hósdagur 2. november 2006síða 25
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 212 - 2. november 2006
17
tíðindi
hildið gjølla eyga við
marknaðin, bæði her heima
í Skandinavia og tann
globala. Eyguni hava verið
sera opin og eygleiðandi
viðvíkjandi
teim
ymsu
merkjunum innan smyrsl,
húðrøkt og hárrøkt. Hetta
hevur sjálvsagt sera stór
an týdning, tí avbera týdn
ingarmikið er at kenna
marknaðin og alt tað, ið
hann hevur at bjóða. Innan
hetta yrkið er marknaðurin
á tremur við merkjum og
er í støðugari broyting.
Tískil er altíð gott at vera
eitt stig framman fyri kapp
ingarneytan, sigur Hans
Fróði. Framskygni er eitt
“must”.
– Sum nevnt áður havi eg
veruliga kanna og lagt mær
í geyma, alt ið viðkemur
hesi verkætlan. Eg havi
gjølla kannað umhvørvið
og búskapin. Eg nýti fast
uml. 1-3 tímar um dagin,
har eg lesi alt, ið snýr seg
um búskap, marknað og
menniskjir at gerða. Eg eri
handilsmaður um ein háls,
og eg gleði meg nú tað
er fari ígongd, sigur Hans
Fróði.
Nógv lið
– Konseptið er samansett
av fleiri liðum. Bókin, ið
vit eru í holt við, er bert
ein av fáu liðunum. Nógvar
spennandi verkætlanir eru
farnar í gongd, og tað, ið
drívur meg mest av øllum,
eru øll produktini, ið vit
eru í holt við at framleiða
og sniðgeva.
Produktir til bæði kyn:
make-up (liðugt umleið
januar 2007)
Styling produktir til hár
Shampoo (á gáttuni)
Húðrøkt til menn (liðugt
umleið februar 2007)
Fashion Academy:
Skúlar í Íslandi,
Danmark og Amerika
áðrenn Vár 2007.
Vørurnar eru farnar til
framleiðslu og skjótt klárar
til marknaðin.
Vit hava eisini stórar ætl
anir við skúlunum, ið vit í
næstum fara undir í Íslandi,
Danmark og USA. Hetta
eru skúlar, ið næmingar
sjálvir gjalda sámuligan
kostnað fyri. Vit krevja
onga serliga útbúgving fyri
at luttaka á skúlanum, men
brennur ein veruliga fyri
hesum, er ongin forðing í at
luttaka, sigur Hans Fróði.
Framtíðin
– Sum støðan er nú flyta
eg og konan yvir til USA.
Eg komið at ferðast fast
millum Florida, Ísland og
L.A. Arbeiðið krevur nógva
tíð og nógva ferðing.
– Í løtuni eri eg í holt við
at velja røttu íleggjararnar.
Hesir vera bæði stórir og
lítlir íleggjarar, so eg kann
ikki annað enn siga, at hetta
sær bara heilt áhugavert út,
sigur Hans Fróði.
Hava Føroyar nakað at
bjóða tær?
– Ja, eg haldi, at tað er
tørvur á einum stylisti her
heima, men eg má ásanna,
at marknaðurin er lítil,
men eg havi heldur ikki
haft nakrar dreymur um at
arbeiða í Føroyum við tí.
– Eg vil fegin geva aftur til
Føroyar av øllum tí, sum eg
upplivi. Vónandi komi eg at
kenna nógv týdningarmikil
fólk, nú eg komi at starvast
í USA. Eg kundi ímynd
að mær, at læruríkt hevði
verið, um eg kundi fingið
onkran henda vegin at
skipa fyri fyrilestrum og
tílíkum. Alexis Vogel kenn
ir nógv handilsfólk, ið
óivað kundu lært okkum
eitthvørt. Kundi hugsast,
at mítt gjøgnumbrot innan
hesa vinnu kann gerast ein
liður í marknaðarføringini
av Føroyum í útheimi.
– At enda sigur Hans
Fróði Hansen seg vera sera
spentan og vónríkan við
víkjandi slóðbrótandi verk
ætlan síni. Hetta er næstan
dreymakent, men veruligt
tekur hann til við einum
brosi.
Tað, ið mong av okkum
bert droyma um, er nú
veruleiki fyri Hans Fróða
Hansen. Hans Fróði hevur
veruliga eyðmerkt seg uttan
lands. Hann hevur ikki bert
opna dyrnar fyri sjálvum
sær, men Føroyar, heim
staður hansara, fær vónandi
eisini gagn av hesi sann
roynd.
Sigast kann bert stórt
tillukku til Hans Fróða og
alla eydnu í framtíðini. “
Um tú veruliga brennur fyri
tí, sum tú tekst við og hvílur
í sjálvum tær, ber alt til”,
endar Hans Fróði Hansen
hugnaligu og ævintýrkendu
samrøðu okkara við, og vit
veittra hvør øðrum farvæl. Í
mínum huga er bert tankin
um, at eg júst havi tosa við
eina komandi stjørnu.
reyða leyparan í Hollywood
Heimskenda
make-up guru’in
Alexis Vogel er mitt í 40’unum og býr í L.A.
Alexis Vogel er sædd sum ein sonn “guru” í
amerikanska make-up heiminum og hon er tann, ið
stjørnurnar helst vilja hava hendur á. Mong vilja
vera við, at Alexis Vogel er tann besta innan yrki sítt.
Vakurleikadrotningar sum Carmen Elektra, Bo Derek
og Paula Abdul siga øll í ein munn “Tað er ongin sum
Alexis”.
Tey seinastu 22 árini hevur Alexis Vogel
arbeitt við make-up fyri sjónvarpsrásir, filmar,
tónleikasjónbond, lýsingar, bløð o.a. Hon hevur
arbeitt saman við mongum stórum stjørnum og
kendum fólki. Alt frá supermodellum til tann
kendasta og kendastu filmstjørnuna, ið fella okkum
í hug.
Alexis hevur ikki bert tikið sær av make-up. Hár
hevur hon eisini fingist nógv við, og rósandi orð eru
bert at finna á tí økinum. Hon er ein sterk kvinna
innan yrki sítt, hon er bæði make-up artist og hár
stylist. Hetta gevur henni eina stóra styrki, ið er høgt
í metum í Hollywood.
»Hon hevur hendurnar á einum eingli«, siga tey,
ið hava verið eydnusom og vorðin smurd av Alexis.
Harper’s Bazaar blaðið hevur kosið Alexis Vogel at
vera tíðarinnar Svangali.
Her eru bert fáir av hennara mongu kendu
kundum:
Paula Abdul
Brian Adams
Pamela Andersen
Caprice
Jim Carey
Kelly Clarkson
Ellen Degeneres
Carmen Elektra
Vanessa Williams
Shannon Elizabeth
Linda Evangelista
Fabio
Brandy
Hugh Hefner
Richard Branson
Kid Rock
LaToya Jackson
JORDAN
Melania Knauss Trump
Simon Cowell
KISS – tónleikabólkurin
Avril Lavigne
Tommy Lee
Jay Leno
Paris Hilton
Black Eye Pee
Gwen Stefani
Janet Jackson
Nancy Sinatra
Steven Tyler og mong onnur.
Bløð, ið Alexis Vogel arbeiðir fyri:
Cosmopolitan
Elle
Entertainment Weekly
Fitness
Foto
GQ
HELLO
In Style
Playboy
SKy
Stern
Men´s Health
Sun – London
T.V. Guide
Vogue – USA
Vogur – German
Vogue – French
Vogue – Italian og mong onnur.
Kendi rapparin Snoop Dog
og Hans Fróði Hansen vóru í
ball saman