fríggjadagur 3. november 2006síða 3
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
3
Nr. 213 - 3. november 2006
Evnisdagur á Hotel Hafnia 4. november kl. 14:00 - 17:00
Nevndin fyri øktum kvinnuleikluti í politikki
Løgtingið samtykti í oktober 2005 at arbeiða fyri, at kvinnur fáa ein øktan leiklut í at taka politiskar
avgerðir. Í hesum sambandi varð sett ein nevnd við umboðum úr øllum flokkum á Løgtingi, Føroya
Kommunufelag, Kommunusamskipan Føroya, Kvinnufelagasamskipan Føroya og Javnstøðunevndina.
Høvuðsnavnið á degnum er Hólmfríður Sveinsdóttir. Hólmfríður er virkin í
íslendskum politikki og hevur nógvar royndir við nevndararbeiði og
ábyrgdarstørvum. Frá 1998-2003 sat hon í eini nevnd, ið virkaði fyri øktum
kvinnuleikluti í íslendskum politikki. Nevndin skipaði fyri fleiri áhugaverdum
og øðrvísi átøkum, og úrslitið sást aftur í, at glið kom á kvinnuligu luttøkuna í
samfelagsmálum og politikki. Í dag arbeiðir Hólmfríður sum granskari innan
almenna fyrisiting.
Øll við áhuga fyri øktum kvinnuleikluti í politikki eru hjartaliga vælkomin!
c/o Vinnumálaráðið Tinganes Postsmoga 377 FO-110 Tórshavn
Kvinnurnar stýra húsinum og menninir landinum!
Nevndin fyri øktum kvinnuleikluti í politikki skal skipa fyri tvørpolitiskum tiltøkum til tess at økja leiklutin
hjá kvinnum í politiskum avgerðum, so talið á kvinnum á Løgtingi og í kommunustýrunum økist, og
umboðanin samsvarar á leið við umboðanina í hinum Norðurlondunum.
Um árskiftið 2007/2008 handar nevndin landsstýrismanninum frágreiðing um virksemi sítt og
tilmæli um, hvussu framhaldandi eigur at verða arbeitt fyri at fremja javnstøðu, har politiskar
avgerðir verða tiknar.
Hólmfríður Sveinsdóttir
Karin Kjølbro
Bjørg Jacobsen
Sigrid Rasmussen
granskari innan almenna fyrisiting
fyrrverandi løgtingskvinna og slóðbrótari
fyri føroyskum kvinnum í politikki
skrivari í n
umboð fyri
undirheldir við sangi
evndini fyri øktum kvinnu-
leikluti í politikki
Kvinnufelagasamskipan Føroya
Bergtóra Hanusardóttir
Luttakarar
Nú fara vit í gongd