hósdagur 2. november 2006síða 26
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 212 - 2. november 2006
SAMBAND
árni joensen
fartekst@mail.dk
útlond
Stutt sagt
Tapti aftur
Fyri aðru ferð hevur
danin
Mike
Axdal
tapt eitt rættarmál um
endurgjald í sambandi
við
vanlukkuna
við
Scandinavian Star tann
7. apríl í 1990. Mike
Axdal hevði kravt, at øll
endurgjøld í sambandi við
vanlukkuna skuldu lagast
eftir amerikonskum siði,
tí eitt amerikanskt felag
átti Scandinavian Star. Tí
kravdi hann at fáa upp til
10 milliónir dollarar, men
hann tapti í býarrættinum
í Oslo. Hann legði alt
fyri eitt avgerðina fyri
landsrættin, men í gjár
tapti hann eisini har.
Niðurstøðan hjá býar
rættinum og landsrætt
inum er, at málið er
fyrnað, og ístaðin fyri
amerikanskt endurgjald
skal Mike Axdal gjalda
175.000 norskar krónur í
sakarmálskostnaði.
Heilsan svíkir
Elizabeth drotning í Bret
landi hevur trupulleikar
við heilsuni, og í gjár
noyddist hon at avlýsa
nøkur almenn tiltøk, sum
hon eftir ætlanini skuldi
taka lut í. Talskvinna
hennara gjørdi tó vart
við, at drotningin er ikki
illa sjúk, men at hon
hevur ilt við at standa
leingi. Orsøkin er, at
drotningin hevur liðið av
vøddapínu í rygginum
síðani í tíðliga í heyst.
Elizabeth hevur kortini
ongar ætlanir um at fara
frá ella at taka seg burtur
úr almennum tiltøkum,
sjálvt um tað kann vera
strævið. Sambært hóvin
um tók drotningin lut í
378 ymsum tiltøkum í
fjør.
Fekk hjálp
Í nátt eydnaðist at gera
fast á boripallin Bred
ford Dolphin, sum hevur
rikið fyri vág og vind í
Norðsjónum síðani týs
náttina, tá endin millum
pallin og ein sleipibát slitn
aði í ódnarveðri. 75 fólk
eru umborð á pallinum,
men tey hava ikki verið
í havsneyð, sigur norska
bjargingartænastan. Bred
ford Dolphin kláraði at
liggja uppí við egnari
maskinorku, men hann rak
kortini lagt undan ættini,
áðrenn tað eydnaðist at
gera fast á hann aftur.
Bredford Dolphin, sum er
skrásettur í Singapore, er
á veg til Pólands, har hann
skal umvælast.
– Útlendsku íleggjararnir fara at stinga
halan millum beinini, vinnur Ortega
(amerikanski handilsmálaráðharrin)
Løgreglan í bretska býnum
Accrington heldur, at eld
urin var ásettur.
Tann 39 ára gamla mamm
an og fýra døtur, sum vóru
16, 15, 10 og 3 ára gamlar,
vórðu funnar deyðar inni í
húsunum. Pápin bleiv bjarg
aður og fluttur á sjúkrahús,
men støða hansara er álvars
som.
Løgreglan í Accrington
viðger málið sum eitt dráps
mál, tí serfrøðingar hava
funnið evni, sum gjørdu,
at eldurin breiddi seg sera
skjótt. Tí hevur løgreglan
illgruna um, at onkur setti
eld á húsini.
Sløkkiliðsmaðurin Micha
el Frankland sigur við Sky
News, at eldurin er tann
ringasti tey 20 árini, hann
hevur verið sløkkiliðs
maður.
– Tað var ræðuligt at bera
fýra deyð børn út úr hús
unum. Hetta er ein sorgar
leikur og ein vanlukka fyri
alt samfelagið, sigur hann.
Nógv bendir á,
at tann gamli
sandinistaleiðarin
Daniel Ortega fer at
vinna forsetavalið
í Nikaragua sunnu
dagin. Tað hóvar ikki
USA.
Tað var tann tíð, tá ameri
kanararnir sóu reytt, bara
teir hoyrdu navnið Daniel
Ortega. Nógv er broytt
síðani, men kortini hevur
amerikanska stjórnin roynt
at gera sítt til, at tann gamli
fíggindin ikki skal sleppa
til valdið í Nikaragua.
Fleiri týðandi amerikanskir
politikarar hava sagt sína
hugsan, og Robert Zoelick,
varauttanríkisráðharri, Car
los Guiterrez, handilsmála
ráðharri og amerikanski
sendiharrin í Nikaragua,
Paulo Trivelli, hava verið so
opinskáraðir, at amerikanski
eindarfelagsskapurin OAS
hevur talað at.
Eitt nú hevur Paulo Tri
velli sagt, at USA fer at
endurskoða sína búskapar
hjálp til Nikaragua, verður
Daniel Ortega valdur til
forseta. Guiterrez, hand
ilsmálaráðharri, skal hava
sagt, at útlendskir íleggj
arar fara at stinga halan
millum beinini, sleppur
Ortega fram at valdinum,
og
republikanski
kon
gresslimurin Dan Burton
hevur sagt, at veljararnir í
Nikaragua eiga at minnast
áttatiárini, áðrenn teir velja
Ortega til forseta. Hann
hevur eisini hótt við at
skerja møguleikarnar hjá
nikaraguanskum borgarum
í USA at senda skyldfólki í
heimlandinum pengar.
Ikki tann sami
Grundlógin í Nikaragua
sigur, at eitt valevni skal
hava minst 35 prosent av
atkvøðunum og minst fimm
prosent fleiri atkvøður enn
hini valevnini fyri at vinna
forsetavalið, og alt bendir
á, at Daniel Ortega fer at
røkka hesum málunum.
Ortega sat við ræðið
í Nikaragua frá 1979 til
1990. Tá tapti hann fyri
einari høgrasamgongu, og
tað gjørdi hann eisini í 1996
og í 2001. Men hesaferð
bendir alt á, at hann fer at
vinna.
Men Daniel Ortega er
ikki tann, hann var, siga eyg
leiðarar. Í sínum valrøðum
sigur hann seg hava funnið
Guð, og hann brúkar ein
stóran part av tíðini til at
tosa um frið og kærleika
og andaliga kollvelting, ið
skal byggjast á kærleika
og vón, sum hann málber
seg. Tá tjóðartingið í síðstu
viku samtykti at banna
fosturtøku,
tók
Ortega
undir við tinginum, og tað
hevur gjørt, at tann katólska
kirkjan styðjar hann.
Stuðul úr USA
Hansara harðasti kapp
ingarneyti í stríðnum um
forsetaembætið er Eduardo
Montealege úr teirri fræls
lyntu samgonguni. Hann
fær stuðul frá amerikonsku
stjórnini, og ein ameri
kanskur
felagsskapur
hevur fíggjað ein part av
valstríði hansara. Millum
hansara fremstu stuðlar er
fyrrverandi
amerikanski
ST-sendiharrin Jeane Kirk
patrick, sum alment hevur
sagt, at tað er umráðandi at
forða fyri, at Daniel Ortega
og venesuelski forsetin,
Hugo Chavez, fáa ræðið í
Miðamerika.
Gamal
kenningur
kemur
aftur
Mamman og fýra døtur brunnu inni
Daniel Ortega kann endurvinna
forsetaembætið í Nikaragua
sunnudagin.