hósdagur 2. november 2006síða 28
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
[ Nr. 212 - 2. november 2006 ]
– Eg eri
stoltur
(Keypmannhavn):
FCK-venjarin var sum
vera man sera fegin
og errin eftir sigurin
á Manchester United í
Parkini mikukvøldið.
- Eg eri stoltur av,
at spælararnir stríddust
so hart fyri at vinna
hendan dystin. Sein
astu 10 minuttirnar ork
aðu teir næstan ikki at
ganga, men teir kláraðu
at halda tætt. Eg eri
stoltur av hesum sigr
inum, hetta er ein stór
løta fyri FCK, segði
Ståle Solbakken.
– Dysturin var tættur,
og vit vóru heppnir at
vinna dystin. Tú mást
verða heppin, um tú
skalt vinna ímóti einum
slíkum liði sum Man
chester United, segði
FCK-venjarin.
– Vit høvdu
tamarhald
(Keypmannahavn):
Lagið var langt frá
tað sama eftir dystin
ímóti FCK, sum tað var
dagin fyri dystin. Uni
ted-venjarin, Sir Alex
Ferguson, var vónbrotin
eftir tapið ímóti FCK,
og hann ásannaði, at
fótbóltur er ikki altíð
rættvísur.
– Eg gevi ikki nøkr
um skyldina fyri hetta
tapið. Vit hava tapt
ein dyst, og tað er tað,
segði Ferguson.
– Vit høvdu tamar
hald á dystinum alla
tíðina, men tað var
eitt vónbrot, at vit ikki
skoraðu og lótu eitt mál
fara inn eftir horna.
Vit vistu, at vit skuldu
ansa væl eftir teimum
í sambandi við deyð
bóltarnar.
– Nú er okkara bólkur
meira opin aftur, men
um vit vinna næsta
dystin ímóti Celtic, so
hava vit vunnið bólkin,
og tað er júst tað, sum
vit ætla okkum, segði
United-venjarin.
Allback skoraði við ilini
Tað var ikki nakað dreymamál, sum avgjørdi dystin
millum FCK og Manchester United. Eftir eina
hornasparksstøðu endaði bólturin hjá svenska
álopsspælaranum Marcus Allback, og hann fekk
sent bóltin um málstrikuna.
- Eg royndi at taka bóltin á ristina, men eg rakti
hann ístaðin undir fótinum. Men bólturin fór í málið,
og so minnist eg ikki rættiliga, hvussu eg jublaði, eg
var euforiskur, segði Allback eftir dystin.
Ferguson misti talið
Alex Ferguson bað seint í dystinum tann fjórða
útskiftaran gera seg kláran at fara á vøllin. Ferguson
skifti í hálvleikinum Rio Ferdinand inn, og síðani komu
eisini Paul Scholes og Patrice Evra á vøllin. Eftir hetta
bað United-venjarin Alan Smith gera seg kláran at fara
inn, men Smith minti Ferguson á, at hann hevði longu
skift tríggjar spælarar inn, og so klárnaði hjá roynda
venjaranum.
Ensku heimsstjørn
urnar kláraðu ikki
at skora mál, og so
vassaði ein svenskur
álopsspælari inn í
ævintýrið og skoraði
sigurmálið, tá ið FCK
vann sín helst størsta
sigur nakrantíð
Champions League
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
(Keypmannahavn): Tað
var mest sum tikið úr einum
ævintýri hjá H.C. Andersen,
tá ið FC Keypmannahavn í
gjárkvøldið skapti sensatión
í europeiskum fótbólti og
vann á stórfelagnum Man
chester United.
Eingin hevði veruliga
roknað við hesum undan
dystinum. FCK hevur havt
trupulleikar við at gera mál
í undanfarnu dystunum, og
i trimum royndum varð tað
bert blivið til eitt stig undan
stórdystinum ímóti United.
Og so var tað knappliga,
at tað bar til hjá FCK.
Danska stórfelagið, sum í
europeiskum samanhangi
ikki er stórfelag, lítur á
eina sterka verju og ein
góðan málmann, og so
skulu teir skapa onkrar
kjansir – millum annað við
deyðbóltum.
Mikukvøldið vardi FCK
væl stóran partin av tíðini,
og sjey minuttir fyri tíð
skoraðu teir eftir hornaspark.
1-0 til FCK, og so sløknaðu
United-stjørnurnar í heystar
kuldanum í Keypmanna
havn.
Ivaðust ikki í sigrinum
Hetta var næstan eitt klass
iskt dømi um ein favoritt,
sum ikki veruliga spennir
seg út, tí roknað verður
ikki við, at tað kann ganga
galið. Og so hendir tað. Eitt
sindur av óhepni, onkur
minni feilur, og so er tað
ikki so stuttligt meira.
Undan dystinum tókt
ust teir á liðnum hjá Man
chester United rættiliga
vísir í, at teir fóru at vinna.
Venjarin royndi at gera tað
til eina trupla uppgávu,
men tað tóktist ikki serliga
sannførandi. Spælararnir
líktust ikki teimum mest
spentu
spælarunum,
tá
ið teir komu á vøllin til
seinastu venjingina undan
dystinum, og hóast teir
royndu at lyfta seg sjálvar í
sambandi við dysti, var tað
heldur ikki nóg mikið.
Harafturat vóru fimm av
stuðulsspælarunum uttan
fyri – antin smáskaddir
ella settir á beinkin fyri at
hvíla.
Tóku ikki sínar
kjansir
Manchester United var
tað betra liðið. Teir høvdu
meira spæla og størru kjans
irnar. Rooney hevði tveir
góðar møguleikar at skora,
Scholes var fríur og O’Shea
hevði kanska størsta kjansin
av øllum, men hann sendi
fram við málinum.
FCK byrjaði dystin væl,
trýstu í 10 minuttir og vóru
væl við allan fyrra hálvleik.
Í seinna hálvleiki gjørdist
tað meira tungt, men teir
royndu. Góðar sjey minuttir
fyri tíð sendu teir horna
inn fyri málið, og støðan
endaði við, at svenski álops
spælarin Marcus Allback
kom at standa leysur mitt
fyri málið, og hann fekk
onkursvegna oyst bóltin í
málið til 1-0.
Hetta gjørdist eitt minni
ligt kvøld fyri FCK og dansk
an fótbólt. Nipnu United-
stjørnurnar noyddust av
vøllinum við ongum, meðan
heimaáskoðararnir dansaðu
og sungu av gleði, og FCK-
spælararnir hálsfevndust á
vøllinum.
Málmaðurin Jesper Christiansen og verjuspælarin Brede Hangeland hálvsfevnast eftir sigurin á Manchester United
Mynd: Scanpix
FCK sløkti stjørnurnar