Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-11-03, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 3. november 2006síða 5

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin november 2006 5 JÓLABORÐHALD Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo Á hvørjum ári skipa gist­ ingarhús, matstovur og fyri­ tøkur fyri jólaborð­haldum. Her koma fólk saman at hugna og stuttleika sær, men ofta kemur fyri, at nýtslan av rúsdrekka tekur yvirhond, og so gerast fólk so full, at tey gloyma, hvat er hent hetta kvøldið. Tá vit nevna jólaborðhald, so seta flest øll hetta í samband við ein stuttligan túr í býin, har tey kunnu hugna sær saman við vin­ um og kenningum, meðan tey drekka sær eina fitta kenning. Soleiðis er tó ikki hjá øllum. Fólk finnast eisini her á oyggjunum, sum ikki hava rúsdrekka, sum ein part av teirra jóla­ borðhaldi. Hesi duga tó eins væl at hugna sær til eitt jólaborðhold, sjálvt um rúsdrekka ikki er ein partur av teirra hugna. Í hesum sambandi hava vit fingið okkum eitt prát við Bill Justinusen, løg­ tingsmann fyri miðflokkin. Vit spurdu hann, hvussu hann helt eitt jólaborðhald, og hvat hann legði dent á, tá ið hansara samkoma var savnað til jólaborðhald. Eingin hava eyka arbeiði Tá Lívsins Orð hevur jóla­ borðald, byrja tey oftast við eini bøn. Síðani verður farið undir borðhaldið, og Bill sigur, at tað er av stórum týdningi, at øll sleppa at hugna sær, og at eingin fær nakað eyka arbeiði, tá jólahaldið er á skránni. - Vit velja á hvørjum ári at biðja um mat frá onkrari matstovu. Hetta verður gjørt, fyri at eingin í samkomuni skal fáa nakað eyka arbeiði. Á henda hátt vera øll við í borðhaldinum, og hetta er av stórum týdninig fyri okkum Tá ið borðhaldið er av, eru ofta felagssangir ella felagsspøl á skránni, og hetta dámar Bill Justinusen stak væl. - Ja, tað er altíð hugnaligt at sita og syngja onkrar góðar gamlar jólasangir. Harafturat dámar mær væl spøl, har øll fólk kunnu vera við, og tí seti eg stóran prís á, at tey, ið skipa fyri, gera onkur stuttlig felags­ spøl, tí hesi vera ofta væl móttikin. Ein serlig hending Sjálvt um jólaborðhald oftast snúgva seg um góðan mat, gott undirhald, góðan tónleik og hugna saman við vinum og kenningum, so plagar samkoman, Lívsins Orð, altíð at hava eitt lítið yvirraskilsi til gestirnar. Næstan á hvørjum ári velja fyrireikararnir at taka ein gest til jólahaldið, sum antin hevur eina óvanliga søgu at fortelja ella eina spennandi lívssøgu. Bill veit ikki, hvussu verð­ur í ár, men hann held­ ur henda partin av jóla­ borðhaldinum vera sera áhugaveran, og hann sigur seg vóna, at hetta aftur í ár verður partur av borð­ haldinum hjá samkomuni. Skemt, ið ikki niðurger nakran Sjálvandi er eisini skemt á skránni. Fleiri av yngru kreftunum í samkomuni taka seg ofta saman at gera skemt, men hetta verður altíð gjørt á ein slíkan hátt, at eingin í samkomuni skal føla seg raktan. – Vit royna at skipa skemt­ ið á tann hátt, at eingin í samkomuni skal føla seg raktan av tí. Tá skemt er aðrastaðni, eru ofta nógvar fúlar søgur partur av skemt­ inum, og hetta dámar okk­ um ikki. Eisini verður sagt frá blondinusøgum og øðrum søgum, sum á ein ella annan hátt eru niðr­ andi móti javn­støðuni, og hes­um royna vit eisini at fáa úr okkara skemti. Hin­ vegin dámar okkum væl at herma ella at siga frá stutt­ ligum søgum um onkran í samkomuni, og hesar søgur dámar fólki ofta væl. Tað hendir eisini, at onkur av teimum yngru í samkomuni fara út við einum kamera og taka upp í onkrum óruddi­ ligum kjallara, og so skulu fólk til jólahaldið gita, hvør eigur henda kjallaran. Tílíkt kunnu vit gera við fleiri fólk. Av og á eru sketsjir á skránni, men Bill leggur stóran dent á, at heldur ikki hesar skulu vera niðrandi fyri nakran, men heldur stutt­ligar, soleiðis at øll kunnu flenna við. Stórur munur Tá maturin er farin av borð­ inum, skemt og undirhald eru komin at enda, og klokkan er við at gerast nógv, so plaga fleiri av teimum ungu ofta at vera sitandi, meðan tey eldru ein fyri og annar eftir venda nøsini heimeftir. Bill dámar væl, at fleiri av teimum ungu sita leingi og hugna sær. – Vit byrja ofta um átta tíðini á kvøldi, og borð­ haldið við skemti og undir­ haldi heldir so á til á leið midnátt. Eftir hetta byrja fleiri av okkum eldru at blíva troytt, og um hesa tíðina byrja vit at hugsa um heitu og fjálgu songina, sum bíðar har heima. Men hjá teimum ungu er eitt sindur øðrvísi. Tey eru jú full í orka, so tá borðhaldið er liðugt, so plaga tey at finna spæl fram, sum tey so sita og spæla út á hálva náttina. Hetta er sera hugnaligt og vísir eisini, hvussu gott samanhaldið er í eini slíkari samkomu. Bill sigur tó, at munurin á einum jólahaldið hjá Lívsins Orði og hjá øðrum fyritøkum er sera stórur. – Ein av heilt stóru mun­unum er sjálvandi rús­ drekka. Tá fólk fara til jóla­ borð­hald hugsa nógv um at drekka sær eina kenning og at hugna sær úti í býnum. Hetta gera vit sjálvsagt ikki, og tískil er hetta ein av heilt stóru mununum á eini samkomu og vanligum fyritøkum. Ein annar mun­ ur er, at vit ikki roykja til okkara jólahald. Hetta er nakað við leggja stóran dent á. Hetta eru fólk nú yvirhøvur farin yvir til nógvastaðni. – Annars eru høvuðs­ enda­ málini at kalla tey somu hjá okkum, sum hjá øðrum. Vit vilja fegin hugna okkum í góðari samveru, og tað vænti eg eisini er endamálið hjá flest øllum øðrum, sum fara til eitt jólaborðhald. – Eg hugsi um matin At enda spurdu vit Bill, hvat hann fyrst hugsaði um, tá hann hoyrdi orðið jólaborðhald nevnt. – Eg má viðganga, at eg fyrst og fremst hugsi um matin. Maturin er altíð so góður, og ja, eg eri glað­ ur fyri mat. Men um eg hugsi um týdningin av einum jólaborðhaldið, so seti eg líka stóran prís á at vera saman við vinum og kenningum og deila eitt hugnaligt kvøld saman við fólki, sum mær dámar so væl at vera saman við. Familjan hevur størst týdning Samkomurnar vera ofta gloymdar, tá fólk tosa um jólaborðhald. Bill Justinusen sigur, at samkoman, Lívsins Orð, har hann er limur, heldur jólaborðhald á hvørjum ári, og her savnast bæði ung og gomul til eina stuttliga og hugnaliga løtu – Tá fólk fara til jólaborðhald, hugsa nógv um at drekka sær eina kenning. Hetta gera vit sjálvsagt ikki. Hugnin er tó høvuðsendamálið, og hetta haldi eg vera høvuðsendamálið hjá øllum. Tí eru jólaborðhald hjá samkomum ikki so langt frá øllum øðrum jólaborðhaldum, sigur Bill Justinussen.