Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-11-02, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 2. november 2006síða 27

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 [ Nr. 212 - 2. november 2006 ] ítróttur SAMBAND jákup mørk jakup@sosialurin.fo tlf 341800 »Tú mást verða heppin, um tú skalt vinna ímóti einum liði sum Manchester United« Ståle Solbakken, FCK-venjari Eftir at hava vissað AB uppflyting í ár, skal Rúni Nolsøe nú royna at fáa B68 aftur í fremstu Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo B68 hevur gjørt sáttmála við Rúna Nolsøe um, at hesin komandi árið skal virka sum venjari hjá fe­lag­ num, sum í fjør misti sætið í Formula-deildini. Endamálið her er púrasta greitt, at felagið aftur skal vinna sær pláss millum tey fremstu í landinum, og at hjálpa sær við hesum hevur Rúni fingið tveir garvaðar veteranar hjá B68. Saman við Rúna skulu Øssur Hansen og Ingolf Petersen nevnliga standa fyri venj­ ingunum. Álopið burtur Hópurin, sum Rúni higartil hevur at arbeiða við, er í mangar mátar tann sami, sum hann var tað í fjør. Á miðvøllinum er Julian S. Johnsson burtur, men Rúni skal ætlandi virka sum spælandi venjari, og tí ber til at siga, at tað holið í ávísan mun er fylt. Hinvegin tykist álopið at resta nakað. Teir báðir fremstu menninir frá í fjør – Anderson og Súni Fríði Barbá – hava nevnliga báð­ ir skift felag, men enn vil formaðurin hjá B68 ikki siga nakað um, hvørt talan verður um tilgongd. - Í útgangsstøðinum verð­ur talan um at blanda kortini nakað øðrvísi, og so fæst at síggja, hvørt talan verður um aðrar spælarar til okkurt av plássunum. Ein betri platformur Tá AB í heyst hevði vissað sær uppflyting, tóktist tað vera eitt greitt ynski, at venjarin helt fram. Sjálvur helt Rúni Nolsøe sær tó ikki til, og hann heldur framvegis, at talan var um rætta avgerð. - Tað er kanska ein bland­ ing av fleiri lutum. Enn havi eg ikki øll pappírini, sum krevjast í fremstu deildini, men fyri tað kundi eg kanska virkað. Men eg kenni tað eisini so, at tað vildi verið eitt djarvt stig, um eg longu nú skuldi roynt meg í Formula-deildini. Í so máta er 1. deild ein betri platformur at royna nøkur ting, og eg eri sannførdur um, at hetta gevur mær betri møguleikar at mennast sum venjari, heldur Rúni. Rúni skal venja toftamenn Súni Fríði Barbá verður spælandi hjálparvenjari, tá ið AB skal royna at fóta sær í Formuladeildini næsta kappingarár Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo AB gjørdi í gjárkvøldið avtalu við Oddbjørn Joensen um at venja For­ mulaliðið hjá teim­um næsta kapp­ingar­ár. Oddbjørn er klaks­víkingur, men hevur búð í Havn í nógv ár. Hann hevur verið venj­ari í HB, KÍ og onnur føroysk feløg, og hann hevur eisini áður verið venjari í AB. – Málsetningurin er greiður. Teir dystir sum kunnu vinnast, skulu vinnast, og spæl­ ar­arnir mugu taka sína ábyrgd. Hettar er størsta venjingarliga avbjóðingin hjá mær, sigur Oddbjørn Joensen við heimasíðuna hjá AB. Toppskjúttin hjá B68 í farna kappingarári, Súni Fríði Barbá, verð­ ur hjálparvenjari hjá Oddbjørn, og Súni Fríði skal eisini spæla við liðnum. Ólavur er enn á odda Í tippi-kappingini hjá Sosialinum var Tórður Hentze toppskorari í fjóðra umfarinum av Champions League bólkaspælinum. Hann fekk her 49 stig, men tað er tó eitt tal, sum er lægri enn tað, sum fremstu tippararnir hava í miðal. Í samlaðu støðuni er veddarin við navn­ inum, Ólavur, nevnliga framvegis fremstur. Hann hevði framúr úrslit fyrstu tvey um­førini, og lá greitt á odda eftir hesi. Síðani hevur Rógvi Thomsen tó eisini togað seg heilt nær, og nú eru bara trý stig, sum skilja teir báðar oddafiskarnar. Topp 10 fyri 4. umfar Nr Navn Stig 1 Tórður Hentze 49 2 Rógvi Thomsen 47 3 Regin Davidsen 45 3 Niels Jensen 45 5 Elmar Petersen 44 5 Kim Clementsen 44 5 Erling Fles 44 8 Ísak Poulsen 43 9 Rúni Sigurðsson 42 9 Jóannes N. Petersen 42 Topp 10 samanlagt 1 Ólavur 208 2 Rógvi Thomsen 205 3 PeturP 195 4 James við Brúgv 192 4 Jón Henriksen 192 6 Hallur Joensen 191 7 Kári Joensen 190 7 Dan Petersen 190 9 Bárður Brimvík 188 9 Bjarni Beder 188 9 Erling Fles 188 Oddbjørn skal venja AB Í fjør eydnaðist tað Rúna Nolsøe at føra AB til uppflyting. Í ár verður tað á Toftum, at tað takið skal takast