fríggjadagur 3. november 2006síða 4
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 213 - 3. november 2006
faroeJet 380 sørvágur tel 35 33 33 faks 35 33 30 www.faroejet.fo
Tín trygd fyri betri tænastu!
Ferðaseðilin kann bíleggjast á
www.faroejet.fo ella á tíni ferðaskrivstovu.
petur & petur • 32087 0
K R E A . F O . TEL 47 80 80
almannastovan@almannastovan.fo
www.almannastovan.fo
Ráðgevin verður partur av einum
stovni, ið alla tíðina má tillaga seg
broytingar í samfelagnum og taka
við avbjóðingunum, sum líggja í
tíðini og framtíðini.
Starvið umfatar í høvuðsheitinum
ráðgeving og vegleiðing til fólk, ið
bera brek og familjur teirra,
umframt samstarv við aðrar
fakbólkar og áhugabólkar.
Starvið verður sett og lønt sam-
bært sáttmála millum Fíggjarmála-
ráðið og avvarðandi fakfelag.
Vit sóknast eftir einum sosial-
ráðgeva ella fólki við aðrari
hóskandi útbúgving, sum
hevur hug og evni at arbeiða
við fólki, ið bera brek og
familjum teirra.
Tað er ein fyrimunur, um tú
hevur viðkomandi eftirútbúgv-
ing.
Vit ynskja at tú hevur góðan
kunnleika til sosiallóggávu og
almenna fyrisiting, royndir í
sosialum arbeiði, evni og vilja
at samstarva og arbeiða
tvørfakligt, evni at arbeiða við
heildarloysnum, evni at orða
teg munnliga og skrivliga og
góðan telduførleika.
Fleiri upplýsningar um
starvið fáast við at venda sær
til Oyvind av Skarði, deildar-
leiðara á telefon 35 35 10.
Skrivlig umsókn skal verða
Almannastovuni í hendi í
seinasta lagi 20. november
2006, kl. 12.00.
Send umsóknina til:
Almannastovuna
Smyrilsvegur 20
Postboks 3096
110 Tórshavn.
Brekdeildin er deild á Almannastovuni, sum veitir
ráðgeving um alt landið og arbeiðir í tøttum samstarvi
við økisdeildirnar, og við stuðulsskipanina fyri børn.
Starvsøkið hjá deildini fevnir um ráðgeving til fólk við
skerdum førleika og familjur teirra, viðgerð av
umsóknum um stuðul og hjálpartiltøk og samstarv við
aðrar stovnar, sum veita tænastur til fólk við breki og
annað.
Á Almannastovuni virka vit miðvíst fyri at lúka
krøvini frá politiska myndugleikanum og viðskifta-
fólkunum. Dentur verður lagdur á høgt tænastu-
støði, rættartrygdina og virðingina fyri einstaklingi-
num, eins og virkað verður fyri áhaldandi at menna
førleikan, trivnaðin og samstarvið á stovninum.
Almannastovan søkir ráðgeva
til Brekdeildina