hósdagur 2. november 2006síða 14
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 212 - 2. november 2006
Minningarhald
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Sosialurin var við til minn
ingarhaldið yvir tey sjó
látnu á Hotel Tórshavn á
allahalgannadegi í gjár,
og vit vóru eisini við í
Viðarlundini, tá ið krans
ur varð lagdur við minnis
varðan
Í blaðnum í gjár endur
góvu vit úr tí, sum Bjørn
Kalsø segði, og í dag fara
vit at endurgeva taluna,
sum dómprósturin, Bjarni
Bæk, helt.
Ymiskar løtur
Prestur byrjaði sína talu
við orðum hjá Jesaja, har
profeturin
skrivar
hesi
orð: “Man kona gloyma
bróstabarn sítt, ein móðir
ta barn, sum hon bar undir
hjarta? Hesar mega gloyma,
men eg gloymi ikki teg. Sí,
í mína hond havi eg rist teg,
borgargarðar tínir eru mær
altíð fyri eyga...”
Bjarni Bæk helt fyri, at
tá ið vit minnast tey, sum
fórust á sjónum, hugsa vit
um tey, sum tey menniskju,
tey vóru og um tað, sum
eyðkendi tey. Vit hugsa um
tað, sum vit høvdu saman
av góðum og tungum upp
livingum.
- Eg hugsi, at mangar
góðar løtur renna fram fyri
tykkum, men eisini tær
løtur, tá órógv og bangilsi
fylti hjarta, og tit vóru
bangin um teir, tá veður og
truplar umstøður boðaðu
frá vandaferð.
Dómpróstur
vísti
á,
at beint í tí løtu, minn
ingarhaldið var á Hotel
Tórshavn, eru fólk bangin
um teir, sum eru umborð
á Thor Sentry, sum er í
illveðri í Norðsjónum.
- Góði Gud, lat ferð teirra
enda í øllum góðum, og
lat okkum eiga gleðina og
tøkkina í hjartanum, tá teir
koma aftur í øllum góðum.
Broytti veruleikin
Bjarni Bæk segði, at mitt
í teimum skiftandi minnun
um, kemur eisini minnið
um tann tunga dagin, tá
ið fólk fingu boðini, sum
við eitt skakaðu familjuna
og broytti veruleikan í síni
grund.
- Tá kann tómrúmið, sum
tá tók seg upp, gera vart
við seg aftur og leggja eitt
tám yvir tey góðu minnini
og gera tey óklár - ja, tað
kann fáa minnini at missa
sín góða týdning ta løtuna.
Tá kunnu góð orð tykjast
tóm og uttan meining, tí tey
tykjast ikki at kunna broyta
nakað í støðuni hjá teimum,
sum rakt eru.
At gera gott
Dómpróstur segði, at eitt
minnigarhald kanska kann
tykjast meiningsleyst.
- Men eg sigi “tykjast”,
legði hann aftrat, tí hóast
veruleikin bleiv, sum hann
bleiv, so steðga vit kortini
á her - og menniskju annars
aðrastaðni í landinum - júst
henda
allahalgannadag
og minnast tey farnu við
orðum og myndum og við
tonkum í hjartanum. Bæði
tí, at minnini so samansett
av góðum og tungum, tey
kunnu vera, gera okkurt
gott í hjørtum tykkara, ið
eftir sita.
Hann helt, at tað eisini
má kennast gott at uppliva,
at tað eru menniskju rundan
um, sum taka sær tíð at
minnast saman við teimum,
ið mistu.
Vón og framtíð
- Tað ger gott, at vit júst
Allahalgannadagur:
Tá órógv og bangilsi fyltu okk
- At minnast tey farnu í ljósinum
av allahalgannadegi, er samstundis
ein innbjóðing til at líta fram
og taka lívið uppá seg, segði
dómprósturin, Bjarni Bæk, á
minningarhaldinum í gjár
Eftirkanna
øll flog
førini
Nevndin í Atlants
flogi viðgjørdi
á fundi tann 30.
oktober støðuna
eftir vanlukkuna í
síðsta mánað
Flogferðsla
Árni Joensen
arni@sosialurin.fo
Á fundinum staðfesti
nevndin, at felagið lýkur
øll trygdarkrøv sambært
galdandi reglum. Sam
stundis
tók
nevndin
undir við einum uppskoti
frá leiðsluni um at virka
fyri, at felagið skal fáa
IOSA-góðkenning næsta
ár. Hetta er ein nýggj
trygdargóðkenning
á
hægsta stigi, sum altjóða
loftferðslufelagsskap
urin IATA stendur fyri.
Harafturat
samtykti
nevndin at biðja ekster
nar serfrøðingar gjøg
numganga allar manna
gongdir og fyriskipanir
viðvíkjandi flúgvingini
hjá felagnum so sum
tekniskt
viðlíkahald,
innanhýsis eftirlit og
innan sjálva flúgvingina.
Aftan á vanlukkuna á
Stord tann 10. oktober
eru øll flogførini hjá
Atlantsflogi eftirkannað í
samráð við verksmiðjuna
British Aerospace fyri
møgulig brek við spoil
araskipanunum. Nevndi
sigur í tíðindaskrivi í
dag, at eingi brek vórðu
funnin.
Nevndin í Atlantsflogi
hevur sett í verk eina
umfatandi
gjøgnum
gongd av øllum manna
gongdum
viðvíkjandi
flúgving til stuttar flog
breytir. Endamálið við
hesum er at seta í verk
fyribyrgjandi
manna
gongdir, meðan norska
skaðanevndin
kannar
orsøkina til vanlukkuna
á Stord. Ímeðan ger
felagið nýggjar váðaskil
greiningar viðvíkjandi
øllum styttri flogbreytum,
sum felagið flýgur til.
– Úr teimum skiftandi minnunum, vit hava, kemur eisini minnið um tann tunga dagin, tá ið fólk fingu boðini, sum við eitt
skakaðu familjuna og broyttu veruleikan, segði Bjarni Bæk
Mynd: Vilmund Jacobsen