Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-11-02, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 2. november 2006síða 12

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 212 - 2. november 2006 Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND magnus gunnarsson maggi@sosialurin.fo tlf 341800 fax 341801 Dánial Christoffersen í Sanda­vági hevði 25 ára starvs­dag hjá HDYGD miku­dagin 1. november 2006. Hann byrjaði sum skriv­stovulærlingur og hevði Hans Jacob Joensen sum lærumeistara. Í dag starvast Dánial sum bókhaldari hjá HDYGD – ella rættari hjá feløgunum báðum, sum nýta navnið HDYGD, tað eru Vatnsoyra Snikkaravirki og Føroya Gluggi. Feløgini hava felags sølu og fyrisiting og markn­aðar­ føra seg undir navninum HDYGD. Í sambandi við dagin, var lítil hugnaløta fyri øllum starvsfólkunum, har Dánial fekk handaðan málning frá leiðsluni. Málningurin, sum Pól Skarðenni hevur málað, er av heimbygdini Sandavági, sum Dánial er so stoltur av. Hann er eisini í bygdarráðnum, har hann situr á fjórða skeiði. Dánial Christoffersen: 25 ára starvsdag hjá HDYGD Mikudagin 1. november 2006 hevði Dánial Christoffersen (v.m.) í Sandavági 25 ára starvsdag hjá HDYGD. Her handar Heðin Poulsen, sølu- og fyrisitingarleiðari, honum ein málning frá leiðsluni Sunnudagin 5. nov. kl. 19.00, sum er Alla halgana sunnudagur, skipar Vest­manna Kirkjukór fyri sang­ løtu í Vestmanna kirkju Tíðindaskriv Á skránni verður kórsangur solusangur og felagsangur við luttøku av Paula Magna Magnussen & co, Kirstin Johannesen og Bárða Kjærbæk, øll úr Vestmanna. Gesta­sangarar verða Koll­firð­ingurin Jens Marni Han­sen, og Hannis Hansen úr Fuglafirði. Presturin Inga Poulsen Dam kemur at siga nøkur. Aftaná sangin í sjálvari kirkjuni er hugnaløta í kirkju­kjallaranum. Tiltakið er heilt ókeypis, men fólk kunnu eins og sein­ast lata eitt oyra til Vestmanna Kirkjukór. Øll eru vælkomin. Sangøta í Vestmanna kirkju -har tað hendir Føðingardagur Av serligum grundum er føðingardagurin hjá Halgerð Andreasen fluttur til Eyðun Andreasen, Millum Svalir 12, leygardagin 4. nov. frá kl 17.00 til 19.00 Brúdleyp Fríggjakvøldið 3. november 2006 giftast Barbara Stein­ kross, Tvøroyri, og Sámal Joensen, Tórshavn. Vígsla og veitsla verða fyri innbodnum á Gjáargarði. Gullbrúdleyp Høvi verður at heilsa uppá gullbrúðarparið Marjun og Símun Jóhan Wolles í Mizpa á Eiði leygardagin 4. nov. millum kl. 14 og 19 Bygningurin, har Telebúðin heldur til í N. Finsensgøtu, verður í løtuni umbygdur. Bygningurin verður fram­ vegis í trimum hæddum, og eftir ætlan verður ov­asta hæddin leigað út til skrivstovur. Í staðin fyri mønutak fær bygningurin nú slætt tak, og báðar tær ovaru hæddirnar fáa ein útbygning út móti gongugøtuni. Eftir útbyggingina verður bygn­ ing­urin nakrar fermetrar størri. Umbyggingin verður eftir ætlan liðug í vár. Tað er P/F Ingibjørg Dam, sum eigur bygningin. Ingi­ bjørg er dóttir Thomas Dam, sum átti bygningin í nógv ár. Nú eigur hon bygningin saman við døtrunum. Teledepilin nýggja fasadu Bygningurin hjá P/F Ingibjørg Dam, har Teledepilin heldur til í N. Finsensgøtu, verður í løtuni umbygdur Mynd: Jens Kristian Vang