Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-11-03, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 3. november 2006síða 8

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 213 - 3. november 2006 tíðindi - Fólk eru bangin um teir, sum í hesi løtu eru umborð á Thor Sentry í illveðri í Norðsjónum. Góði Gud, lat ferð teirra enda í øllum góðum, og lat okkum eiga gleð­ina og tøkkina í hjartanum, tá teir koma aftur, segði dóm­prósturin, Bjarni Bæk, á minn­ ing­arhaldi teirra sjólátnu mik­u­ morgunin Thor Sentry Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Tað var um 16.20-tíð­ina týsdagin hin 31. ok­to­ber – dagin fyri alla­halg­ann­ adag, at vaktarskipið, Thor Sentry hjá reiðarínum Thor í Hósvík, sendi út neyðarkall. Skipið hevði fingið ein stóran sjógv í Norðsjónum, sum hevði knúst fimm rútar á brúnni og hevði slitið vanliga sam­bandið hjá skipinum við umheimin. Tað var orkan á leiðini, og aldurnar vóru ógvuliga stórar. Mett hevur verið, at aldurnar vóru um 15- 20 metrar til hæddar, tá ið harðast leikaði á. Í ódnini var tað serliga ein sjógvur, sum at vísa seg var óvanliga stórur. Hetta gjørdist eisini ein rætt­iligur skaðasjógvur. Tá ið herviligi sjógvurin rakti – og rakti meint – fossaði sjógvur inn á brúnna, og øll tann nautiska útgerðin og el-útgerðin til eitt nú stýring av skipinum helt uppat at virka. Á brúnni reiv brota­sjógv­ ur­in talvur og leidningar, og tað neistaði úr tí, sum hekk eftir. Men høvuðsmotorurin slókn­ aði ongantíð og til bar tí at stýra við neyð­ róðrinum. Hjálpin kom Hóast hart leikaði á, fór manningin tó ongantíð av skipinum, og ivasamt er, um tað yvirhøvur hevði latið seg gera, soleiðis sum ódnin háttaði sær. Hugsandi er, at einasti møguleiki hevði verið at tikið manningina av við bjargingartyrlu. Í fyrstu tíðindunum, sum bórust á Portalinum týs­ dagin, varð sagt, at ein Sea King bjargingartyrla hjá Hov­edr­edningssentralen í Noregi var til reiðar at taka manningina av skip­ inum. Hendan stóð á ein­ um boripalli nærindis. Bjargingarleiðarin á Hov­ed­redningssentralen í Suð­urnoregi (HRS), Joe Braseth, segði við norskt tíðindablað, at sambært tí, ið frætt er frá manningini umborð á Thor Sentry, er vandi ikk i á ferð. Nærmasti oljupallur, Bald­er­pallurin, er umleið 5 km frá skipinum. Men eing­in vandi er fyri, at skipið rekur á pallin. Eitt supply-skip, Stirl Pow­er, var ikk i langt av leið­ini, tá ið Thor Sentry kom í havsneyð og sendi út neyðarkall, og tað eydn­aðist manningini um­borð á Thor Sentry at hava samband við skipið. Hvussu hetta læt seg gera, tá ið vanliga útgerðin var óvirkin, verður greitt frá í samrøðuni við skiparan, sum er aðrastaðni á hesi opnuni. Tók sína tíð Í tíðindunum frættist eis­ini, at manningin um­borð á Thor Sentry telir fimm mans, harav skipari og stýrimaður eru føroyingar. Veðurvánirnar yvir økið søgdu, at veðrið væntandi fór at batna, sum kvøldið leið, men tað tók sína tíð at bíða eftir batanum, sum ikk i kom fyrr enn út nátt­ ina. Fyrrapartin dagin eftir stóra sjógvin fór norska bjargingarskipið, Peter Hen­ry von Koss, úr Eg­er­ sund í Suðurnoregi og vest­ur ímóti Thor Sentry, og tá ið bjargingarskipið tók yvir, slepti Stril Pow­ er, sum í illveðrinum hevði ligið hjá skipinum alla tíðina. Norska bjargingarskipið fylgdi síðan Thor Sentry inn móti norsku strondini og til lands. Teir kundu sigla sjálvir og stýrdu við neyðstýringini. Tá ið Thor Sentry kom inn í Egersund í um 18- tíðina mikukvøldið, fór øll manningin í land, og síðan tók norska bjarg­ ing­­arskipið føroyska vakt­ arskipið upp á sleip niður til Hanstholm í Danmark. Nevndir í talu Á minningarhaldi yvir tey sjólátnu á Hotel Tórshavn mikumorgunin, 1. no­v­em- ber, nevndi Bjarni Bæk, dómpróstur, Thor Sentry í síni talu. Hann segði, at fólk eru bang­in um teir, sum í hesi løtu eru umborð á Thor Sentry, sum er í illveðri í Norð­sjónum. - Góði Gud, lat ferð teirra enda í øllum góð­um, og lat okk um eiga gleðina og tøkk ina í hjart­a­num, tá teir koma aftur, segði dómprósturin á minn­ing­ arhaldinum. Tá Thor Sentry kom í havsneyð í Norðsjónum Tað var ein bjargingartyrla av slagnum, Sea King, sum stóð til reiðar at taka manningina av Thor Sentry, um ringast vildi til Skiparakamarið er aftanfyri brúnna, og beint eftir ógvusliga brestin, reyk hurðin upp og sjógvur og annað, sum var uppi á brúnni, kom sendandi inn í skiparakamrið. - Eg gjørdist rættiliga skakkur og tað fyrsta, eg hugsaði, var um mann­in, sum var á brúnni. Eg leyp upp, men har sá ikki tespiligt út. Í fyrstani sá eg ikki stýrimannin, sum í góðum sjómansskapi hevði blakað seg niður á dúrkið, sigur skiparin á Thor Sentry, Helgi Henriksen Thor Sentry Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Sosialurin var á flogvøllinum í Vágum í gjár og tók ímóti, tá ið skipari og stýrimaður á Thor Sentry komu heimaftur eftir herviliga túrin í Norðsjónum, har teir í ódnini noyddust at senda út neyðarkall, tá ið ein stórur sjógvur hevði rakt brúnna og knústi fimm rútar Vit kendu hvørki skipara ella stýrimann – ei heldur konur teirra, sum vit høvdu skilt vóru farnar at taka ímóti monnunum. Vit vistu, at skiparin er Helgi Henriksen, sum býr á Valinum í Vestmanna og stýrimaðurin, Alfred Eliasen, sum býr í Leirvík. Flogfarið kom, og sum løtan leið, stóðu fólk og bíðaðu eftir, at tey ferðandi skuldu koma úr móttøkuhøllini. Tað ringasta, sum kundi henda, var, at annar maðurin kom út og móður og troyttur slapp sær út í bilin uttan, at vit gáaðu um tað. Tá høvdu vit neyvan lagt merki til hin seinna heldur – og so fingu vit onga mynd av teimum báðum saman við konum teirra. Fólk byrjaðu so smátt at koma út úr móttøkuhøllini, og nú kemur ein álvarsamur maður úteftir gólvinum við kufferti – ein maður, sum í sinn og skinn kundi verið ein sjómaður. Ein kvinna tekur væl ímóti honum, og tey byrja at práta saman. Eg fari yvir, geri meg eitt sindur framligan og spyrji, um tað er Helgi Henriksen. - Jú, hetta er Helgi, sigur hann lágmæltur. So var eg heppin, lati eg hann vita og sigi, at eg kundi hugsað mær eina mynd av honum, stýrimanninum og báðum konunum. Jú, tað er eingin trupulleiki, og nú bíða vit eftir Alfredi. Lítil løta gongur, so kemur ein annar maður úteftir gólvinum við kufferti. Ein kona fer ímóti honum og heilsar honum vælkomnum. Síðan kemur hann yvir, har vit standa. Tað er Alfred. Hann kemur í prát við onkran, hann kennur, og vit loyva okk um at lurta eitt sindur. - Jú, tað var ræðuligt, hoyra vit hann siga. Kona hansara, Guðrun, vendir sær ímóti mær og sigur, at hon visti ikk i, at tað var so illa statt hjá Alfredi, sum var einsamallur á brúnni, tá ið hesin veldugi sjógvurin hótti skip og manning. Meðan vit standa á gólvinum, tekur Alfred eitt lummaturriklæði upp úr lummanum og turkar sær um eyguni. Hann er rørdur... Vit fara nú út um at taka myndina, sum takast skal. Eg líkasum purri Stríddu seg úr ha