at skifta heykarnar í leiðsluni út við meira hóvligar republikanar. Hetta var fyri so vítt eisini tað, sum Bush varð valdur uppá, men tað skuldi vísa seg, at hann tvørturímóti snaraði flokkinum so nógv til høgru, at tað nú av álvara kann koma republikanarum aftur um brekku, fyrst til valið til Kongressina og síðani til Hvítu Húsini. Ikki bert USA men allur heimurin hevur brúk fyri at síggja eitt skifti í amerikonskum politikki, har høgrarákið við alt ov nógvari átrúnaðarligari ávirkan verður steðgað. Tað verður oftani sagt, hvussu nógv vit hava at læra av USA. Tað er rætt. Men amerikanarar hava so sanniliga eisini nógv at læra av okkara Evropa, sum í so mongum liggur langt frammanfyri. Deyðarevsingin er bert eitt dømi. Annað er humanisman og okkara sosialu og heilsuskipanir. Sosialurin Týdningarmikið val Innsent tilfar Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar. Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum innsendum greinum – annars verða tær ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost ella á diskli. Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Henrietta Hammer henrietta@sosialurin.fo Birgir Waag Høgnesen birgir@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Heini Kristiansen heinik@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo !!! Haldarar sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja til 341818 og boða frá, leygardag tó frá kl. 11.00-13.00 Uppseting/prent: Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Mánadagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Týsdagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Mikudagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Hósdagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað­leiðsl­an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. SAMBAND eirikur lindenskov eirikur@sosialurin.fo tlf 341800 viðmerkingar ”Men, 6. oktober 1992 brast illusiónin – og nógv annað. Vinnulív, bankar, landsstýri og privatfólk vóru um at fara, ella fóru fallit. Atli Dam og Jógvan Sundstein fóru til Donsku Stjórnina at biðja um hjálp. Og tað vóru ikki milliónir teir bóðu um, men milliardir” Havi við áhuga fylgt við í orðaskiftinum millum Hera Mohr (HM) og Sonna Smith (SS). Eg havi tó ikki sæð tað,sum skrivað var í Skáanum, har SS skrivaði tað fyrsta. Umframt tað, at diskussiónin er áhugaverd, so fekk tað meg at hugsa nakrar tankar, sum kanska fara eitt sindur víðari enn sjálv lesarabrøvini. Eg havi roynt at samanfata tað í yvirskriftini. Og eg veit, at onkur heldur, at nú geri eg ov nógv av, men tað gerst ikki við. Akutt neyðhjálp bleiv til ”niðurbinding” HM hevur heft seg við at SS brúkar orðingina: ”Føroyar vórðu niðurbundnar 6. ok­tober 1992”. Ja, niður­ bundnar! Eg stúrsaði eisini við, tá eg las hatta fyrstu ferð. Tað sum hendi fyrst í 90- unum var, at tað føroyska politiska og vinnuliga ”establish­ment” spældi fallit. Al­lir politiskir flokkar áttu lut í politikkinum, sum førdur var, og vinnu­ lívið dusaði sær í stuðul­ skipanum, sum eina tíð gjørdi alt møguligt. Men so endaði tað allíkavæl við at alt bleiv púra ómøguligt. Búskaparligar útrokn­ ingar vóru ikki neyðugar! Eg minnist eina viðmerking frá einum bankamanni á ein­ um fundi aftaná at skrædl­ ið var hent. Hann segði stillis­liga, tá skotið var upp av avtaka lands­kassa­ veðhaldini, sum í fleiri ár automatiskt vóru givin til ma. skipakeyp: ”Ja men, so noyðast vit jú at fara undir at gera nakrar økonomiskar berokningar.” Í hesum las eg, at tað higartil ikki hevði verið neyð­ugt hjá bankum at speku­lera uppá, um verk­ ætlanir vóru realistiskar og haldgóðar, ella rein fan­ tasi og spekulatión. Bank­ arnir fingu undir øllum umstøðum pengarnar aftur – frá Landsstýrinum. Hesin eini setningur, sum hevur bitið seg fasta í mínum minni, sigur nakað um hug­ burðin, politikkin og vinn­ una í 80’unum, og hvussu ein grundleggjandi hug­ burðsbroyting skuldi til tá. Allir lángevarar seta treytir - eisini tá føroyingar skulu læna Men, 6. oktober 1992 brast illusiónin – og nógv annað. Vinnulív, bankar, landsstýri og privatfólk vóru um at fara, ella fóru fallit. Atli Dam og Jógvan Sundstein fóru til Donsku Stjórnina at biðja um hjálp. Og tað vóru ikki milliónir teir bóðu um, men milliardir. Teir fingu tað umbidnu hjálpina, astro­nomiskar støddir eftir føroyskum viðurskiftum. Undirskriftirnar vóru settar Og skamm fái tann lán­ gevari, sum ikki setir vissar treytir – eisini tá stór lán verða givin. Tað kunnu bara vera før­ oyskir romantikarar uttan realitetssans, sum kunnu hugsa sær tað. Men Atli og Jógvan góðtóku treytirnar. Tað keðiliga var bara tað, at teir høvdu ikki dirvi til fult og heilt at standa við hetta, tá teir komu heim aftur. Teir báðir, sum annars hava víst politiskt skynsemi í øðrum lutum. Mytur um kupp og komplott Hetta er tað, sum HM við aðrari orðing ger vart við. Og hann hevur eftir mínum tykki púra rætt. Tað sum ræðir meg, eru tær mytur, sum ein partur av politiska spektrinum hevur íspunnið. Danska neyðhjálpin til eitt Føroyar ”í fríum falli” - er nú blivin til niðurbinding, og hartil søgur um komplott og kupp og annað ilt. SS roynir so í einum svari til HM, tann 20.10.06 í Sosialinum, at forklára síni orð við, at tað at hús vóru niðurskrivaði í virði gjørdi, at fólk kendi tað sum at vera niðurbundin. Hetta nevnir hann enntá at ”tíggjutúsundtal føroyingar vórðu fæloysingar” – so, so fæloysingar? Hvat er ein fæloysingur? Fæloysingur er eftir orða­ bókini tað sama sum ein proletarur. Og ein proletarur er ein, ið bert hevur sína arbeiðskraft at selja. Tað er ein lønarbeiðari. So hetta er begrepsforvirringur hjá Sonna. Tað at vera fæ­loysingur hevur einki bein­leiðis við bústaðar­viður­ skiftini at gera. Tað er nærri tengt at tí, um tú skalt tjena til lívsins uppihald við at arbeiða sum løntakari, ella um tú fært tína inntøku sum kapitalavkast ella líknandi. Í so máta er klassasamfelagið slett ikki avskaffað, men ein javnaðarløgmaður kann eisini mistaka seg. Tað kann hava sín prís - eisini hjá fæloysingum/ lønarbeiðarum - at velja skeivar politikkarar, sum halda seg til mytur, hálv­ fascistiskar fyrimyndir, bíb­ ilska fundamentalismu ella irrationellar tankar, sum ”Vit megna bert vit vilja.” Puha! Realisma ella mytologi? Eg má siga, at eg síggi størri realismu, sakligheit og víðsjón í greinunum hjá Hera Mohr. Og eitt vist mytologiskt myrkur myndar muruna í stubbunum hjá Sonna Smith. Viðmerking til orðaskifti: Víðsjón, dýpd og realisma ella mytologi um hálvar sannleikar og heilar lygnir Rolf Guttesen