hósdagur 2. november 2006síða 16
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 212 - 2. november 2006
tíðindi
Lívsstílur
Henrietta Hammer
Henrietta@sosialurin.fo
Mynd: Hans Fróði
Hans Fróði kemur við einum
fittum smíli gangandi ímóti
mær, og eg veit alt fyri eitt,
at her er nakað serligt, ið
tosast skal um. Vit sessast
við einum góðum koppi av
kaffi, og hann bergtekur
meg við søgu síni.
Hví yrkið sum stylist?
– Mær hevur altíð dámað
væl tað, ið hevur við klæðir
at gera. Eg minnist væl, at
pápi mín, ið er av gamla
“fiskaraslagnum”, helt meg
vera heldur váðamiklan at
fara í holt við hetta yrkið,
men hann hevur ongantíð
ivast í valinum, ið eg tók
og er errin av mær í dag. Eg
minnist væl, at eg brendi
fyri klædnasniðgevan, men
valdi heldur fótbóltin, tí hetta
tyktist tá at vera tað meiri
vanliga og “fornuftiga” at
gera. Men nú veit eg, at eg
tók røttu avgerðina, sigur
Hans Fróði.
Alexis Vogel og bókin
– Mítt yrki sum stylist
hevur verið alt annað enn
lætt og dreymakent. Fólk
halda kanska, at hetta bert
er eitt hugnaligt og kreativt
arbeiði, men tað krevur í
veruleikanum nógva tíð og
orku. Eg havi stríðst miðvíst
fyri hesum í útvið 15 ár,
og endiliga hevur eydnan
verið við mær, sigur Hans
Fróði Hansen.
– Eg havi kent nógvan
mótgang í yrki mínum, men
eg havi ongantíð ivast eina
løtu. Eg eri vælsignaður
við sterkum persónleika
og sjálvsáliti og eri sera
framsíggin, og tískil takið
eg mær ikki stórvegis av
neiliga kritikkinum, ið mær
er fyri til dagligt, sigur
Hans Fróði.
– Eg havi nýtt mína orka
á rættan hátt, og henda
sannroynd sæst nú aftur;
eg havi nevniliga fingið
ein heimskendan make-
up artist at arbeiða fyri
meg. Alexis Vogel, ið er
make-up artistur fyri m.a.
Shakiru, Paulu Abdul og
Kelly Clarkson, fer í januar
at geva út bók saman við
mær. Alexis og eg geva út
bók, ið samansjóðar make-
up og styling. Hugskoti
um at Alexis og geva ein
bók út saman, er sera væl
móttikið í Amerika, so
spennandi verður at síggja,
hvussu móttøkan verður.
Ein av teimum størstu
agentinum innan ameri
kanska bókaheimin hevur
nevniliga játta seg til at
umboða bók okkara. Hetta
gevur okkum eina ófatiliga
styrki og fyrimun, sigur
Hans Fróði. Sáttmálin við
Alexis hevur styrkt meg enn
meir og givið mær áræði og
samstundis lært meg, at um
ein bert trýr, so letur alt seg
gera, sigur Hans Fróði.
– Vit hava eisini gjørt
eina avtalu, sum inniber at
hon kemur at arbeiða fyri
meg. Alexis kemur at gerða
sína Makeup Linju sjálv,
men við mínum vørunavni
(Miss KayKay) og hon
verður á marknaðum fyrst í
komandi árið í USA, greið
ur Hans Fróði frá við einum
lítlum smíli.
– Alexis og eg koma at
arbeiða sera væl saman.
Orsøkin er uttan iva tann,
at vit eru ólík. Hon hevur
búð í einum stórbýi, har
framgongdin er sera stór,
meðan eg komið úr Leirvík.
Samanspælið okkara mill
um tykist vera framúr,
sigur Hans Fróði. Alexis
dámdi konsepti beinavegin
og mína persónleika. Hon
metti meg millumannað
hóska fullkomið til yrkið,
sum stylistur í Ameriku,
greiðir Hans Fróði frá.
– Sigast skal eisini, at eg
eri sera heppin við teimum,
sum eg starvist við í míni
fyritøku. Eg kenni øll væl
og lítið á avgerðir teirra.
Hetta lættir um, sigur
Hans Fróði. Fólk spyrja
meg ofta, hvussu eg havi
borið meg at, at fingið hesa
avtalu í lag. Men eg haldi,
at týdningarmikið er ikki,
hvussuleiðis eg eri komin
higar, sum eg eri í dag. Tað
er eydnast mær, og restin er
søga, sigur ein sera stoltur
Hans Fróði Hansen.
– Full ferð er á gongdini,
og longu um 2 vikur verð
ur høvuðsskrivstovan í
Reykjavík latin upp.Vit eru
longu 4 fólk í føstum starvi,
sigur Hans Fróði.
Ball saman við
stjørnunum
– Tá avtalan varð komin
undir land við Alexis og
mær, fóru vit til ein stóran
føðingardag, sum var bert
fyri innbodnum. Vit vórðu
koyrd til eini sera snotulig
hús í einari sera vakrari
limousine. Tann, ið koyrdi
bilin var vanliga bilførari
hjá Paris Hilton, Justin
Timberlake og mongum
øðrum. Eg hitti m.a. Snoop
Dog, Carmen Elektra og
Janet Jackson. Tað var bara
stuttligt at síggja og tosa
við tey, greiðir Hans Fróði
frá.
– Tá eg skuldi flúgva heim
til Føroyar aftur, beyð sami
bilførari seg til at koyra
meg á flogvøllin. Eg varð
síðani koyrdur á flogvøllin
í einum stórum, snotuligum
bili við myrkum rútum.
Tað var minningarríkt at
kenna seg sum eina verulig
stjørnu í nakrar minuttir,
sigur Hans Fróði. “My 60
seconds of fame”.
Gjøgnumhugsað
konsept
– Eg havi tilrættalagt eitt
sera gjøgnumhugsað kon
sept, ið eg havi arbeitt
við í eini 3 ár. Eg havi
Hans Fróði hevur stigið fótin á
Heimskendi make-up
artisturin Alwxis Vogel og
Hans Fróði Hansen
Ja, so var enn ein føroyingur, ið náddi
at veruleikagera stóra dreym sín úti í
heimi. 31 ára gamli Hans Fróði Hansen
hevur fingið samstarv í lag við kendasta
og dugnaligasta make-up artistin í
Hollywood, Alexis Vogel. Hans Fróði og
Alexis arbeiða í løtuni við saman at geva
út bók innan yrki teirra, og ein kann bert
staðfesta, at her gongur við rúkandi ferð.
Hans Fróði Hansen livir av røttum “life in
the fast lane”, sum tey taka til í Hollywood