Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-11-03, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 3. november 2006síða 2

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 213 - 3. november 2006 Maskinistur Maskinmeistari Skipari Skipsførari KREA.FO . TEL 47 80 80 Postboks 104 . FO-110 Tórshavn . Tel 350 250 . Faks 350 251 . vh@vh.fo . www.vh.fo Maskinmeistari Maskinmeistaraútbúgvingin er mest fjøl- broytta og hægsta tekniska yrkisútbúgv- ing, sum kann takast í Føroyum. Útbúgv- ingin gevur sera stórar møguleikar bæði á sjógvi og landi, líka mikið um tað er í Før- oyum ella úti í heimi. Maskinmeistaraút- búgvingin gevur eisini møguleikar fyri at blíva elinnleggjari. Eisini í oljuvinnuni eru maskinmeistarar størsti einstaki yrkis- bólkurin. Útbúgvingin tekur 3 ár. Upptøka til maskinmeistaraútbúgvingina er tvær ferðir um árið. Byrjar aftur í januar 2007. Maskinistur Maskinistútbúgvingin gevur møguleikar fyri at vera maskinstjóri á flestu veiðufør- um, sum fiska á føroyskum sjóøki. Útbúgvingin gevur t.d. eisini rætt til at vera maskinstjóri á skipum við maskinorku upp til 3000 kW í altjóða sigling. Útbúgvingin tekur 9 mðr. Upptøka til maskinistútbúgvingina er eina ferð um árið og byrjar aftur í august 2007. Skipari Vinnuháskúlin bjóðar altjóða góðkendar útbúgvingar til skipara og skipsførara, sum geva vinnumøguleikar á sjógvi og landi um allan heim. Sum skipari kanst tú føra øll fiskiskip um allan heim, eins og farmaskip upp til 3.000 tons. Skiparaútbúgvingin tekur hálvtannað ár. Tá ið tú hevur staðið skipara, kanst tú fara beinleiðis til skipsførara. Skipsførari Skipsføraraútbúgvingin tekur tilsamans 3 ár. 3 hálvár til skipara og síðani 3 hálvár til skipsførara. Sum skipsførari kanst tú føra øll skip á øllum høvum. Upptøka til skipara- og skipsførara- útbúgvingarnar er tvær ferðir um árið og byrjar aftur í januar 2007. Maskinist- og maskinmeist- ara-, skipara og skips- føraraútbúgvingarnar eru moduluppbygdar. Vinnuháskúlin er ein nútímans skúli við serkønum lærarum í øllum lærugreinum, eins og skúlin hevur allar teir hentleikar og útbúnað, sum skulu til fyri at gera útbúgvingina áhugaverda og góða. Útbúgvingarnar á Vinnuháskúlanum eru góðkendar av Føroya Landsstýri, Søfartsstýrelsen og IMO. Hevur tú hug at gerast maskinistur, maskinmeistari, skipari ella skipsførari ? Set teg í samband við skúlan, so senda vit tær upplýsingar um upptøkutreytir og lesturin saman við umsóknarblaði. Spennandi útbúgvingar - eitt hav av vinnumøguleikum Nýtt skúlaár byrjar 3. januar 2007 Maskinistur Maskinmeistari Skipari Skipsførari KREA.FO . TEL 47 80 80 Postboks 104 . FO-110 Tórshavn . Tel 350 250 . Faks 350 251 . vh@vh.fo . www.vh.fo Hevur tú royndir sum maskinmaður, men ikki prógv, so er møguleikin nú at fáa prógv sum maskinistur við rætti til at fáa sjóvinnubræv sum maskinstjóri og 1. meistari á skipum, har framtøku- megin er upp til 2.999 kW. Útbúgvingin er ætlað teimum sum hava: • Innanfyri seinastu 5 árini siglt sum einsamallur meistari ella 1. meistari á skipum við framdrívsmegi á minst 750 kW. • Góðkenda handverksútbúgving. Mannagongd: Umsøkjarin skal til samrøðu á Vinnu- háskúlanum. Samrøðan snýr seg um gjøgnumgongd av tínum arbeiðsroyndum og vitan við tí endamáli at finna eitt grundarlag og góðkenning av tínum fakligu kvalifikatiónum fyri at fáa “merit” (Avriksflutningur). Eftir samrøðuna verður ein útbúgvingarætlan gjørd, sum umsøkjarin skal fylgja. Av tí, at henda útbúgving helst ikki verður ein afturvendandi møguleiki, er alneyðugt, at tú søkir um upptøku beinanvegin. Umsóknirnar skulu verða okkum í hendi í seinasta lagi tann 15. november 2006. Vinnuháskúlin er ein nútímans skúli við serkønum lærarum í øllum lærugreinum, eins og skúlin hevur allar teir hentleikar og útbúnað, sum skulu til fyri at gera útbúgvingina áhugaverda og góða. Útbúgvingarnar á Vinnuháskúlanum eru góðkendar av Føroya Landsstýri, Søfartsstýrelsen og IMO. Maskinistútbúgving fyri handverkarar við siglingarroyndum