Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-11-02, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 2. november 2006síða 11

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 212 - 2. november 2006 11 Okkara løgting fer í næst­ um at atkvøða um, hvørt samkynd í Føroyum skulu verða vard við lóg ella ikki. Hvussu skal ein løg­ tingslimur koma fram til eina avgerð um, hvussu hann skal atkvøða? Tað er sjálvsagt ikki lætt í einum landi sum Føroyar, har valdømini eru so nógv og tískil so lítil, at trúfesti hjá hvørjum einstakum veljara yvir fyri sínum umboði á tingi, hevur alstóran týdn­ ing fyri viðkomandi løg­ tingslim. Men hóast ein løgtingslimur, valdur av sínum medborgarum í sínum valdømi, umboðar sínar veljarar, skal hann, sum alment lønt embætisfólk, tæna øllum føroyingum sum løgtingslimur í Føroya Løgtingi. Tá málið fyri Løgtingið snýr seg um rættindini hjá samkyndum at liva í friði og vinsælu, er ikki longur talan um lokalpolitik, men um eina lóggávu, ið er galdandi fyri allar Føroyar, og skal vera til frama fyri øll tey samkyndu í Føroyum – lokal­politikkur og stúran fyri trú­føstum veljarum má víkja eina løtu. Ábyrgdin hjá tingmanninum Ein løgtingslimur er sjálv­ sagt fyrst av øllum ein per­ sónur við egnari moralsk­ ari sann­føring og etisk­um reglum. Men sum løg­tings­ limur til fundar í Løg­ting­ inum, eigur hann at hugsa um, hvat gagn hann kann gera fyri føroyingar; og sum ting­limur eigur hans­ ara fyrsta ábyrgd at vera, at syrgja fyri at vera við til, at lóg­geva til frama fyri trygd og trivnað fyri all­ar føroyingar. Um ein løgtingslimur ikki ynskir, ella sær seg føran fyri vegna átrúnað, at tæna øll­ um føroyingum, átti hann einfalt ikki at hildi seg til tað ábyrgdarfulla og heiðurliga starv sum løgtingslimur. Hetta merkir sjálvsagt ikki, at ein tinglimur skal atkvøða ja fyri øll uppskot, men tá talan er um eina lóg, ið ikki er til sálarligan ella kroppsligan ampa fyri meirilutan og til frama fyri minnilutan, eigur ein slík lóg at fáa viðhald, óansæð átrúnað. Fatan í Danmark - við viðmerkingum Danska tíðindablaðið, Politik­en, hevur skrivað eina røð um “homofobiina” í Føroyum, í samband við áganginum móti Rasmusi Rasmussen. Har eru sam­ røður og meiningar, sum vit mugu taka til eftirtektar. Tá vit hugsa um føroyskan politik og lóggávu, hugsa vit ikki so nógv um, hvat útheimurin meinar og ger. Vit gera eftir bestu sann­ føring og samvitsku; og tað skulu vit eisini. Men tá tað nú er soleiðis, at vit liva í eini globalari tíð, har tíðindi ferðast um allan knøttin alla tíðina, mugu vit eisini taka hædd fyri tonkum, gerðum og meiningum hjá heimssamfelagnum. Vit kenna jú øll heimsstovnin ST, sum eitt nú hevur eina viðtøku um mannarættindi; og tað sum hendur í Føroy­ um nú er sera ivasamt sam­ bært hesa viðtøku. Í Politiken fyri leygardagin 28. okt. skrivar ein, Stig Ørskov, m.a.: “Afvisningen af forslaget er med andre ord en meget tydelig accept af, at det er i orden at diskriminere færøske homoseksuelle. Et signal, som den homofobiske del af den færøske befolkning har taget til sig”. Hetta er eitt sjónarmið av dønum um okkum føroyingar; eitt sjónarmið, ið kann gerast sera skaðiligt, um tað gert ein umfatandi fatan av før­ oyingum í Evropa og aðra staðni í heiminum. Men enn verri er, at tað faktiskt tykist at vera eitt signal til tey, ið ræðast ella hata samkynd, at tað er í lagi at gera seg inn á tey samkyndu. Tí er tað neyðugt at fáa slíka lóggávu samtykta á Tingi. Tað er hálva vegna al­menn vitan, at fleiri av løg­tings­limunum, ið hava og vilja aftur atkvøða nei til upp­skotið um verju av sam­kyndum, hoyra til aðrar meinigheitir enn fólka­ kirkjuna; og av tí at fólka­ kirkjan er okkara átrúnaðar­ liga andlit úteftir, er tað eitt sindur harmiligt og órógvandi at lesa í somu grein úr Politiken: “BAG HOMOFOBIEN ligger et middelalderligt værdisæt, som holdes i live af en ekstrem aktiv kirke, der ser stort på universelle menneskerettigheder, og gør hvad den kan for at få færingerne til at betragte homoseksualitet som en sygdom.” Hetta er ein fat­ an, ein hevur lætt við at skilja orsaka av avgerð Løgtingsins, hóast føroyska fólkakirkjan ikki er ekstrem. Allur sannleikin um føroy­ ingar, kristnir ella ikki, kemur ikki fram, tíverri. Men tað er kostnaðurin fyri slíka dáragerð á Tingi. Tað gert heldur ikki betur, tá Jenis av Rana í eini samrøðu í Politiken 27. okt. verður siteraður fyri at siga “...vi (Centerparti, ed.) mener ikke, at landets love må være i modstrid med Bibelen. I det Ny Testamente står der kort og godt, at homoseksuelle ikke kan arve Guds rige.” Guðs ríki ella Føroyar Til hetta kann ein bert siga, at ein løgtingslimur skal vera við til at lóggeva til tess, at allir føroyingar kenna, at Løgtingið ar­beiðir fyri teir allar; so­leiðis, at øll kenna seg vird, og kenna seg tryggjaði av ein­ um vælvirkandi Løg­tingi. Løgtingslimir hava, har­ afturímóti, hvørki heimild ella til uppgávu at geva fólki atgongd til ella uppi­ haldsloyvi í Guðs ríki. Før­ oya Løgting arbeiðir fyri føroyingar í Føroyum; og Føroyar eru eitt stað á jørð, og als ikki Guðs ríki, hóast vakrar og heimligar. So skuldi tað verið komið upp á pláss, um nakar yvi var um hatta. Tað er eyðsæð, at Bíblian ikki altíð er líka væl egna til verðsliga lóggávu, hóast góður vegleiðari. Í Bíbliuni eru vit jú øll syndarar, so hví velja nakrar syndarar burturúr til at vanrøkja og vanvirða. Tað er heldur ikki upp til okkum “syndarar” at velja burturúr, hvør kann og hvør ikki kann fáa hjálp og verju, alt eftir um tey kunna arva Guðs ríki. Hava vit gloymt søguna um sámáriubúgvan, ið hjálpti avbukaða jødan; og hava vit gloymt týdningin og læruna av hesi søgu? PS. Hvussu er tað ímóti Bíbliuni at seta eina verðs­ liga lóg í gildi í Føroyum (ikki í Guðs ríki), sum er sprottið av næstrarkærleika og sam­kenslu, fyri at verja nøkur samkynd móti ágangi og mismuni? At enda... Eg havi havt drúgva grein í Sosialinum 9. okt. um næstrarkærleika og annan jaligan boðskap frá Jesusi, so eg fari ikki at gera meira við tað nú – vil ein ikki lurta eftir tí partinum í Bíbliuni er lítið gott at koma eftir. Nei, eg vil bert, við støði í boðskapinum hjá Jesus, heita á løgtingslimirnar um at vera við til at hjálpa og verja heldur enn onki at gera við hetta mál (ið hevur vanvirðing og ágang á gøtuni sum árin); virða heldur enn at vanvirða; vísa tolsemi heldur enn trong­ skygni og dømandi sjálv­ rættvísi. Veitið teimum sam­ kyndu virðing og trygd við lóg, tí tað tykist at vera neyðugt, hóast tað ikki átti at verið so í einum “veruligum” kristnum sam­ felag. lesandi í Kbh. Dávid Isfeld, Um tingmenn og samkynd viðmerkingar Fríggjadagin 27. november 2006 var eg umboðandi Før­ oya Banka gestur í frískligu sendingini 62 Norður í útvarpinum hjá Kringvarpi Føroya. 62 Norður royndí í 20 minuttir at vísa, at meðan bankin hevur hildið stór­ fingið 100-árahald, er rentu­munurin fyri sethúsa­ lán samanborið við tjóð­ bankarentuna hækkaður, og at rentumarginalurin hjá bankanum er hægri enn hjá samsvarandi donskum bankum. Endamálið var helst at vísa, at meðan bankin heldur veitslu, bløða kund­ arnir. Eg vísti hinvegin á, at hóast rentumunurin er kvinkaður eitt vet uppeftir í ár, so er hann nógv lægri nú í mun til fyri einum ári síðani. Nógv bendir enntá á, at rentumunurin er komin niður á eitt støði, sum kann hava neiliga ávirkan á menningina av fíggjargeiranum. 62 Norður ákallaði sær hægstu hag- og bú­skapar­ frøðina í Føroyum til vitni fyri síni uppáhald og vísti til eina kanning frá Landsbankanum. Men nú kanningin er al­mannakunngjørd, stað­ festir hon tað øvugta av tí, sum útvarpsmaðurin helt uppá í 62 Norður: Munurin millum lægstu rentu á sethúsalánum og rentuna hjá Tjóðbankanum er minkaður munandi – frá 2,25% í eitt áramál fram til desember 2005 til 1,5% í november 2006 Rentumarginalurin hjá føroysku peningastovn­ unum er lækkaður munandi seinasta árið – úr 4,5% í 2005 niður í 3,8% fyrra hálvár 2006 Rentumarginalurin mink­ ar ikki einans av lágari sethúsarentu, men eisini tí kappingin millum peninga­ stovnarnar hevur virkað á øðrum økjum Eftir hesa frágreiðing er tað hugaliga hent, at útvarpið hevur skift mein­ ing og avnoktar í tíðind­ unum 1. november 2006 niðurstøðurnar hjá 62 Nor­ ður. Sagt verður í tíðind­ unum: ”Kappingin millum pen­inga­stovnar hevur ávirk­að renturnar, skrivar Landsbankin á heima­síðu síni. Eisini er rentu­margi­ nalurin lækkaður seinasta árið, staðfestir Landsbankin. Tá peningastovnarnir fyri skjótt einum ári síð­ an bjóðaðu kundum sín­ um nýggj og lagaligari sethúsalán til væl lægri rentu enn frammanundan, minkaði munurin mill­um lægstu rentu á sethúsa­lán­ um og rentuna hjá Tjóð­ bankanum.” Útvarpið skal hava tøkk fyri, at tað nú ber lurtarunum røttu upplýsingarnar í hes­ um máli. Íslendingar brynja seg, og vit koma haltandi aftaná! Enn eina ferð hava vit sovið í tímanum, meðan onnur virka og eru til arbeiðis. Nýggjasta dømi er, at íslendingar nú fara at lata upp eitt generalkonsulat í Føroyum, eftir at Føroyar og Ísland eru blivin eitt búskaparøki. Gylti spurningurin er tí, hvat føroysku myndug­ leikarnar hava at bjóða føroyska vinnulívinum! Er nakar føroyskur um­ boðsmaður í Íslandi ella nøkur sendistova? Hava føroyingar nakran sendi­ mann, sum er sendur úr Føroyum til Íslands at røkja føroysk áhugamál, so vit eisini fáa fulla nyttu úr Hoyvíkssáttmálanum? Nei, almennu Føroyar vænta, at føroyskt vinnu­ lív fer at krevja tað, sum løgmaður málber seg. Men so má eg spyrja: Hvat við at tit gjørdu tykk­ ara heimaarbeiði liðugt, áðrenn tit fóru út á altjóða leikpallin? Tað hevði gagnað før­ oyska fólkinum og ikki minst føroyska vinnu­ lívin­um, um løgmaður eis­ini kunngjørdi, at Før­oyar fara at lata upp eina líknandi sendistovu í Íslandi, so eisini vit kunnu fáa fulla nyttu úr Hoy­víkssáttmálanum! Tá hevði Føroya fólk av sonnum tikið undir við Hoyvíkssáttmálanum. Men gakk! Aftur hesa ferð er tað so sum so við trúðvirðinum hjá Hoy­víkssáttmálanum og løg­manni, tá vit ikki so frægt sum kunnu bjóða føroyskum vinnulívi somu kor sum íslendingar bjóða sínum. Hví kunnu vit ongantíð verða fyrst? Hví skulu vit altíð koma haltandi aftaná? Tøkk til útvarpið Føroya Banki Janus Petersen Íslandssáttmálin – og vit svóvu aftur? Annfinn Brekkstein