Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-11-03, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 3. november 2006síða 6

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Sosialurin november 2006 Tónleikurin er kanska mest týðandi parturin til eitt jólaborðhald, tí tónleikur gevur altíð ein góðan stemning. – Tónleikarar skulu helst hava eitt stórt úrval, um vit skulu spæla til eitt jólaborðhald. Vit skulu nevniliga spæla fyri so nógvum ymiskum árgangum, sigur Jens Marni Hansen. JÓLABORÐHALD Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo Tónleikur hevur í nógv harr­ans ár verið en av mest týðandi pørtunum í undirhaldsvinnuni. Uttan tónleik verður ofta ringt at fáa rætta stemningin, og hetta hava føroysk gist­ inga­rhús og føroyskar mat­ stovur eisini tikið til sín. Stór kapping er um at fáa røttu tónleikararnar til ávís jólaborðhald, tí hetta er jú sera avgerandi fyri gestirnar. Jens Marni Hansen hev­ ur í longri tíð verið lim­ ur í Showmonnum, sum er at meta sum helst besti undirhaldsbólkur í landin­ um í løtuni. – Tað er av stórum týdn­ ingi, at vit hava eitt stórt úrval av tónleiki. Vit spæla jú fyri so nógvum ymiskum árgangum, og tí skulu vit duga at spæla tónleik heilt afturi frá 1950’unum og fram til tann dag í dag, sigur Jens Marni. Nógv hevur ávirkan Sjálvt um tónleikurin er ein týðandi partur av einum jóla­borðhaldi, so heldur Jens Marni, at onnur ting eisini hava stóra ávirkan á eitt jólaborðhald. – Sjálvandi hevur tón­ leik­urin týdning fyri stemn­ ingin. Eg haldi tó eisini, at hølið er viktut. Har skal vera ein góður fyriskipari, og so skulu gestirnir taka rætta lagið við, tí tað eru hóast alt teir, ið skulu skapa stemningin. Um alt hetta er í ordan, so skulu vit bert fara á pallin at hugna okkum, sigur Jens Marni. Tí um vit bert hugna okkum, so hugna gestirnir sær eisini. Skal finna sín egna stíl Tónleikarar hava ofta fyri­ myndir antin uttanlands ella heima í Føroyum. Soleiðis er eisini hjá Jens Marna, men hann sigur seg tó ikki hava ein yndis tónleikara. – Eg havi ymsar fyri­ myndir, og ein av teimum er sjálvandi Ólavur Øster, sum var størsti gittaristurin í Føroyum, tá eg var ungur. Annars havi eg ongantíð havt ein yndis tónleikabólk. Eg lurti eftir tí mesta, og mær dámar eisini flest allan tónleik. Hetta haldi eg, hjálpir mær at finna mín egna stíl, og tá eg lurti eftir so nógvum, so havi eg eisini eitt stórt úrval av løgum, sum eg kann spæla til eitt jólaborðhald. Hann leggur eisini dent á, at ein tónleikari, sum spælir til eitt jólaborðhald og slíkt, helst skal kenna nógv sløg av tónleiki, tí so kann hann undirhalda at kalla øllum. Byrja við tí gamla Áðrenn eg endi mína sam­ røðu við Jens Marna, so gevur hann eitt gott ráð við á vegnum til tey, sum ætla sær at spæla til jólaborðhald. - Vit skulu byrja at spæla tað gamla. Hetta lurta tey eldru eftir, og tað vísir seg ofta, at tey ungu klára at halda á longst. Tí kunnu vit spæla nýggjan tónleik at enda, tá fleiri av eldru gestunum eru farnir heim. Vit fara ikki at síggja so nógv til Jens Marna til júst jólaborðhald í ár, men hann hevur verið partur av undirhaldinum til jólaborðhald í nógv ár, og tí kennir hann sera nógv til hesi tiltøk. Einki jólaborðhald uttan tónleik Michael Jensen hevur búð og arbeitt 1 ár í USA og 3½ ár í Fraklandi. Hann er útlærdur tænari og tikið hotelmanagement afturat. Í dag hevur Michael sítt egna catering virki í Føroyum, ið nevnist MJ Catering. Catering virkið veitir nógv­ ar góðar tænastur. Um­framt mat hava tey teirra egnu tænarar, bestikk og orkestur. Eisini veita tey reingerðan. Snøgt sagt ber til at fáa allan pakkan frá teimum, men tú noyðist ikki at velja alt. Tú kanst eisini bert biðja um einstøk ting frá MJ Catering. Vit spurdu Michael hvussu catering riggar í Før­oy­um. – Her í Havn hava fólk veruliga tikið væl ímóti Catering. Í dag hava fólk ikki so góðar stundir at gera mat, og eitt kalt borð til eitt lítið jólaborðhald er svárt hjá fólki at fáa inn í tíðarætlanina. Fólk eru eisini fegin, tá ið tey sleppa at keypa seg til ein lekran døgurða, og í dag er tað heldur ikki so dýrt at keypa mat úti frá, sigur Michael. - Fólki flest dáma sera væl at uppliva okkurt nýtt av og á. Soleiðis er eisini innan matheimin. Gera vit italienskan ella franskan mat verður hann ser væl móttikin og fólkini sveima út um landoddarnar í sínum hugaheimi, sigur Michael við einum smíli. Eru føroyingar siðbund­ nir? – Ja, tað er so onki at ivast í tí. Dunnan er ein verandi rættur, ið ikki má pilkast við. Eg vil siga, at á leið 99.9% av føroyingum vilja fegin hava dunnu. Av teimum menu samansetingum, sum vit hava at bjóða, er dunnumenuin tann mest vanliga. Tað er ein klassiskur døgurði, ið hoyrir jólunum til, sigur Michael. Men ein kann ikki bert hava dunnu. Har skal eisini vera okkurt afturvið, og Michael sigur, at tað er viktut at hava eitt lekkurt vín afturvið eini góðari dunnu. Um fólk velja dunnu­ menuina, vil eg siga, at vínið Chetau Neuf Du Pape frá Ríndalinum í Fraklandi er tað, ið passar best saman við. Vínið er ikki ov sterkt og hevur ikki so sterkan smakk av frukt. Tað er eitt sera mjúkt vín. Ein annar møguleiki er eisini til staðar, tá fólk skulu velja rætta vínið. Hetta er eitt nýtt og spennandi slag av víni, sum kemur úr statinum Washington í USA. Tað verður framleitt í næstan sama veðurlagi, sum her heima í Føroyum. Vínið nevnist Stimson og er sera lekkurt, ikki ov mjúkt og ikki ov sterkt, men meira runt í smakkinum. Tað tyk­ ist at smelta í munninum, tá ein drekkur hetta. Eitt lekkurt, men øðrvísi jólborðhald Vit spurdu síðani Michael, hvat skuldi á borðið, um vit skuldu gjørt eitt lekran, men tó eitt sindur øðrvísi mat til eitt jólaborðhald. – Eitt stórt kalt borð við havhesti og bacon, lomviga og kanska krúnhjortakjøti er sera lekkurt eftir mínum tykki. Hetta er øðrvísi, men smakkar avbera væl, so kanska áttu føroyingar at roynt hetta. Krúnhjortakjøt kenna føroyingar ikki so nógv til, men tað smakkar væl betri enn ein enskur búffur, og er ikki so nógv dýrari. Eftir døgurðan er desertin á skránni. Her er mandlurís við sós altíð eitt trygt væl, sigur Michael. Tað er tó ein møguleiki at blanda hunang uppí, og hetta hevði verið eitt gott høvi at roynt okkurt øðrvísi hjá føroyingum, heldur Michael. Hann sigur at enda, at krøvini frá kundunum vaksa. Tí hevur levering til tíðina alt at siga, og hetta leggur hann stóran dent á Føroyingar halda seg til dunnuna Tá hugsað verður um jólaborðhald rennur einum fyrst í hug leskiliga matin, ið er at fáa; dunna, steik, róma eplir og saftig sós. Jú, gaman í, hetta fær vatnið at renna úr tonnunum, men er hetta einasti døgurðin, ið vit fáa hendur á? Vit hava fingið okkum eitt prát við serkønan mann innan hetta yrki, nevniliga Michael Jensen, ið hevur sítt egna catering virki her heima í Føroyum. – Vit spæla fyri so nógvum ymiskum árgangum, sigur Jens Marni Hansen – Fólk hava tikið væl ímóti catering í Havn. Í dag hava fólk ikki so góðar stundir at gera mat, og tí eru tey fegin um at hava ein møguleika at keypa lekran mat úti frá, sigur Michael Jensen