Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-11-02, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 2. november 2006síða 15

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 212 - 2. november 2006 15 tíðindi kara hjørtu hava allahalgannadag til hesa minningarløtu. Hesin dagur hevur heilt frá kirkj­ unnar byrjan borið okkum ein boðskap um vón upp ímóti deyðanum og um nýggjar lívsmøguleikar. Boð­­skapurin leggur eina lívsins glæmu inn yvir minn­ini og bjóðar okkum at minnast í áliti á, at teir farnu fóru í Guds hond og eru í hansara varðveitslu til upp­reisnardagin. Bjarni segði, at hetta ger á ein serligan hátt boð­ skapin, sum ljóðar út úr allahalgannadegi, til ein boðskap um vón og framtíð, ein boðskap, sum eggjar til at líta upp og fram, tí teir farnu og vit eru umgivin av Gudi. - Teir farnu hvíla til upp­ reisnardagin - antin teir fingu eina váta grøv, ella teir blivu funnir, og tit fingu eina grøv at vitja. Vit eru umgivin av Gudi, meðan vit reisast og liva og virka og taka lívið uppá okkum. Trúgvin og veruleikin Dómpróstur segði, at trúgv­ in hjálpir okkum at síggja tann broytta veruleikan í eyguni og at umhugsa, hvussu vit kunnu vera við í teimum nýggju umstøð­ unum. – Hetta kunnu vit loyva okkum, tí Kristus er upprisin og hevur tikið okkum uppí hjá sær. Av tí fáa orðini hjá Jesaja profeti sína serstøku dýpd og nærveru. Bjarni Bæk segði at enda, at vit minnast ikki út í tóman heim, men vit minnast við Guds framtíð og uppreisnardegnum fyri eyga. - At minnast teir farnu í ljósinum av allahalg­anna­ degi, er samstundis ein inn­ bjóðing til at líta fram og taka lívið uppá seg, segði dómprósturin. - Eg eri fegin um hendan heiður, eg havi fingið, og eg eri fegin um, at Norðurlandaráðið hevur veðurlags­broyt­ ingar í huganum. Vit liva væl í dag, men ein loysn á veður­lags­ broyting­unum er langt burtur. Skulu vit umgangast eina náttúruvanlukku, mugu vit ”handla” nú, segði Bogi Hansen, tá ið hann hevði tikið ímóti virðislønini í konsertsalinum í Tivoli í gjárkvøldið Virðisløn Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Í gjárkvøldið fekk Bogi Hansen, havfrøðingur og pro­fessari í havfrøði, handað ársins náttúru-og umhvørvisvirðisløn Norður­ landaráðsins, sum er upp á 350.000 krónur. Virðislønin varð handað í konsertsalinum í Tivoli í Keypmannahavn, har aðrar virðislønir eisini vórðu hand­aðar. At føroyski havfrøð­ing­ urin skuldi fáa hesa heið­ urligu virðis­løn, kunngjørdi Norðurlandaráðið júst sama dag, sum Bogi Han­sen varð tilnevndur pro­fessari í havfrøði við Náttúru­ vísindadeildina á Fróð­ skaparsetri Føroya. Í grundgevingum sín­ um fyri at lata Boga Han­ sen heiðurslønina, sigur Norðurlandaráðið, at hetta er fyri hansara um­fat­andi gransking innan veður­ lag og havfrøði í Norður­ høvum. Dentur verður lagdur á hansara gransk­ing í sambandi við hav­streymar, og hvørjar avleiðingar tað kann fáa, um Golf­ streymurin broytir kós. Fleiri onnur uppskot vóru um, hvør skuldi fáa henda heiður Norðurlandaráðsins í ár. At Bogi fekk virðislønina í kapping við nógv onnur, sigur ikki so lítið um hansara dygdargóða og miðvísa granskingararbeiði. Náttúruvanlukka Tíverri eydnaðist okkum ikki at fáa orð á Boga Hansen, áðrenn blaðið fór av húsinum í mongun, tí hann var á veg heim til Føroya í flogfari. Men á heimasíðu hjá Norðurlandaráðnum verður sagt, at tað var ein errin, men kritiskur Bogi Hansen úr Føroyum, sum tók ímóti virðislønini í Tivoli í gjárkvøldið. Á heimasíðuni verður sagt, at veðurlagsbroytingar kunnu føra til stórar broytingar á jørðini og eitt, sum nevnt verður í hesum sambandi, er vandin fyri, at vatnstøðan fer at veksa, tí veksandi hitin fær ísin at smelta. - Eg eri fegin um hendan heiður, eg havi fingið, og eg eri fegin um, at Norð­ urlandaráðið hevur veður­ lagsbroytingar í hugan­ um. Vit liva væl í dag, men ein loysn á veður­ lagsbroytingunum er langt burtur. Skulu vit umgangast eina náttúruvanlukku, mugu vit ”handla” nú, segði hann. Í takkarrøðu síni segði Bogi Hansen seg vóna, at norðurlendsku stjórnirnar fara at broyta kós og fara at gera eitt nógv miðvísari arbeiði fyri at minka um útlátið av veðurlagsgassi – og at hesar tjóðir eisini gera sítt til, at alheimurin minkar um samlaða útlátið. - Men tað er um at vera ov seint, legði virðis­lønar­ vinnarin aftrat. Bogi Hansen Professarin í havfrøði og virðislønarvinnarin er út­búgvin cand. scient. í alis­frøði og lic. scient. í havfrøði. Árini, 1975 til 1982, var hann lektari í alisfrøði á Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum, og síðani 1982 hevur hann starvast sum havfrøðingur á Fiskirannsóknarstovuni. Bogi Hansen er virkin í fleiri altjóða gransk­ing­ arverkætlanum og hevur skrivað hópin av greinum og bókum um evnir, sum snúgva seg um havfrøði. Ein errin og kritisk- ur vinnari - Boðskapurin, sum ljóðar út úr allahalgannadegi, er eisini ein boðskapur um vón og framtíð, ein boðskapur, sum eggjar til at líta upp og fram, tí teir farnu og vit eru umgivin av Gudi, segði Bjarni Bæk, dómpróstur Mynd: Jens Kr. Vang Ein errin, men kritiskur Bogi Hansen, tók ímóti virðislønini á 350.000 kr. Mynd: Magnus Dam Bogi Hansen heldur takkarrøðu í konsertsalinum í Tivoli Mynd: Magnus Dam